Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Óli Johannesen TB hjartað bankar enn Hann er eitt halgimenni í føroyskum fótbólti og hevur síni heilt serligu viðhaldsfólk. Hann hevur í góð tjúgu ár verið við til at mynda føroyskan fótbólt, men hevur eisini roynt seg sum yrkisspælara. Hann mundi eina ferð enda í kinesiskum fótbólti, er blivin sligin av Thierry Henry og trampaður á av Ruud Van Nistelrooy. Hann er drúgvasti landsliðsspælarin vit eiga og eitur Óli Johannesen Tróndur Arge Óli Johannesen hevur eitt heilt serlig pláss í føroyskari fót­bólts­søgu. Hann hevur við sínum 83 landsdystum spælt seg í hjørtuni á føroyska fólk­ inum, og kærleikin fyri barn­ dóms­felagnum, TB, hevur eisini givið sterka mið­verj­ anum eina serliga støðu í heim­býnum. Hann hevur akkurát vant saman við hinum á TB lið­ num. Tað er leygardagur og tað er kalt í veðrinum. TB húsið er ikki liðugt, so spæl­ar­ar­nir skifta í Høllini í Trongis­vági. Til venjingina er Óli mill­ um teir stinnastu. Hann renn­ur trúliga við, tá venjarin vil hava nakar drúgvar renni­ túrar, og hann er ikki til at flyta, tá venjingardystur er móti endanum. Ímyndin av Óla á vøll­inum er, at hann er ein eirinda­leys­ ur verjuspælari, sum ikki er bangin fyri at brúka bæði kropp­in og aðar snildir fyri at steðga mótstøðuni. Og so dámar honum ikki at tosa við fjølmiðlarnar. Men tann Óli, sum hevur sett seg hinumegin borðið á matstovuni, er ein blíður og prátingarsamur maður, sum hevur roynt nógv í síðani hann á fyrsta sinni kom á vøll­in fyri TB í 1988. Sum 40 ára gamal tuskaði hann framvegis runt í Effo- deildini í fjør, og tað er ikki óhugs­andi, at vit koma at síggja meiri til róligu og blíðu verjukepuna, men hann vil sjálvur finna hurðina. Stóribeiggi er fyri­myndin Fyrstu níggju árini býr Óli Johannesen saman við fam­ ilj­uni í Danmark. Hann er smæð­in og hevur ikki hug at spæla skipaðan fótbólt við donsk­um felagi. Tá dámar honum betri at sparka í garð­ inum, har mótstøðan er fýra ára eldri beiggin. – Jón var og er mín størsta fyrimynd. Tað hevur ikki altíð verið stuttligt hjá hon­ um at hava meg upp á sleip, men vit sparkaðu altíð í garð­ inum við einum sunnum kapp­ingar­anda, sigur Óli. Eisini gongin verður brúkt sum fótbóltsvøllur, men tað dámar ikki teimum gomlu, tá Óli og Jón spæla fótbólt sunnu­morgun klokkan 7, og hurðin til sovikamarið er málið. Sum níggju ára gamal flyt­ir Óli og familjan heim til Tvøroyrar aftur. Húsini liggja bara metrar frá vøllinum á Sev­mýru og Óli meldar seg upp í TB. – Tað var ikki nógv skipað venjing. Vit møttu og so spældu vit bólt. Tað gjørdu vit eisini á gras­vøllinum, ið ligg­ur mill­um vøllin og hús­ini hjá okk­um. Tað er líka mikið um tað er regn, vind­ur og móra, sig­ur Óli Johanne­sen og vís­ur á máln­ingi av vøll­ inum í Sev­mýri, sum hongur í høllini, hvar húsini liggja. Tað er lítið Óli og teir vinna í ungdómsárunum. Óli er framherji og tað dámar hon­um væl. Eitt minni hevur fest seg frá ungu døgunum. TB fer til Havnar at luttaka í kapp­ing og kemur í final­ una. – Tá vit koma suður aft­ ur kenna vit okkum sum heims­meistarar, sigur Óli og smílist. Framherjin blívur til miðverja Í 1988 gongur illa hjá TB. Felagið hevur havt sína stór­heits­tíð og tað byrjar at ganga skeiva vegin. Felagið roynir allar loysnir og í 13. um­fari eru