týsdagur 29. januar 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede
Ein lítil gullklumpur
Tá Apple kom við síni fyrstu iPad, dróg
fyritøkan alt fyri eitt frá teldlunum hjá
kappingarneytunum. Hesi hava líka
síðani stríðst fyri at matcha iPad’inum í
tilfari, avrikum og skíggjagóðsku. Men
á einum øki hava kappingarneytarnir
staðið sterkari. Teir hava nevnliga havt
teldlar í alskyns støddum, og tí hevur
brúkarin kunna ognað sær alt frá stóru
alternativunum til farteldur og líka
til heilt smáar teldlar, sum eru lættir
at hava við sær á ferð. Seinnu árini er
slaturin um ein lítlan iPad vorðin alt
meira harðmæltur, og nú er hann so her.
iPad mini.
Stórur av einum lítlum at vera
Stit sagt er iPad mini ein iPad 2, sum er
minkaður 4 cm í hædd og 5 cm í breidd.
Samanlagt eru hetta 40%, og tí er
hann somikið lítil, at hann passar í ein
stóran buksulumma ella innaralumman í
jakkanum. Tað hevur við sær, at tú fært
hildið honum í aðrari hondini og stýrt við
hinari.
Apple hevur samstundis minkað um
rammuna kring skíggjan, og tí er skíggin
7,9 tummar ,og tað er bara 19% minni
enn á vaksna iPad’inum. Sammett við
kappingarneytarnar, sum vanliga hava
7 tumma skíggja, fært tú við iPad mini
eina eind, sum er bæði tynri og lættari.
Sammett við stórabeiggjan er mini heili
23% tynri vigar bara helvtina. Men
hóast hetta er góðskan góðkend, og
mini kennist bæði sterkur og lekkur, tá
tú heldur honum.
Sera skjótur
Innanfyri hevur mini sama A5-gerilin,
sum er í gamla iPad 2, og tú kundi
kanska roknað við, at iPad mini er eitt
GADGET
Við iPad mini nýtist tær ikki longur at taka eina tasku fyri at
hava tín iPad við á ferð – hann passar í jakkalumman
Ein nýggj greining frá IDC staðfestir,
at kinverska Huawei nú er triði størsti
framleiðarin av snildfonum.
Í greinanini tekur IDC hitan á heims
marknaðinum við útgangsstøði í
fjórða ársfjórðingi í 2012, og hetta
er áhugaverdur lesnaður hjá Huawei.
Kinverjarnir hava nevnliga yvirhálað Sony,
Nokia og RIM (framleiða Blackberry), og
við 4,9% av marknaðinum er fyritøkan nú
triða størsta av sínum slag í heiminum.
Heimsins størsti framleiðari av snildfonum
er Samsung, sum hevur 29% av
marknaðinum, meðan Apple við sínum
21,8% situr væl og virðiliga á øðrum
plássinum. Listin er grundaður á seldar
eindir – ikki á umsetning.
IDC viðmerkir, at ein annar kinverskur
framleiðari, ZTE, sum tó ikki er serliga
kendur her á lið, eisini hevur vunnið seg
fram millum fimm teir størstu í heiminum,
og heildarmyndin staðfestir, at kinversku
framleiðararnir nú av álvara eru við at
vinna set fram á marknaðinum.
– Báðar fyritøkurnar hava vunnið
marknaðarpartar við at fokusera á fjøldina,
men í seinastuni hava tær eisini havt fokus
á meira framkomnu eindunum. Hartil hava
bæði Huawei og ZTE pressað sitrónina við
størri skíggjum, klænari skapi og inno
vativum appøum og góðum brúkaraupp
livingum, sigur Ramon Llamas frá IDC.
Sambært IDC er heimsmarknaðurin fyri
fartelefonir vaksin 1,9, um fjórði ársfjórð
ingur í 2012 verður sammettur við
4. ársfjórðing í 2011.
Huawei er nú triðstørst