Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan Pride of Fife: Ómøgu Hetta er seinni partur við frásøgnini hjá Andreas Petersen í Oyndarfirði. Teir liggja við leka í Orknoyggjum, og nú ræður um at sleppa heim til Føroya 2. partur Óli Jacobsen Pride of Fife liggur í Kirkwall við fýra monnum. Tað er ikki greitt, hvørj­ir hinir tríggir eru. Eftir frá­ søgn­ini er Andreas komin til Skot­ lands einsamallur. Um hann hevur manning av staðnum, ella hann hevur fingið manning úr Føroyum vita vit ikki. Seinast varð greitt frá, at teir vóru komnir inn í Kirkwall at kroka og at fáa tett ein leka, men at fáa lekan tettan var ikki gjørligt. Andreas heldur áfram við frá­ søgnini: Aftur í illveður Vit lógu nú í Kirkwall í fleiri dagar fram til týsmorgunin kl. 8, og nú fara vit av stað til Føroya. Hann er blivin lágur í ættini. Tá var ikki telefon umborð í skipum, so tað bar ikki til at geva boð frá sær. Tá ið vit týskvøldið móti skýming eru komnir 10-15 fjórðingar norður frá Orknoyggjar, nú brennir hann á høgt við ódnarveðri. So skal repast. Tað var allar myrkastu nátt, og vit fingu eitt rep niður í stórseglið. So fer ein maður upp at skera lissuna í. Hann klagar um, at hann finnur ongar kósir at fáa lissuna í, tí tað var so myrkt. Hann hevði so fingið lissuna í til endan, men tá ið dagur kom, tá var lissan bara í aðru hvørjari kós. Ja, so bleiv roynt at sigla við fokk­uni miðskips, og siglt var eftir sum veðrið var. Tað var ælaveður, og tað var ójavnt í vindi, stormur við hvørt og eitt sindur frægari við hvørt. Soleiðis baksa vit hesa nátt. So kemur mikudagurin, og veðrið heldur sær við sama lag. Vit høvdu eina kumpass, sum var púra hopleys. Tá ið skipið fekk eitt sett ella eitt nos, trillaði hon einar 100 ferðir runt, so man visti ikki, hvar ið man lá, ella hvar man kom. Men vit royndu at pressa alt tað, sum vit kundu. Mikudagurin gongur, og so kemur hósdagurin, og hann gongur við sama lag. So kemur fríggjadagurin við sama lag. Vildi ikki ræða teir ungu Vit høvdu ongan bát. Tað einasta var nakrar gamlar ráir liggjandi á dekkinum, sum teir høvdu havt til seglini, ið teir fyrr høvdu brúkt. Eg hevði sjálvsagt tankar um, hvat ið kundi henda. Eg var tann elsti, og eg var tann ráðandi, og teir vóru ungir. Eg tonkti uppá at fara at gera okkum ein flaka úr hesum ráðum at taka til, um nakað skuldi henda. Báturin lak so mikið illani, at um tað skuldi hent, at pumpan gekk fyri, ja so vóru vit ferdigir. Hetta tonkti eg, men eg tordi ikki at siga tað, tí eg fryktaði fyri, at um eg fór at gera nakað sovorðið, so kundu teir blíva bangnir, og so var liðugt. Donkeyketil Vit høvdu so ein donkeyketil um­ borð, sum fylgdi við bátinum. Hetta var eitt slag av dampdrivnum “hjálpi­motori” . Vanliga vóru teir brúkt­ir til at hiva seglini. Men kundu eisini vera settur til eina pumpu og var hetta umframt pumpuna á dekkinum. Men skipið hevði verið brúkt til sildafiskarí, og tað var ógvuliga skitið niðri í botninum. Tá ið vit høvdu fingið pumpuna at taka, var eitt eygablikk, so var tipt aftur. So mátti aftur farast niður í botnin at fáa reinsa eitt sindur burtur frá. Grót var til barlast, so har skuldi so ein maður liggja og knossast við at fáa grótið burtur, so at sleppast kundi framat at reinsa fyri at fá pumpuna aftur at taka. Ein maður skuldi stýra, og ein skuldi pumpa, so ikki vóru nógvir at taka av. Ongantíð bar heldur til at sleppa at sova. Tað var hopleyst, vit máttu allir verða um tað sum var. Donkeyketilin gjørdist ein ser­ligur trupulleiki. Eingin visti, hvussu ein slíkur ketil skuldi pass­ ast. Vit høvdu ikki sæð slíkan ketil fyrr, men vit høvdu roynt at spurt okkum fyri, áðrenn vit fóru avstað. Onkur hevði forklárað okk­um eitt sindur, men tað var somikið lítið, at vit høvdu onki forstáilsi fingið uppá, hvussu ein slíkur ketil arbeiddi. Eina ferð nú er so ræðuligt gníst og floytan niðri undir. Tað fyllist alt upp á dekkið við dampi, og vit vistu onki, sum vóru á dekkinum, hvat hetta kundi vera. Ein maður var niðri undir at passa ketilin. Hann hevði fýrt so nógv, at ketilin kókaði yvir. Tað var nakað, sum var ókent fyri okkum, og sum vit ikki høvdu rokn­að við. Vit sóu ongan mann, tað sást einki fyri dampi. Og so einaferð, nú kemur maðurin upp við eini stórari pøs fullari av logandi koli. Nú hevði hann tikið alt koli út undan ketlinum, og hann helt at tað vóru einastu ráð at fáa eldin yvir borð. Tá máttu vit grína. Hetta mundi vera ein­asta løtan á túrinum, sum var eitt sindur skemtilig. Alt var so gjøgnumbloytt av damp­inum, koyggjuklæðini og alt. Men vit sluppu so ongantíð í koyggj­una kortini, so vit hildu, at tað kundi gera tað sama. Malena og Andreas saman við soninum Jens Erling (1915-1971), kallaður Dessi, konu hansara, Aase, og dótrini ,Jytte f. 1944. Myndin er úr Oyndfjarða søgu hjá Freydis Poulsen Fyrri partur endaði i Kirkwall í Orknoyggjum og hesin partur byrjar í Kirkwall Fyrsta land teir á Pride of Fife sóu var Beinisvørð.