týsdagur 29. januar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Abbi
Abbi, heitið (tittulin) verður
altíð hitt sama, tað verður
títt allan vegin ígjøgnum,
og tað kann eingin koma og
broyta.
Eg kann ikki orða meg
rætt, um hvussu nógv tú
ert saknaður, bæði av konu,
børnum,
abbabørnum
og
enn tá langabbabarni, sjálvt
um tað ikki er gingin long
tíð síðan eg sat og kelaði
títt mjúka, hvíta hár, har tú
smíltist til mín.
Hvønn dag at koma úr
skúla og ganga fram við títt
vindeyga, at koma inn ein
túr og bara sita og tosa við
teg, ella bara at vera nær at
tær, gav mær eina so stóra
lívsgleði, at eg ikki kann seta
orð á tað. At síggja teg ganga
túr í Argja bygd, har øll vistu
hvør tú vart. Sum ein segði,
ein verulig bygdarmynd.
Eg eri ein heldig genta, at
kunna siga, at hesin maður,
Andreas Vilmund Olsen, var
og er abbi mín. At vit eru kjøt
og blóð.
At síggja, hvussu raskur
tú vart, og hvussu nógv tú
hevur klárað gjøgnum, har
fólk hava biðið og biðið fyri
akkurát tær.
Hesin
dagurin
kom
óvæntaður. Tú sum altíð
kláraði tað, og fekk tað betur,
tá læknarnir søgdu, at nú var
ikki long tíð eftir hjá tær. Tú
kempaði teg upp aftur hvørja
ferð. Men hesaferð, hesa einu
ferðina ar ikki nokk til at
halda teg frá ævinleikanum
bert í eina tíð afturat, kanska
nøkur ár.
Men soleiðis skuldi tað
nokk vera, ella soleiðis bleiv
og er tað nú, og eingin maður
kann broyta tað. Um eg skal
vera glað ella kedd, tað veit
eg ikki, tí eg trúgvi at nú situr
tú við høgru hond Guds og
hevur tað betur enn nakran
tíð áður. Tú kanst ganga
sum tú ein einaferð ynskir
og longri enn tað, og har tú
kanst njóta tað.
Tú var ein signing fyri alla
familjuna og øll rundan um
teg, tí tú vart ein, ið kemp
aði. Ein bygdarmynd, ja, men
eg vildi heldur sagt ein fyri
mynd.
Fríggjadagin
vóru
vit
á kapellinum og hugdu at
tær, meðan tú lá so vakur í
kistuni. Sjálvt um eg sjálvur
heldur vil minnast okkara
minnir, enn at minnast teg
sum ein »deyðan« mann, tí tú
livir! At síggja ommu hyggja
at tær ta seinastu ferð, eftir
at hava verið gift við tær í 54
ár. At síggja mammu síggja
sín egna pápa liggjandi í
eini kistu, tað er hart. At
síggja
ommu
velja,
nær
kistan skal vera koyrd aftur,
so at hon ikki kann síggja
teg nakrantíð aftur. At bara
at hyggja at tær, meðan tú
liggur har og einki veit, at
tú langt síðani ert farin túr
tínum likami. At kela títt hár
og einki smíl síggja, men bara
ein »sovandi« abba.
At ganga aftan á líkbilin
um á vegnum og einki leggja
í hvat onnur siga og halda. At
fylgja tær frá kapellinum til
Guds hús, har bilar steðgaðu,
tá vit gingu framvið og fóru
úr bilunum. Tann løtan rørdi
meg, at síggja, hvussu stóra
virðing menniskju hava fyri
hvørjum øðrum, sjálvt um
oftast verður sagt, at vit bert
tonkja upp á meg og míni.
Abbi, hvønn tann einasta
dag hugsi eg um teg. Eg fangi
meg sjálva í at sita og bara
hugsa um okkara minnir.
Tær løturnar, eg bara siti og
hugsi, tær geva mær ein so
vorðnan frið, gleði og vón.
Ein frið bert at hugsa um teg,
eina gleði um, hvussu nógv
eg havi at takka fyri og eina
vón um at síggja teg aftur ein
dag.
Tað er so nógv, eg vildi
sagt við teg, abbi, áðrenn tú
fór frá mær, men soleiðis er
tað altíð. Men eitt skalt tú
vita, og tað er at eg eri stolt
av tær.
At síggja kirkjuna verða
fylta við fólki í morgun, er
einki annað enn at vera stolt
av! Fólk gleddust um teg
abbi.
Mikudagin, um middags
leitið, var ein løta, ið eg aldri
gloymi. Eg hevði funnið
telefonina fram og sá at
babba hevði ringt heilar
seks ferðir. Pínan kom fram
í búkinum tá, tí eg visti, at
okkurt mátti vera á vási. Eg
ringdi so álíkavæl aftur við
nervum, ið vóru um at kvala
meg. Julian tók telefonina
og segði, at babba hevði
ringt fyri at fortelja mær, at
tú hevði tað ordiliga ringt.
Eg ringdi beinanvegin til
mammu, sum eg visti var á
sjúkrahúsinum hjá tær, og
tá hon tók telefonina, spurdi
eg skundisliga, hvussu gekk,
og hoyri eina grátandi rødd
siga, at tú akkurát var farin
frá okkum. Í sama minutti
at hava tosað við Julian,
sum helt tú var á lívi, og so
at hoyra mammu siga, at vit
høvdu mist teg.
Tilveran verður so løgin
tá, ein skilir ikki, at tað kann
vera soleiðis. Allir tankarnir
og myndirnar koyra runt
í høvdinum. Frá at síggja
teg liggja sovandi, og mann
ynskti at kunna rist í teg,
soleiðis at tú vaknaði, men
at mann veit at hetta var
ein óvekjandi svøvnur. Bara
at hyggja at tær og hugsa
og hugsa, men einki bar til.
At kela títt hár um aftur og
umaftur, men einki, ikki ein
gang eitt lítið smíl var at
síggja. Til at fylgja tær til tín
síðsta hvíldarstað. Og aftur
til byrjanina, slett ikki fata,
at tú ikki er, tá man kemur
heim úr skúla og líka kemur
inn ein túr. At eingin situr í
tínum stóli. Tankarnir eru
ikki til at halda tamarhald
á. Men eitt veit eg klárt, eg
síggi teg ikki aftur á hesi jørð,
men bíða bara inntil eg eisini
sleppi inn í ævinleikan. Tá
skulu eg og tú síggjast hvønn
tann einasta dag, og vit skulu
hava tað gott!
Helena