Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 5 VIKUSKIFTI mynd: Peter Mørk/Nordjyske Á skaðastovuni verður Magnus spul­aður við vatni. – Tað eru tríggir kranar, sum støðugt spula vatn í andlitið á honum. Hetta dám­ar honum illa, og hann grætur, sigur Lív Durhuus. Magnus fær so hesa viðgerðina í ein­ar fýra tímar, áðrenn tey verða flutt við tyrlu til Ríkissjúkrahúsið, har tey koma um 18-tíðina. Allan vegin við tyrluni varð vatn sprænt á andlitið, og hetta heldur fram, tá tey koma á Ríkissjúkrahúsið. – Vit koma á trauma deildina, og har heldur viðgerðin fram. Hann skuldi eis­ ini steriliserast, so hann verður vask­ aður og allar blørurnar vóu tiknar burtur, sigur Lív Durhuus. Ikki fyrr enn klokk­an 21.30, eru tey komin upp á stov­una, har Magnus skal liggja. Ikki eymkað seg Hvørjir tankar renna gjøgnum høvdið á einari mammu, tá hon sær son sín so brendan í and­lit­inum? – Eg hugsaði alt tað ringasta. Fer hann at ganga og hava fult av arr­um í and­litinum alt sítt lív? Eg sá fleiri ræðslu­myndir fyri mær. Men tað allar­fyrsta, eg hugsaði, tá eg sá hann, var, um hann mundi síggja meg. Um hann hevði fingið skaða á eyguni. Men tað hevði hann tíbetur ikki, sigur Lív Durhuus. Magnus liggur so á Ríkissjúkra­hús­ inum, og hann verður vaskaður hvønn dag og skorpur og leys húð verður tikin av hvønn dag. Danski miðlar hava gjørt nógv burturúr, hvussu væl hesin lítli drongur hevur handfarið støðuna. – Hann hevur grátið um kvøldarnar, tá vit hava tosað heim við systkinini og páp­an, men hann hevur ongantíð eymk­að seg og hevur ongantíð sagt av, sig­ur Lív Durhuus. Hann hevur sjálvandi longst eftir sínum systkjum og pápanum, men tað hevur fyri so vítt verið tað. – Sjálvandi, fyrstu vikuna ella so fekk hann pínulinnandi heilivág, so hann hevur ikki havt pínu, men tað hev­ur verið ógvuliga ótespiligt hjá hon­um, sigur Lív Durhuus. Serliga dagin eftir hendingina var andlitið ógvuliga hovið, og tað bilti at síggja. Hann skuldi spæla við iPhone'ini hjá mær, men hann sá næstan einki, so hovið varð andlitið, so tað gekk ikki so væl, sigur Lív Durhuus. Gongur skjótt framá Læknin á Ríkissjúkrahúsinum, ið stóð fyri viðgerðini, segði beinanvegin við danskar miðlar, at Magnus mest sann­ líkt ikki fór at fáa varandi mein, og at hann allarhelst fór at liggja á sjúkra­ hús­inum í 12 dagar. Og tað helt næstan stikk. – Magnus hevur góð grøðingarevni, og hann er eisini ógvuliga tilvitaður um, hvat hann skal gera fyri at blíva frískur. Eitt, sum tey uppliva við børnum, sum verða so brend, er, at tey ikki vilja eta, men tað hevur als ikki verið so við Magnus, sigur Lív Durhuus. Og hann hevur ikki bert etið nógv, men hann hevur eisini rættað seg eftir at eta tann kost, sum hann hevur fingið at vita er góður fyri hann. – Tað er serliga týðandi við prote­ inum, so hann hevur drukkið nógva mjólk og milkshake og etið nógv jogurt og ostahaps, og eg haldi eisini, at hann hevur tikið uppá, sigur Lív Durhuus. Men tað merkist sjálvandi, at kropp­ urin grøðist. – Tað skriðar alla tíðina, og tí vil hann so fegin klóra sær, og tað er jú ikki so gott, tí tá kann koma bruni í. So eg má alla tíðina ansa eftir honum, sigur Lív Durhuus. Tað var tí við eitt sindur blandaðum kensl­um, at Lív og Magnus vórðu út­skriv­að eftir 10 døgum, tí eins nógv sum hon gleddi seg at síggja hini børn­ ini aftur, eins nógv stúrdi hon fyri, at Magnus skuldi fáa bruna í sárini. – Annars er Magnus við at koma inn í gerandisdagin aftur. Hann er heima hjá mær, men er við, tá eg koyri hini børnini í skúla um morgunin og fari eftir teimum seinnapartin. Og øll geva hon­um ans, hyggja at honum og tosa við hann, og tað er kanska gott, tí so fær hann meira frið, tá hann fer í skúla aftur, sigur Lív Durhuus. Ikki beisk, men... Men tað er ikki bara Magnus, ið fólk hava givið ans. Eisini tann samlaða danska miðlaverðin og partar av teirri før­oysku við hava vilja fingið orðið á Lív Durhuus og mannin, Jesper Mørch Jensen. – Tað er ikki akkurát eg, tað er meira maðurin hjá mær. Hann kann siga, at nú vil tað og tað blaðið fegið koma heim til okkara at tosa við okkum, men tað havi eg altso sagt nei til. Nú má tað vera nokk. Søgan kann ikki blíva við at vera líka áhugaverd, tí nú vita øll tað, sigur Lív Durhuus. Maðurin og Magnus hava tó ikki so nógv ímóti at tosa við miðlarnar, men nú hevur Lív sett markið. – Maðurin hevur einki ímóti tí, og Magnus heldur tað vera stuttligt at síggja seg sjálvan í sjónvarpinum, men nú er málið nátt. Orsøkin til, at vit yvir­ høvur byrjaðu at tosa við miðlarnar var, at vit vildu varpa ljós á hetta at hava slíka vesku á stovninum. Tað er skelk­andi, sigur Lív Durhuus. Kortini eru tey ikki beisk um hetta, sum hendi Magnusi. – Nei, tað eru vit ikki, tí hetta er ikki hent við vilja. Hesin pedagogurin hevur ikki hugsað, at nú fari eg at brenna eitt barn. Men eg havi verið rættiliga beisk um støðuna aftaná, at kommunan ikki vil viðurkenna, at tey hava gjørt ein feil, tí tað kenni eg ikki, at tey vilja, sigur Lív Durhuus. Hon sigur tó, at skúlin sjálvur hevur eftirmett og sett nýggjar skipanir í verk. – Skúlin og skúlastjórin hevur takl­ að støðuna væl, og honum havi eg einki ímóti, heldur ikki leiðaranum av frí­ tíðar­skúlanum, men tað er kommunali part­urin, sum eg ikki eri nøgd við, sigur Lív Durhuus. Tað skapti ein mótvilja móti ser­liga frítíðarskúlanum, og beint eftir hend­ ingina var hon avgjørd í at taka børnini úr frítíðarskúlanum. – Men vit hava altíð havt góð viður­ skifti við frítíðarskúlan, og sum tíðin er gingin kenni eg, at eg má skapa álit aft­ur. Tað fer kanska at taka sína tíð, men tað skal nokk koma, sigur Lív Durhuus. Magnus, mamman og systkini. Frá vinstru: Malthe (8), Jacob (6), Magnus (6), Lív, Emil (11) og Emma (12)