Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 altjóða oljufeløg gjørt íløgur fyri milliardir út frá teim­um karmum, sum henda lóg­gáva ásetir, sigur Halgir Winther Poulsen og peikar á drúgvu frágreiðingina frá olju­ráð­ legg­ingarnevndini hjá lands­ stýr­inum. Grundarsteinurin í kol­ vetnis­lóggávuni er, at feløg kunnu søkja um eitt loyvi, eina konsessión, í eitt ávíst ára­mál. Rættindi og skyldur eru neyvt lýst í lóggávuni, og tí vita øll treytirnar, tá eitt loyvi er leyst at søkja. Leiti­ loyvi vera latin úr 12 ár­um upp í 16 ár, meðan útvinn­ ingar­loyvi kunnu vera gald­ andi upp í 30 ár. – Sjálvandi er munur á olju­vinnuni og fiskivinnuni. Men í lóggávuverkinum eiga vit at brúka somu prinsipp. Tú skal fáa eitt loyvi, eina konsessión, at fiska hetta ávísa fiskaslag í eitt áramál, eftir ávísum rættindum og treytum. Halgir Winther Poulsen hevur tosað seg heitan: – Áramálið skal sjálvandi vera ymiskt, alt eftir hvussu kapitalkrevjandi tann ávísi fiskiskapurin er. Sjálvandi skal vera munur á, um talan er um fiskiskap við stór­ um og dýrum skipum eftir upp­sjóvarfiski ella toski í Barents­havinum, ella talan er um útróður á Norðhavinum. Men prinsippið er, at øll kenna rætt­indini og treytirnar fyri loyvinum. Og báðir partar vita somuleiðis, nær loyvið gongur út. Í gomlum døgum kundu øll bara fara út at fiska. Í dag sleppur eingin inn í vinnuna uttan at keypa seg inn fyri eina rúgvu av peng­um. Konsessiónin hevði latið upp fyri hesum, sigur Halgir Winther Poulsen. Men hvussu ber til at skifta frá verandi skip­an yvir í ta skipan, ið advokat­urin mælir til? Tí meðan olju­vinn­ an byrjaði við blankari talvu, er fiskivinnan jú til staðar í dag, bundin upp av stórum íløgum. – Eftir galdandi lóg fara øll fiskiloyvi í princippinum úr gildi 1. januar 2018. Skjót henda dato út til 2023 og brúka so neyðugu tíðina til at gera eina skipan, ið er rót­ fest breitt, bæði politiskt, í vinn­uni og samfelagnum ann­ars. Halgir Winther Poulsen mælir til at gera, eins og gjørt varð við kolvetnislóggávuni, nevn­iliga at seta eina kommis­sión við fakfólki, sum fær eina neyvt defineraða upp­gávu frá politisku skip­ anini. Leisturin hjá lands­stýris­ manninum í fiskivinnu­ mál­um er sum kunnugt ein annar. Embætisfólk úr Fiski­mála­ráðnum hava síðani á vári í fjør arbeitt við eini fiski­vinnunýskipan, og afturat teimum hevur sitið ein politiskur fylgibólkur við um­boðum úr øllum flokkum. Ein leistur, ið advokaturin heldur lítið um: – Reelt hevur tú ein lands­ stýrismann, sum ætlar sær at endavenda alla lóg­gáv­una eftir einum ári. Úrs­litið sást best aftur, tá lands­stýris­ maðurin legði arbeiðið fram mánadagin og løgmaður sama dag skeyt tað niður, ljóð­ar turra vurderingin frá Halgir Winther Poulsen. Gjøgnumskygni Innan oljuvinnuna er tað Jarð­feingi, ið metir um og harvið útlutar leiti­loyv­ini. Skal tað so vera Fiski­mála­ ráðið, ið metir um og harvið útlutar fiskiloyvini, um vit fylgja leistinum hjá advo­ kat­inum? – Avgerandi er sjálvandi arms­longdarprincippið, at tað ikki er ein politikari, ið við­ger og útlutar. Og hartil mugu reglurnar vera somikið objektivar, at ein og hvør sær, hví hesin ella hasin fær loyv­ ið. So má umsitingin viðgera umsóknirnar til tey loyvi, ið verða bjóðað út. Halgir Winther Poulsen vísir á, at lóggávan má vera somikið greið og neyv, at hon eisini ásetir treytirnar fyri, hvussu loyvini verða bjóðað út og eftir hvørjum kriterium tey verða viðgjørd. – Eitt kriterie kann vera kapitalur, eitt annað kann vera samfelagslig atlit og so framvegis. Avgerandi er bara, at almenningurin aftaná veit, hví hesin ella hasin fekk loyv­ið í eitt ávíst áramál. – Á henda hátt fáa vit eina skipan, har vinnan fær trygg­ ar karmar, har møgu­leik­ar eru hjá nýggj­um aktør­um at koma inn í vinn­una, og har gjøgnum­skygni er í, sigur Halgir Winther Poulsen. jonbrian@sosialurin.fo FISKIVINNA Jón Brian Hvidtfeldt Politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokk­ um hevur trúliga fylgt arbeiðnum hjá em­bætis­ fólkunum úr Fiski­mála­ ráð­num. Hesin partur skuldi, sambært arbeiðs­ setn­inginum, tryggja »eina politiska tilgongd, har týdningarmiklir spurn­ ingar verða viðgjørdir í polit­iska fylgibólkinum.