boð eftir 16 ára gamla Óla Johannesen. Hann verður tveittur í álopið frá byrjan og TB vinnur 1-0. Óli minn­ist seg hava eitt skot á mál, men serliga minnist hann eitt skump, sum sendi kom­andi landsliðsspælaran umkoll. – Eg fekk eitt skump frá Meinhardti Dalbúð og fór ein ordans túr. Tað var nakað ann­að enn at spæla við dreingj­um, greiðir Óli frá. Fyrst í 90 unum er Finn Røntved venjari hjá TB og hann hevur ein øðrvísi ætlan við Óla. Hann umskúlar fram­herjan til miðverja. – Hatta býtta, sigur Óli og flennir. – Tað er stuttligari at spæla í álopinum saman við eini legendu sum Henrik Thomsen, sigur Óli, sum vísir seg at verða væl egnaður til »sweepara« plássið, sum er tann aftasti av teimum trim­ um í verjuni. Í 1995 fer Óli á læraraskúla í Havn og í 1996 skiftir hann til B36. Árið eftir vinn­ur hann meistarheitið við árstals­fel­ agnum. Tað er higartil ein­ asta meistaraheitið hann hev­ur vunnið. Óli Johanne­ sen hevur eisini sína søgu um Tomislav Sivic, sum koll­ velt­ið B36 tað árið. – Vit vóru í Grikkalandi og skuldu spæla dyst. Vit búðu á einum flottum gistingarhúsið og tað var heitt uttanfyri. Vit høvdu besta hug at hugna okk­um, men Tomislav vildi hava okkum at venja á eini gras­fløtu beint við. Tað end­ aði við, at vit runnu runt í øll­um hitanum við hvørjum øðr­um á bakinum. Eg minn­ ist ikki hvør hevði meg á rygg­inum, men stakkals mað­ur, sigur Óli og flennir. Tað árið eru Óli Johannesen og Julian Johnsson í harðari innan­hýsis kapping um hvør skjýtur fleiri mál. Ein kassi av øl stendur upp á spæl. Undan næst seinasta dystinum er Julian á odda 8-4, men upp á tveir dystir skorar Óli fýra mál. – Julian fekk ongan kassa frá mær, men hann fekk ov­mikið at drekka eftir at meist­ara­heitið kom í hús, sig­ur Óli smílandi. Frá TB til AGF og víðari til Hvidovre Eftir FM heitið flytir Óli aftur til Tvøroyrar, men honum er nú greitt, at TB er ikki tað, sum tað hevur verið fyrr. Mín hví so flyta aftur til TB? – Onnur halda at tað er løgið, men fyri meg var tað eitt lætt væl. Eg eri uppvaksin her og mær dámar væl at vera á Tvøroyri, sigur Óli um skiftið. Felagið fær bara átta stig og flytur niður. Óli kemur fyri at­finningum í 1999, tí hann spælir í næst bestu deild­ini og er á landsliðnum. Um summarið í 1999 hev­ ur Allan Simonsen, tá­ver­ andi landsliðsvenjari, ein fing­ur við í spælinum, tá Óli Johannesen skiftir til AGF. Hann er 27 ár og kemur beint inn á liðið hjá AGF. Í næsta dyst­inum er hann við frá byrj­an móti FCK og kemur á viku­liðið hjá fleiri donskum fjøl­miðlum. Í eitt gott ár livir Óli dreym­in sum yrkis­spæl­ ari. Hann fellir væl til og spæl­ar­ar­nir taka væl móti før­oy­ing­inum, sum einki ringt hevur at siga við­ spæl­arar. Tað hevur hann hin­vegin um venj­ ar­an, sum tek­ur við í 2000. Ove Christen­sen og Óli blíva ongan­ tíð væl. – Hann skuldi verða góður til at tosa við sínar spæl­arar, men tað merkti eg so einki til. Fleiri av spæl­ar­unum tos­ aðu seg bara á lið­ið, men eg eri ikki týp­ an, sum stillar seg at rópa upp, greiður Óli Johanne­sen frá. Óli Johannesen Føddur: 6. mai 1972 Foreldur: Karl og Sólrún Johannesen Systkin: Jón Johannesen Børn: Anna Óladóttir Johannesen, 9 ár Starv: Lærari Yrkisleið: 1988-95: TB 1996-97: B36 1998-99: TB 1999-00: AGF 2000: TB 2001-02: Hvidovre 2002: TB 2003: Hvidovre 2003: TB