týsdagur 29. januar 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ALS søkir eftir nýggjum stjóra at byrja 1. apríl
ella skjótast tilber. Stjórin hevur dagligu
leiðsluna av ALS um hendi og er harafturat
stjóri fyri Trygdargrunn fiskivinnunnar. Stjórin
vísir beinleiðis til ALS-stýrið.
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan
stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum
møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
og at umsita arbeiðsávísingina fyri føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Sum stjóri skalt tú standa fyri menningini
av ALS sambært endamálsorðingini. Tú skalt
tryggja, at ALS er eitt gott og virkið arbeiðspláss
við greiðum málum, og at leiðslubólkurin virkar
sum ein savnað og strategiskt hugsandi eind.
Umsøkjarin
Sum stjóri ert tú savnandi, myndandi og gongur
á odda fyri stovninum.
Tú hevur hóskandi útbúgving frá hægri læru-
stovni ella útbúgving sum saman við royndum
kunnu sammetast við hægri útbúgving.
Tú hevur viðkomandi førleikar og leiðslu-
royndir. Tú hevur vitan um og innlit í føroyska
arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti.
Tú megnar at leiða og skapa eldhuga hjá
starvsfólkunum og samstundis fylgja settum
málum og taka við nýggjum avbjóðingum.
Tú ert álitisvekjandi og hevur góð evni at
sam starva og samskifta. Tú ert rúmlig/ur og
góðtekur menniskju við teirra fjølbroyttu før-
leikum og ymiskleikum.
Kunning um starvið
Lønin er ájavnt lønina hjá tænastumonnum
landsins í lønarflokki 38, í løtuni 49.191 kr. um
mánaðin, umframt eftirlønargjald, ið er 15%.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Marjun
Eystberg, virkandi stjóra, á 299 549 ella
marjun@als.fo.
Umsóknin
Umsókn við viðkomandi skjølum um útbúgv-
ing og lívsrensl skulu sendast við telduposti
til marjun@als.fo í seinasta lagi 15. februar.
Innan 8 arbeiðstímar eftir móttøku fært tú
móttøkuváttan.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STjórI TIL ALS
ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum
vara av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum.
Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í
Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk.
Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo
Framløguteknikkur
Anders stAhlschmidt
| 8. februAr 2013
styrk um førleikan at fyrireika og hava framløgur, og kenn teg tryggari í støðuni.
Tá tú skalt hava...
...framløgur, sum geva meining og sum
skulu festa seg, er umráðandi at hava
rætta framløguteknikkin uppá pláss.
Góður framløguteknikkur hevur alt at
siga, um tú skalt fáa tín boðskap fram.
eitt nú, tá tú skalt leggja fram fíggjar-
ella marknaðarætlan, strategi, uppskot,
úrslit, ein boðskap ella hvat tú hevur
tørv á at formidla.
Fá boðskapin fram
hvussu fyrireikar tú teg best?
•
hvussu tryggjar tú, at tú kennir teg
•
væl?
hvat nú um teknikkurin svíkir?
•
hvat gjørt tú, tá tú hevur
•
atfinningarsamar áhoyrarar?
Skeiðleiðarin Anders stahlschmidt
er royndur miðlamaður og samskiftis-
ráðgevi við royndum gjøgnum mong ár í
sjónvarps- og miðlaheiminum.
tilmelding á synergi.fo
tel. 322355 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo