Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan liga ferðin til Føroya Vildu ikki hava hjálp frá trolara Ja, nú vóru vit komnir til middags fríggjadagin, ongin maður hevur blundað frá tí, vit fóru týsdagin úr Kirkwall. Á middegi fríggjadagin sóu vit ein trolara. Tað bleiv so heysað flagg, og hann kemur til okkara. Vit høvdu lítið ánilsi av, hvar ið vit vóru komnir, av tí at kumpassin var, sum hon var. Eg begynni at tosa eingilskt og at spyrja hvar vit vóru. Teir svara aftur, men vit skiltu teir ikki. Nú var tað ein týskur trolari. Eing­in okkara dugdi týskt, so vit fingu onki burtur úr tí. Vit royndu at gera teimum greitt, hvussu vorðið var, og at skipið var farið at leka. So begynti skiparin at tosa nak­ að, sum vit skiltu, og tað var danskt! Hann segði, at hann vildi taka fólkið og sleppa skipinum, men tað dámdi okkum illa. So royndu teir á trolaranum at fáa eina kastilínu við einum sjekli í endanum til okkara fyri at fáa stjóra okkum umborð. Teir kasta einaferð, men rukku ikki. Teir kast­ aðu aðru ferð, men teir rukku held­ ur ikki. Men triðju ferð, tá rakti hann í bógvin. Meðan hetta gongur fyri seg, nú síggja vit land. Ein maður tekur eitt lodd og bindir tað upp í ein snøris­stubba, og kastar tað yvir borð og sigur, at nú hava vit botn eisini. Nú var alt í fínasta lagi, so vit biðja hann bara fara, og so seta vit segl aftur. Endiliga móti landi Landið, vit sóu, var Beinisvørð, sum vit høvdu í ein landnyrðing. Tá var veðrið blivið hampuligt. Tað var høgætt ella landnyrðingur, og vit sluppu norður fyri Nípubakkan um kvøldið, og tá blívur stilli. Nú eru vit so troyttir, at eg síggi, at tað blívur galið við hetta lag. Tað er fríggjakvøld, og ongin maður hevði blundað síðan týsmorgun. Meiningin hjá mær var at sleppa í fyrstu havn, sum vit kundu koma, tað kundi so verið Tvøroyri. Men har blivu vit liggjandi, tí tað bleiv stilli alla náttina. Morgunin eftir er tað leygar­ morg­un, og nú eru vit suðuri við Sumbiar­endan. Streymurin hevði tikið okkum, og vit máttu fylgja við. Men so kemur lot lágt, og vit spílaðu alt fyri, vit áttu, og sigla so norð við Suðuroynni vestanfyri, og tonktu uppá at sleppa á Tvøroyri. Kundu sova hálvan tíma Hesa náttina, sum vit lógu vestan fyri Suðuroynna, tóku vit ein hálv­ an tíma at sova til hvønn mann. Tá kundi ein liggja á beinkinum. Tað skuldi passast væl uppá, at tað skuldi ikki verða meir enn ein hálvur tími. Vit máttu skiftast. Tríggir máttu verða uppi. Tveir máttu al­tíð verða hjá pumpuni, og hesir máttu skiftast, annars bleiv tað ov stræv­ ið. Ongantíð kundi pumpan slepp­ ast. Tann bitan sum vit fingu, var ein keks, sum vit høvdu í hondini, og bitu í av og á. Tá ið vit komu norð aftur fyri Nípu­bakkan, nú er vestfall aftur í Suðuroyarfirði, so tað bar ikki til at fara at krússa vestfallið. Vit komu ikki inn í Suðuroy uppá tann mátan, tað tók eisini ov langa tíð. Vit lótu so standa til norðureftir og komu líka á Vestmanna seinnapartin. Vit ankra, so illa fyri sum vit vóru. Á Vestmanna Ja, so eru vit komnir inn á Vest­ manna, vit heysaðu flagg upp. Men tað varnaðist rímiligvís ongin, um eitt skip flaggar, tá ið tað er komið inn í havn. Vit fingu onki gjørt, tí vit høvdu ongan bát. Tá vit høvdu ligið har í einar tveir tímar, tá kemur ein bát­ ur av útróðri. Vit fingu rópt eftir hon­um, so sluppu vit í land, og fingu samband við fólk. Eg vendi mær til sýslumannin, og hann var ógvuliga fyrikomandi. Eg segði, hvussu forholdini vóru og