« Men uppritið frá lands­ stýrisfundinum mándagin var ikki meira enn komið al­menninginum í hendi, tá andstøðupolitikarar í fylgi­ bólkinum vendu tí bakið. Fyrstur var formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum beinanvegin gjørdi greitt, at hansara flokkur tekur ikki undir við tí leisti, ið landsstýrismaðurin legg­ ur sambært uppritinum. Aksel V. Johannesen segði seg snøgt sagt ikki kenna politikkin aftur. Somu­ leiðis hava eisini Tjóðveldi og Framsókn víst sína ónøgd. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so gjørdi Kaj Leo Holm Johanne­ sen greitt í sam­røðu við útvarpið hjá Kring­varp­ inum, at hann kundi held­ur ikki taka undir við pørt­um av uppritinum. Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í fiski­ vinnumálum, hev­ur fleiri ferðir sagt, at lógar­verk­ið undir fiski­vinnu­ný­skip­ an­ini verður lagt fyri løg­tingið áðrenn síðsta framløgudag, sum er ein av fyrstu døgunum í mars. Málsetningurin er fram­vegis at finna eina breiða, politiska semju um fram­tíðar fiski­vinnu­ politikkin. Politiskt telving móti tíðini Hóast bert ein góður mánaður er til síðsta framløgudag í løgtinginum, so hevur Jacob Vestergaard enn langt á mál, áðrenn hann kann byrja at tosa um breiða, politiska semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin føroysk fiskiskip. Tí ætli eg mær at skjóta upp, at kravið frameftir verður, at feløg ella einstaklingar, sum eiga fiskifar undir føroyskum flaggi skulu vera heimahoyrandi, skrásett og hava høvuðssæti í Føroyum… Her skal við­merkj­ ast, at broytingarnar helst ikki koma at ávirka ís­lendskar ríkisborgarar, sum eiga í ella ætla at leggja pengar í føroysk fiskifør, tí í Hoy­víks­ sátt­málanum hava partarnir bundið seg til ikki at seta í verk nýggjar skipanir, ið gera mun á føroyskum og íslendskum borgarum.« Um ogn Føroya fólks: »Í uppskotinum til eina endur­skoðaða fiskivinnulóg er ætlanin at seta orðingina ogn landsins í staðin fyri ogn Føroya fólks. Nýggja orðingin inniheldur sum so ikki annan týdning enn tann gamla, men er ein roynd at neyv­lýsa týdningin, soleiðis at sleppast kann undan tí stóra orðadráttinum um hesa áseting… Dentur skal leggjast á, at rætturin at fiska er ikki privatur ognarrættur, men ein brúks­rættur.« Um umsetiligheit: »Egnar kvotur kunnu av­ hendast øllum øðrum fiski­førum við veiðiloyvi. Eftir hesum kann ein flakatrolari ella upp­sjóvarskip avhenda kvotu til t.d. ein ísfiskatrolara ella línuskip… Fiskidagar kunnu avhendast øllum øðrum fiski­ førum við veiðiloyvi. Fiskiloyvi, ið geva atgongd til at fiska av felagskvotu, felagskvotu við hámarki, felags fiskidøgum ella øðrum fiskiskapi, kunnu avhendast… Reglurnar um, at tað ikki ber til at flyta dagar frá húki til trol og øvugt, og tvørtur um 110-tons, verða framhaldandi galdandi.« Um brúksskyldu: »Eg fari at umhugsa at skjóta upp, at tá fiskirættindi (veiði­ loyvi) ikki verða brúkt í longri áramál, t.d. tvey ár, so fellur rætturin aftur til landið og gerst atkomuligur hjá øðrum.« Um útblaking: »Í hesum sambandi ætli eg mær at gera uppskot til reglur um, at ólóglig veiða eisini skal førast til lands. Hetta kann vera hjáveiða, ungfiskur, undirmátsfiskur o.s.fr. Eitt gjald verður lagt á slíka veiðu, so at veiðan ikki kann avreiðast til fullan marknaðarprís.« Um avreiðing: »Ætlanin er, at føroysk fiski­ skip framvegis skulu kunna avreiða upp til 25 prosent av veiðuni uttanlands og at restin av veiðuni skal avreiðast í Føroyum. Eg fari at skjóta upp, at uppboðssølukravið verður strikað… Grundin til at strika upp­boðssølukravið er m.a. at hetta kravið avmarkar møgu­ leikarnar fyri eini optimering av virðisketuni, og at tað saman­ umtikið førir við sær lægri prís fyri vøruna.« jonbrian@sosialurin.fo Sjálvandi er munur á olju­vinnuni og fiski­ vinnuni. Men í lóggávu­ verk­inum eiga vit at brúka somu prinsipp Halgir Winther Poulsen, advokatur Savnsmynd