Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Tað kann vera trupult at seta síni fingramerki á eina íbúð, tí flest alt innbúgvi, sum vit fáa fatur, minnir nógv um hvørt annað. Men tað ber til at sniðgeva síni egnu ting, uttan at tað skal kosta so nógv. Her eru nøkur ráð til hvussu tú gert tína íbúð sermerkta Ger tín egna stíl Sov á plattum Eg havi borið eyga við hesar plattarnar fleiri ferðir, og eg snøgt sagt elski hetta rákið. Tú kanst fáa fatur á nøkrum plattum frá onkrum handli, sum uttan iva fegin vil sleppa av við teir. Síðani kanst tú mála teir hvítar, og leggja eina madrassu omaná. Hetta verður til eina sera vakra song, og prikkurin yvir i'ið kann vera at leggja ljós undir songina, so plattarnir koma til sín rætt. Tú kanst eisini nýta plattar til at gera ein bonk, eitt sofaborð og mangt annað – tað er í veruleikanum bert hugflogið, sum setur markið! Sunt te Sum eitt alternativ til kaffi og vanligt te, kanst tú gera tær hendan heimagjørda temunnin, sum eisini er ógvuliga góður fyri heilsuna. Tú skalt nýta honning, myntbløð, ingifer, lime­fruktir og sitrón. Tú skerur fruktirnar í lítar bitar, og koyrir tær í eitt krúss við kókaðum vatni. Síðani koyrir tú honning í, og smakkar til. Tað er sera frískligt, og hjálpir ímóti hálsbruna. Ger títt egna veggjaprýði Eitt veggjaprýði, sum mær dámar sera væl, er eitt svart heimskort á einum hvítum veggi (sí myndina). Men um tú vilt gera tín egna stíl, so kanst tú finna fram okkurt motiv – kanska eitt kort av Føroyum – og fáa tað gjørt til klisturmerki, sum vera hongd á veggin. Tað finnast ein ørgrynna av heimasíðum, eitt nú trendystickers. dk, har tú kanst sniðgeva títt egna klisturmerkið, ella keypa tey, sum eru har frammanundan. Mín yndis smoothie At byrja morgunin við einum glasi av smoothie er nakað av tí besta eg veit. Tað er eisini lekkurt at bjóða gestum, og sera einfalt at gera. Eg koyri einans umleið ein hálvan pakka av frystum jarðberum í, tvær bananir, og síðani pressi eg eina appilsin, og koyri nakað av kjøtinum frá appilsinini í, og eitt lítið sindur av vatni. Síðani nýti eg ein blendara til at gera hetta drekkandi. Tað er sum so einki óvanligt við hesum drykkinum, annað enn, at tað er ógvuliga sunt, tí hvørki jogurt ella mjólk er í. Minst bara til at stoyta kókað vatn á jarðberini áðrenn. Endurnýt gamlar møblar Ístaðin fyri at blaka gomul skáp, gamlar kommodur ella okkurt annað burtur, so kanst tú royna at fríska tey upp. Mær dámar sera væl, at skáp við glashurðum hava okkurt serstakt tapet á aftastu plátuni, so tað sæst út ígjøgnum glas­ hurðarnar. Men tað er ein ørgrynna av møguleikum. Tað týdningarmesta er at lata hugflogið ráða, og síðani fara á netið, og síggja hvørjar møguleikar eru har. Tað eru ein ørgrynna av útlendskum veitarum, sum selja tapet við teksti ella klisturmerki við alskyns motivum. Eitt nú er tapeteksperten.dk