Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Um tú tíðum oyðileggur far­tele­fon­ina, tá krevjandi frítíðarítriv eru á skránni, so er loysnin nú ávegis. Finska Adaia er í samstarvi við BMW Designworks og Elektrobit í ferð við at menna eina nýggja, haldgóða Android-fartelefon, sum eftir øllum at døma skal klára tað mesta. Fyri veruliga at halda lyftið um eina haldgóða fartelefon sam­starva fyritøkurnar við extreme- íðkaran, Jeb Corliss. Jeb er virkin innan fallskíggjalop og Base-jump, har lopið verður av eitt nú antennum og forbergum, so vit kunnu rokna við, at fartelefonin sleppur at royna eitt sindur av hvørjum. Stóra tøkk til Jeb fyri tað, tí so sleppa vit undan sjálvi at testa góðskuna. Elektrobit hevur ein Android-platform, sum er mentur til ídnaðin og herin, men higartil eru fáir smálutir at frætta um tele­fon­ina. Betraðar trygdarfunkur verða tó partur av fartelefonini, tá hetta er nakað, sum er neyðugt hjá málbólkinum. GPS verður sjálvandi innbygt, eins og funkur til neyðarkall helst eisini verða tað. Enn finnast ikki myndir av fartele­fonini, men Adaia lovar, at ein proto­typa verður at síggja á Mobile World Congress í Barcelona, sum verður hildin seinast í februar, og har verður Lyd & Billede sjálvandi eis­ini til staðar. Fartelefon til ævintýrarar Vegleiðandi prísur: 2.599 - 4.999 kr. apple.dk Fyri: Lættur og klænur Stórur skíggi í mun til støddina. Sera góð byggigóðska. Ímóti: Eingin retina-skíggi iPad mini Stýriskipan: iOS 6.0.1 Skíggi: 7,9", 768 x 1024 (163 ppi) IPS Geril: 1 GHz dual-core A5 Minni: 512 MB ram/16-64 GB goymsla Myndatól: 5 MP + 1,2 MP Tráðleyst: 802.11a/b/g/n, BT 4.0 Mát: 200 x 134,7 x 7,2 mm Vekt: 308-312 g Battarí: 10 tímar Myndagóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligheit ★★★★★★ Góðskufatan ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Niðurstøða iPad mini gevur eina fullkomna iPad-uppliving, men í eini sera lummavinarligari stødd. Hóast sera lítil og klænur, so er rúm fyri einum imponerandi stórum skíggja, hvørs einasti vansi er, at hann ikki er heilt so hvassur sum retina-skíggjarnir hjá stórubeiggjunum. Og tekur tú til takkar við eini av minni útgávunum uttan 3G og 16 gigabyte goymslu, er hann ikki eingongd serliga dýrur. Hetta er ikki ein iPad til teirra, sum liggja heima á sofuni. Hetta er ein iPad, sum tú altíð kanst – og vilt – taka við tær á ferð. sindur seinur, sammett við iPad 3 og serliga tann nýggja iPad 4. Men okkara royndir vísa nakað annað. Geekbench heldur, at roknimegin er at sammeta við iPad 3. Tá um ræður 3D grafik heldur AnTuTu, at hann er eins skjótur og iPad 4, og Gensynstek, sum mátar samlaðu megina, er samdur í hesum. Hetta kemst helst av, at iPad mini ikki hevur eins nógvar pixlar, sum skulu flytast á skíggjanum. Tá tosað verður um gerandisbrúk, so mugu vit eisini siga, at mini ikki tykist serliga seinur. Og internetið er sambært BrowserMark eins skjótt sum við einum iPad3. Sjálvandi merkir tú, at stórar apps taka nakað longri um at opna, men situr tú ikki lið um lið og sammetur, so er hetta ikki nakað, sum nervar brúkaran. Skíggin Apple vóru teir fyrstu við skíggjum, ið hava somikið høga upploysn, at eygað ikki sær einstøku pixlarnar. Retina Display, sum Apple nevnir tøknina, kom fyrst til iPhone 4, síðani til iPad 3. Tøknin er nú standard á øllum i-lutum, og er júst eisini komin til MacBook Pro. Tí er tað eitt sindur av einum vónbroti, at iPad mini bert hevur eina upploysn, sum svarar til bíliga teldilin, Google Nexus 7. Hinvegin kanst tú siga, at hetta er sama upploysn, sum iPad 2 hevur, men við einum minni skíggja eru pixlarnir tættari. So skíggin á mini kennist hvassari. Hartil hevur hann størri ljós­ megi og betri litendurgeving – á støði við retina-skíggjarnar. So kanst tú liva við, at tú hendinga ferð sært einstakar pixlar á skíggjanum, er talan yvir høvur um ein góðan skíggja. Lítil men framkomin Tá vit byrjaðu við at sammeta mini við iPad 2, so mugu vit vísa á, at innvølurin eru uppstigaður til nýggjasta standard. Hann hevur eitt 5 megapixel myndatól, sum upptekur í 1080p full HD, umframt eitt frontmyndatól í HD-góðsku (720p) til FaceTime-kykyndasamrøður. Myndagóðsan er ikki heilt á hædd við tey bestu á marknaðinum, men á sama støði sum á iPhone 4. Uppkoplingin hevur eisini nýggjastu tøknina við dupultum frekvensbandi til tráðleyst net, soleiðis at tú kanst røkka eini Wi-Fi-ferð upp til 150 Mbit/s. Og keypir tú útgávuni við innbygdum 3G, fært tú eisini DC-HSDPA, sum gevur upp til 41 Mbit/s. Ikki heilt so skótt sum 4G (sum kortini ikki er í Føroyum), men framvegis nóg skótt til tey flestu. Á bakinum er lítla nýggja Lightning- kontaktin, sum ger, at rúm er fyri stereo­hátalarum. Hevur tú eldri Apple- til­hoyr, so kann iPad mini altso ikki dockast uttan ein adaptara. Men sum eigarar av iPhone 5 helst longu hava funnið útav, so noyðist tú bara at við­ ganga, at hetta er nýggi standardurin hjá Apple. Sjálvandi kanst tú keypa eina Smart Cover skíggjaverju, og hendan fæst í seks ymsum litum. Sjálvur iPad mini fæst við svørtum fronti og skifergráum baki, ella við hvítum fronti og silvur­ littum baki.