Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo – Handan dagin gloymi eg ongantíð! Soleiðis sigur Lív Durhuus úr Vest­ manna, sum í dag býr í Thisted. Dagurin, hon sipar til, er 16. januar, tá ið seks ára gamli tvíbura­son­urin Magnus var so óheppin at fáa ein elds­ loga í andlitið, tá ein hjálpar­peda­gogur stoytti eldfima vesku á eitt bál í frítíðar­ skúlanum, har tvíburarnir ganga. Tað var ikki bara sjálv hendingin, sum var skakandi, tí eisini handfaringin hjá starvsfólkunum var undir alt lág­ mark, heldur hon. – Tað var dótturin, sum ringdi til mín og segði frá, at Magnus varð bliv­ in brendur í andlitinum. Eg hugsaði bein­an­vegin, at tá tað var dótturin, ið ringdi, og ikki starvsfólkini, so var tað helst ikki so álvarsamt - sjálvt um dótt­urin græt í telefonini, sigur Lív Durhuus. Hon stendur eina løtu við telefonini, áðrenn hon ringir til mannin og biður hann fara eftir Magnus, tí hann er vorðin brendur í høvdinum. – Hann sigur tað sama, at tað hevur eingin ringt frá skúlanum, men eg sigi við hann um at fara, tí Emma græt og var ógvuliga ávirkað av hesum, sigur Lív Durhuus. Emma er elsta barnið hjá Lív Durhuus og Jesper Mørch Jensen og gong­ur í Østre Skole í Thisted, har øll fimm børnini hjá teimum ganga. Pápin fer so av stað til skúlan, men tekur tað róligt, tí við fýra dreingjum er tað ikki ókent, at heinta onkran teirra á skúlanum við holi á høvdinum ella líkn­andi. Men tað er ein ótespilig sjón, ið møtir Jesper, tá hann kemur á skúlan, tí tá situr Magnus brendur í øllum and­ lit­inum. Melda málið Tað var týðiligt, at starvsfólkið í frí­ tíðar­skúlanum ikki visti síni livandi ráð. Við danskar miðlar sigur starvsfólkið, at tey høvdu roynt at ringt 1-1-2 eftir fimm minuttum ella so, men at tað gekk so long tíð, áðrenn nakar svaraði, at tey løgdu á aftur. – Tað kenna vit einki til, tí tað hevur eingin sagt okkum. Vit hava valt at melda málið til politiið, sum nú ger sínar kanningar, sigur Lív Durhuus. Skúlastjórin var eisini úti í donsku miðlunum fyrstu dagarnar og greiddi frá, at starvsfólkið hevði ikki ringt til alarm­sentralin, og at tað var hann harmur um. – Seinni er so komið fram, at starvs­ fólkið kortini skal hava ringt 1-1-2, men at tað tók ov langa tíð, áðrenn tað svar­ aði, so tey løgdu hornið á aftur, sig­ur Lív Durhuus. Tað er eisini komið fram, at starvs­ fólkið skal hava ringt á skaða­stovuna á Sygehus Thy Mors, men hesum ivast mamman í. – Tey sótu ov vættu andlitið á Magnus við klútum, tá Jesper kom á skúl­an, og tað verður ikki gjørt við brand­sár. Eg havi sjálvt gingið til fyrstu­hjálp, og eg veit, at slík brandsár skulu skolast í vatni, sigur hon. Hon er so avgjørd í sínum máli, at hon nú hevur søkt um innlit í málið fyri at fáa staðfest, um starvsfólkið veruliga hevur ringt 1-1-2 og á skaðastovuna á Sygehus Thy Mors. – Tí tað trúgvi eg snøgt sagt ikki, sigur Lív Durhuus. Hon fer sjálvandi á skaðastovuna, og á vegnum ringir hon til frítíðarskúlan og biður tey um at senda hini børnini hjá sær heim. Systir mín var komin til okkum at vera, so hon kundi taka sær av børn­ unum, tí eg metti ikki, at vit vóru heima áðrenn klokkan trý, tá børnini fáa frí úr skúla, sigur Lív Durhuus. Álvarsamt Av skúlanum siga tey henni, at hon mátti ikki fáa ein skelk, tá hon sá Magnus, tí tað var ikki so ringt, sum tað sá út. Tað var bara yvirflatiskt. – Eg fekk ein rætt­iligan skelk, tá eg komi á skaðastovuna og síggi, hvussu hann sær út. Tað var heilt týðiligt, at her var ikki bara talan um yvirflatisk sár, sigur Lív Durhuus. Komin á skaðastovuna er bert at bíða eftir avgerðini hjá teimum læknum, ið har vóru. Teir tóku myndir av Magnus og sendu til Ríkissjúkrahúsið fyri at teir har kundu taka eina avgerð um, hvørt Magnus skuldi flytast til Keyp­manna­ havnar, sigur Lív Durhuus. – Eg sá fleiri ræðslumyndir fyri mær, men tað allarfyrsta, eg hugsaði, var, um hann mundi síggja meg, sigur Lív Durhuus, sum greiðir frá skakandi hendingini, tá ið seks ára gamli sonurin varð brendur illa í andlitið Eg hugsaði alt tað ringasta mynd: Privatar So illa varð Magnus brendur í andlitinum