Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 2 VIKUSKIFTI Super Bowl Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður Harbaugh-familjan, sum sunnukvøldið vinnur Super Bowl, men tað verður sama familjan, sum eisini tapir dystir. Brøðurnir Jim og John Harbaugh eru venjarar fyri ávíkavist San Francisco 49’ers og Baltimore Ravens, og eitt ár eftir, at teir blivu fyrstu brøðurnir, sum vórðu høvuðsvenjarar hjá liðum í NFL, hava teir leitt liðini hjá sær til størsta dystin í amerikanskum fótbólti – Super Bowl finaluna. Tað eru fimtan mánaðir ímillum brøð­urnar, sum báðir fingu áhuga fyri amerikanskum fótbólti, tí pápi teirra var venjari á studentaskúlum og lærd­ um háskúlum í 41 ár. Stórt veitslukvøld Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA, og sunnu­ kvøldið verður Super Bowl nummar 47 hildið. Finalan verður hesaferð í New Orleans. Hetta er eisini eitt rimmar veitslu­ kvøld hjá amerikumonnum, og tað er bara á Thanksgiving, at amerikanarar eta meira kjøt enn til Super Bowl kvøldið, verður sagt. Tað er serliga í USA og har á leið, at áhugin fyri amerikanskum fótbólti og Super Bowl er ovurhonds stórur, og tað er eisini serliga tann áhugin, sum ger Super Bowl til eina ta mest sæddu ítróttarhendingina í sjónvarpi í heim­ inum. Men Super Bowl hevur ikki eins nógvar hyggjarar kring heimin, sum finalan í Champions League fótbólts­ kappingini hjá UEFA hevur. Tað verður nógv gjørt burtur úr undir­haldinum í hálvleikinum, og hesaferð skal Beyonce framføra. Song­ kvinnan Alicia Keys skal syngja tjóð­ sangin áðrenn finaluna. Tíðarmunurin millum okkum og USA ger, at finalan verður til náttar­ sjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði upp­hiting og sjálvum brakinum á rásini TV3+ sunnukvøldið frá klokkan 21.00. Nýggir forførarar Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Jógvan Hansen / Mynd: Ólöf Erla klumman Eyðun Klakstein Venjararnir hjá liðunum, sum spæla finaluna í amerikanskum fótbólti, eru brøður. Sunnu­ kvøldið verður Super Bowl nummar 47 Í vikuni vóru liðin 80 ár, síðani Adolf Hitler kom til politiska valdið í Týsklandi. Við mið­vísari manipulering, har propa­ganda­ ráð­harrin Joseph Göbbels stílaði fyri, skapti Hitler eitt ræðandi einaræði, sum royndi at týna ávís fólkasløg og førdi kríggj á fleiri frontum samstundis. Tíðarskeiðið frá 1933 og fram til 1945 var blóðugt og myrkt. Heimurin endaði í oyðileggjandi kríggi, og milliónir og aftur milliónir av fólki lótu lív á vígvøllum, í býi og á bygd. Endin var tíbetur, at hitlerveldið fall, og aftan á – og síðani – hava fólk spurt seg sjálvi, hvussu tað kundi henda. Hvussu kundi ein maður sum Hitler fáa so stórt vald og so stóra undirtøku, at hann fekk tað mesta av einari tjóð at mar­sjera í takt fram móti einum óndum eina­veldi? Kundu fólk ikki hugsa sjálv? Var propa­ ganda­maskina ov sterk? Nógvir søgufrøðingar – og onnur klók fólk – hava síðani roynt at funnið fram til, hvussu hetta kundi lata seg gera, og nú 80 ár seinni spyrja vit okkum: Kundi tað veruliga hent aftur? Øll vilja vit svara nei. Tað kundi ikki hent aftur. Tað er vónleyst at stýra øllum miðlunum – traditionellum og sosialum – nú á døgum, og fólkið hevði ikki latið seg forført á sama hátt av einum vitleysum leiðara. Og ivaleyst er tað rætt – í øllum førum fyri okkara part av Europa. Men hinvegin ber væl til at forføra og leiða fólk nú á døgum – um ikki á sama hátt sum í Týsklandi fyri 80 árum síðani. Marknaðarføring er modernað propaganda, og hon er effektiv. Nú á døgum síggja vit, hvussu vit hava hug at ganga í takt, bara vit síggja eitt súrepli á einari elektroniskari vøru, og hvussu vit fylla okkum við ósunnum drykkjuvørum, tí vit verða freistað at gera tað. Og í hesum døgum er upphitingin til nýggja X-Factor kapping byrjað í Danmark. Púra ókend fólk ganga av gøtuni og inn í eitt sjónvarpsstudio, og um 10 vikur standa 40.000 vill fólk í Parkini og rópa eftir teimum ókendu sangarunum, sum umvegis sjón­ varps­miðilin, har helvtin av tjóðini situr rúnar­bundin og fylgir við, eru blivin kend. Kanska frægari, at vit verða forførd av X-Factor, Apple og Coca-Cola – men forførd, leidd og villleidd verða vit! So segði hann... Brøður dystast í Super Bowl – Eg má hava dekkað teir nakað væl Fyrrverandi landsliðsspælarin Óli Johannesen, sum upplivdi at van Nistelrooy traðkaði hann á tærnar við vilja, og at Thierry Henry gav honum eina flata hond í nakkan Sunnukvøldið bresta 49’ers og Ravens saman í Super Bowl – og Harbaugh-brøðurnir eru venjarar hjá hvør sínum liði