Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Jón Brian Hvidtfeldt – Reelt verða loyvini givin út við lóg av umsitingini, uttan tíðaravmarking. Og hesi loyvi kunnu also ikki bara takast innaftur, soleiðis utt­ an víðari. Halgir Winther Poulsen, advokatur, er avgjørdur, tá hann lesur uppritið um at broyta verandi fiski­vinnu­ lóggávu. Uppritið var fyri á landsstýrisfundi mánadagin og er fundamentið undir tí spildurnýggju fiski­vinnu­ lóggávu, sum lands­stýris­ mað­urin í fiskivinnumálum hevur arbeitt við síðani í fjør­ summar og í næstum leggur fyri løgtingið. – Sambært fyrisitingar­lóg­ ini skal grundgevast neyvt og sakligt fyri eini avgerð. Hetta er ein grundmekanisma í okk­ara samfelag. Politisk argu­ment halda ikki í somáta, sigur Halgir Winther Poulsen og heldur fram: – Velur politiski myndug­ leik­in ella umsitingin at taka loyvið frá einum skipi, so hev­ur viðkomandi reiðari rætt til at verða viðfarin eins og øll onnur. Tað er eisini grund­leggjandi í okkara rætt­ar­samfelag. Og skal myndug­leikin so siga upp øll loyvi, spyr Halgir Winther Poulsen retoriskt. Hansara niðurstøða er tí, at verandi leistur í fiski­ vinnu­nýskipanini í praksis merkir, at loyvini verða enda­ liga avhendað. – Politisk argument halda sum nevnt ikki mótvegis lóg­gávuni. Og hvat skal eitt kom­andi landsstýri gera, tá øll skulu viðfarast eins. At upp­siga øll loyvi við sjey til níggju ára freist gevur heldur onga meining, tí politisku vindarnir skifta jú sum kunn­ugt, leggur hann afturat. Fundamentið Halgir Winther Poulsen legg­ ur dent á, at samfelagið má hava dugnalig og sterk reið­ arí. Tí hevur orðingin »ogn føroya fólks« í hansara huga­ heimi ikki so stóran týdning, hvørt hon verður broytt til »ogn landsins« ella ei. – Tað er ikki so áhugavert, hvat barnið eitur. Tí flestu eru væl samd um, at vit kunnu ikki øll fara út og fiska okkara brotpart av saml­aða fiskiríkidøminum. Hetta skulu dugnalig reiðarí taka sær av. Reiðaríini skulu sjálvandi hava tryggar karmar fyri at kunna virka, gera íløgur og tjena pengar. Men hesar karmar hevur royndi advo­ kat­urin ilt við at fáa eyga á inn­an fiskivinnuna. – Verandi fiskivinnulóg­ gáva er eftir mínum tykki at líkna við ein fløkjustamp. Eis­ ini hava vit ræðandi fordømi við makrelinum síðstu árini, har virðini eru býtt út uttan rótfesti í nakrari lóggávu ella at gjøgnumskygni hevur verið í. Og nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki, sigur Halgir Winther Poulsen. Eftir hansara tykki elvir henda støða bara til illgitan um tey, sum eru í vinnuni. Øll verða lagd undir at snýta. – Tí er so avgerandi við greið­um lógarverki, har rætt­ indi og skyldur eru greitt defi­nerað í lóggávuni, sigur Halgir Winther Poulsen. – Tryggir karmar eru av­ ger­andi fyri vinnuna. Men tað merkir also ikki, at rætt­ urin at fiska skal ganga í arv, leggur hann afturat. Brúka royndirnar Halgir Winther Poulsen var við, tá føroyska sam­fel­ ag­ið fyri meira enn tjúgu árum síðani tók síni fyrstu fet inn í oljuvinnuna. Advo­ kat­urin var ein av teim­um, sum fyrireikaðu alla olju­lóg­ gávuna, sum lá á borðinum í 1993. Arbeiðið varð gjørt í breið­um samstarvi millum fak­fólk, myndugleikar og vinn­una. – Lóggávan stendur enn, 20 ár seinni, og higartil hava Leisturin í fiskivinnunýskipanini krevur neyvar og objektivar grundgevingar fyri at krevja innaftur fiskiloyvi. Í praksis merkir tað, at loyvini verða endaliga avhendað. Ávaringin kemur frá Halgir Winther Poulsen, sum í staðin mælir politikarunum til at brúka oljulóggávuna sum fyrimynd, nú lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast ­ nýskipan avhendar fiskiloyvini Fiskivinnu-­ Um gildistíð: »Mítt uppskot er, at einki áramál verður sett á fiski­ rætt­indini, men at landið kann siga fiski­rættindini upp við sjey til níggju ára varningi… Enda­málið við uppskotinum er at geva vinnuni tryggar karmar, í hvussu so er sjey til níggju ár fram í tíð, og við hesum at tryggja, at rætturin til veiði­loyvi og fiskidagar ella egnar kvotur ikki kann takast frá eigaranum av fiskifarinum við styttri freist enn sjey til níggju ár. Viðmerkjast skal, at um rætturin skal takast frá eigar­um av fiskiførum, áðrenn sjey til níggju ára skeiðið er runnið, kann talan blíva um ognartøku.« Um tilfeingisgjald: »Eg skjóti upp, at eigarar av fiskiførum størri enn 15 tons rinda eitt tilfeingisgjald, ið verður sett sum eitt krónu­ gjald fyri hvønn fiskidag og fyri hvørt kilo toskavirði av kvotu, sum verða útlutað. Gjaldið skal ásetast eftir fíggjar­ligu gongdini í teimum ein­støku bólkunum. Gjaldið skal taka støði í samlaða rakstr­inum hjá skipunum í teimum ávísu bólkunum, tað vil siga úrslitið áðrenn rentur og avskriv­ingar, við frádrátti fyri einum roknaðum avkasti av ognunum… Við hesum er ætlanin m.a. at leggja upp fyri, at peningur ikki kann bókast út úr felagnum, áðrenn úrslit áðrenn skatt, ið ikki er óvanligt í skattaroknskapum.« Um útlendingar: »Sjálvur haldi eg, at eingin útlendingur skal kunna eiga í ella hava avgerðarrætt ella ávirkan í feløgum, sum eiga Jón Brian Hvidtfeldt Stendur tað til lands­stýris­ mannin í fiskivinnumálum, so verða fiskiloyvi ikki long­ur áramálssett, og har­ um­framt skulu tey vera munandi meira um­set­ilig. Her eru nøkur av høvuðs­ til­mæl­unum, soleiðis sum tey eru lýst í uppritinum til lands­stýrisfundin síðsta mánadag. Arbeiðið at endurskoða lógina um vinnuligan fiski­ skap byrjaði av álvara 8. mai í fjør, tá arbeiðsbólkur við embætisfólki úr Fiski­ málaráðnum varð settur at ganga ígjøgnum alla lóg­gáv­ una og koma við uppskoti um grundleggjandi broyt­ ingar á at kalla øllum økjum. Bólkurin lat úr hond­um eina rímuliga yvir­ skip­aða frágreiðing, sum var grundarlag undir aðal­ orða­skiftinum um fiski­ vinnu­politikk í løgtinginum fyrst í desember. Síðani tá er arbeiðið spískað til, og mest ítøkiliga úrslit higar­til kom mánadagin, tá lands­ stýrismaðurin legði upp­rit til eina nýggja fiski­vinnu­ lóggávu á borðið til lands­ stýrisfund. Høvuðs­punkt­ini í nýggja fiski­vinnu­politikkinum, eru sam­bært uppritinum hesi: Kollveltandi fiskivinnunýskipan