hvussu vit vóru fyri. Hann fekk so fólk at hjálpa okkum at pumpa. So vítt eg minnist, so haldi eg at bedingin var upptikin. Tað bleiv orðnað fyri at leggja bátin inn á sandin. Og um kvøldið, tá ið tað var vorð­ ið myrkt, tá vóru vit komnir upp á sandin. Tað mátti passast uppá sjóvar­falli. Tá ið man skal leggja skip upp á land plagar tað at verða gjørt, tá ið tað var byrjað at fjarða eitt lítið sindur, fyri at fáa skipið út aftur, tá ið næsta flóð kom. Soleiðis gjørdu vit eisini. Men tá vóru vit illa fyri. Vit vóru so útasaðir, vit orkaðu onki. Men vit vóru allir so ungir og í góð­um ár­ um, evnaligir vóru eisini menn­inir. So nú fóru vit at kóka okkum kaffi, og tað var fyrsti kaffimuður, vit høvdu smakkað, síðani vit fóru úr Kirkwall. Kaffi bleiv kókað, og tað bleiv skonkt. Men ongin av okkum hevði smakkað tað. Tað upp­dagaðu vit, tá ið vit vaknaðu aftur. Allir vóru sovnaðir niður við borð­inum uttan at hava drukkið. Tá ið tað bleiv fjøra, fingu teir tett lekan. Tað varð kolfatrað, og so fingu teir neglt eina blýplátu aftur yvir. Á næstu flóð blivu vit hálaðir út aftur. Nú var sunnunátt, vit fóru so mánamorgunin av Vestmanna og á Fuglafjørð, tá var alt í lagi. Tá var túrurin úti, men tað var ein ringur túrur fyri okkum. Sigldi alt kríggið við Mazeppu Soleiðis endar Andreas sína frásøgn um henda túrin, har teir eins væl ikki kundu komið aftur. Men seigir vóru teir. Um onkur veit nakað um, hvørjir menn, ið vóru saman við Andreas hendan túrin, hevði tað verið áhugavert at frætta. Pride of Fife fekk stutta ævi. Eina kavaroksnátt nøkur fá ár seinni rak hon á land í Fuglafirði og gjørdist vrak. Orsøkin var, at eitt skip hevði siglt teymin av. Andreas keypti saman við brøðr­um sínum sluppina Esther úr Íslandi seint í 1922. Hon var bygd í Grims­by í 1888. Teir høvdu hana til 1927, tá ið Napoleon Jensen, Gøtu Poli, keypti hana til Klaksvíkar. Seglhúsmenninir Joensen & Olsen keyptu Esther í 1938. Hon endaði aftur í Grimsby sum eitt fornminni. Tað seinasta nýggja um hana er annars, at hon er sokkin og stendur á botni. Andreas fór seinni við Mazeppu hjá S.P.Petersen í Fuglafirði, sum beiggi hansara, Poul førdi frá 1938 til 1955. Poul var annars bestimaður við Pride of Fife í 1921 og 1922. Andreas hevði tikið skiparaprógv hjá Hans Djurholm í 1917. Hann var nógv ár við Mazeppu, og hann sigldi við henni undir øllum krígnum uttan at koma í nakran vanda. Andreas á Marknagili úr Oynd­ arfirði hevði í Dagblaðnum í 1992 hugleiðingar um Esther: »Eg minnist sera væl tann dagin, hon á fyrsta sinni kom heim við Líð. Sum vituligt var, varð báturin flotaður við tað sama, og vit smá­ dreingir sluppu við umborð. Tá á døgum var siður hjá skipsmonnum at geva smádreingjum keks at eta, tá teir komu at borði. Tað var fyrstu ferð eg sá eitt stýrhús og ein motor ganga. Forvitnir, sum dreingir gjarna eru, var farið í hvønn krók. Alt hug­tók okkum, maskinan og stýr­húsið, sum var tað stóra undri í okk­ara eyg­um. Eg minn­ist til rattið, telegrafin niður til motor­in, og ikki at gloyma hil­lina aftan­til, har øll fløgg, ið hoyrdu til út­gerðina, vóru goymd.« Vissuliga er nógv broytt. Tí er tað so umráðandi at fáa varðveitt tað, sum kann varðveitast um hesa tíðina. Komandi partur Í komandi parti verður farið út um landoddarnar. Vitjað verður í einum Stasi minningarsavni í Rostock í gamla DDR. Andreas keypti seinni Esther Undir øllum krígnum sigldi Andreas við Mazeppu Skipari á Mazeppu var Poul, Hoygarðs Poul