Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur Spælararnir í felagnum skilja einki og stuðla Óla, men tað nyttar einki. Í 2000 kem­ur Hvidovre við ein­um tilboðið. Danska lands­ liðs­legendan, Peter Schmeichel, hev­ ur keypt fel­agið og hev­ur stórar ætlan­ir. Aftur fell­ir Óli væl til og verður ein lykla­spælari, men stóru æ t l a n ­i r ­ nar hjá felagnum blíva aldrin til nakað og Peter Schmei­ chel tek­ur seg úr felag­num aft­ur. – Tað var einki »her komi eg« yvir honum. Hann var bara ein vanligur maður, tá hann var sam­an við okkum, sigur Óli Johanne­sen um heims­kenda mál­ verjan. Til Kina at venja Í 2003 bjóðar umboðsmaður Óla at koma til royndar­venj­ ing í Aberdeen, men á flog­ vøllinum fær verju­kempan boð um, at hann ikki skal av­ stað alíkavæl. – Tað var eitt stórt vón­ brot. Eg fór suður aftur sum ein flongdur hundur, sigur Óli, sum tó skuldi fáa ein heldur øðrvísi møguleika stutt seinni. Brádliga stendur Óla í boð­ið at fara til Kina at venja. Umvegis Keyp­manna­ havn fer tvøramaðurin, sum als ikki hevur tað gott við at flúgva til Amsterdam. Har skal hann so flúgva víðari til Kina. – Hevði eg tá verið Keyp­ mannahavn, so hevði eg farið heima aftur. Eg ræðist so illa at flúgva og tað var eisini nær við, at eg græt á ferðini, sigur Óli. Óli kemur fram í øllum góð­um og fer til venjing. Hann minnist ikki navnið á felag­num, men hann minnist hvussu teir blivu stillaðir upp í rekkju. – So kom ein lítil maður og ýldi eftir okkum á kinesiskum, sigur Óli og grínur. Venjingin er einstáttað og hvørt øvilsi er í 45 minuttir. – Eg hugsaði við mær sjálv­um, at tað skal ein góður sátt­máli á borðið, um eg skal taka av, sigur Óli. Skiftið blívur aldrin til nakað og Óli endar aftur í Hvidovre. Ongin er eftir frá sein­ast Óli var har, og felagið flytir niður. Óli hevur nú rundað tey 30 árini og flytir heim til Tvør­oyrar har hann hevur spælt síðani. Hann steðgar í eftir 2008 tí hugurin at spæla fót­bólt vekk. Hann kemur tó aftur í fjør og sum 40 ára gam­al umhugsar Óli at taka eitt tak afturat. 15 ár á landsliðnum Óli Johannesen spælir sín fyrsta dyst við landsliðnum í 1992 og sín seinasta í 2007. Yvir tey 15 árini hev­ur hann verið kend­ur sum ein álít­ andi verju­kempa, ið hevur stýrt verj­uni. Mangan hev­ ur staðið nógv á, men Óli hevur ongan­tíð bakkað ein tumma. Tað hev­ur givið hon­ um nakrar upp­liv­ing­ar, sum hann í dag kann flenna eftir. – Tá vit spældu móti Hollandi tramp­aði Ruud Van Nistelrooy vil við vilja nið­ur á fótin hjá mær. Móti Fraklandi á Tórsvølli kom Thierry Henry rennandi aftaná mær og sló meg í høvdið við flatari hond, greiður Óli frá og leggur afturat; – Eg má hava dekkað teir nakað væl! Tað er serliga ein dystur, sum Óli minn­ist væl á lands­lið­num. Móti Wales á Svangaskarði í 1995 koma tvøra­menn talsterkir norð. Teir eru allir í appilsin­gul­um troyggjum har tað stendur Óli á. Gjøgnum allan dystin syngja teir, »Ole, ole, ole«. Eftir dystin fær Óli eina troyggju har allir fjepp­arnir hava skrivað á. – Tað er tann troyggjan eg eri mest glaður fyri í lands­ liðs­høpi, sigur Óli í ramasta álvara. Óli er eisini fyri nógvum kritikki, tá hann spælir við TB í 1. deild, men samstundis er á landsliðnum. Tá spurn­ ingurin um hann ætlar at halda fram í TB um teir spæla í næst bestu deildini, svarar hann speiskur aftur, at hann hevði spælt við TB um teir vóru í 3. deild. – Tað var ikki eg, sum hevði ein trupulleika, men lands­liðsvenjarin. Úttekur hann meg, so møti eg sjálv­ andi upp – men eg spæli har sum eg havi hug, sigur Óli Johannsen. Óli er nú 40 ár og venur við besta liðnum hjá TB. Hann hevur ikki tikið endaliga av­ gerð um at spæla komandi kapp­ingarár. – Um eg komi í form og kenni á mær, at eg kann geva nakað til liðið, so spæli eg møgu­liga. Men eg ætli mær ikki at koma sum ein av­dank­ aður gamal spælari, sum ikki kann brúkast. Eg spæli bara um eg haldi tað er stuttligt, sigur Óli Johannesen at enda. trondur@sosialurin.fo Tað var ikki eg, sum hevði ein trupulleika, men landsliðsvenjarin. Úttekur hann meg, so møti eg sjálvandi upp – men eg spæli har sum eg havi hug Óli fekk uppfylt ein dreingja dreym, tá tað bleiv heitt á hann um at standa í mál hjá TB tann eina dystin