Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Eg arbeiði sum hárfríðkanarmaður og eigi Salong K. Arbeiði eisini ein dag um vikuna í Salong Liljuni í Havn. Harafturat arbeiði eg trý kvøld um vikuna í Vælveru Fitness í Runavík og Havn. Hvat er tað besta við starvinum? Eg elski at síggja, tá fólk blíva glað fyri nýggja hárið og føla seg væl. Sum instruktørur dámar mær væl at síggja fólk smílast, flippa út og fara flennandi heimaftur – serliga frá zumbatímunum. Hvat ger teg í góðum lag? Hanga út við vinum, familjuni og mínum gubbabørnum. Og ungdómsmøtini, har eg brúki nógv av mínari tíð. A ella B-menniskja? Eg eri eitt B-menniskja, við einum mega stórum B. Tíverri eisini eitt sindur A-menniskja... ikki ein góð kombinatión. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Eg elski fimleik. Rørslurnar og at síggja hvat kroppurin er mentur at gera. Elski tað! Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Nógvum ymisku, serliga andligum tónleiki. Serliga væl dámar mær Gaither og øll, sum eru við har. Tað er nakað, sum veruliga ger meg glaðan Hvat er besta lag, sum er gjørt? Veit ikki, tað eru so ótrúliga nógv løg, ið mær dámar. Hvussu eru tínir matvanar? Puha... vildi ynskt, at eg kundi sagt, at eg var mega sunnur, men so er ikki. Hvør er tín fyrimynd? Foreldur míni og Paulus í Bíbliuni. Hvat gert tú í frítíðini? Eg undirvísi í Vælveru Fitness og zumba í fimleikar­høllini i Leirvík. Annars eri eg formaður í ungdómsarbeiðinum í Leirvíkar missiónshúsi, har eg brúki nógva tíð. Annars er tað vinir, familja og hugni heima við hús Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Tíverri geri eg alt ov lítið av tí, men eg elski Føroyar – best place ever. Hvør er tín lívrættur? Pitabreyð við væl kryddaðum kjøtfarsi og salati afturvið . Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Ymiskar sendingar so sum Bones, NCSI, Ghost og nógvar aðrar. Hvør bók liggur á náttborðinum? Har liggur Bíblian og so eini 10-15 aðrar bøkur, sum eg havi havt ætlanir um at lisið í umleið 3-5 ár. Eg helt, eg bleiv ikki eldri, tá eg skeitti í eldraálitið. Men byrðan lætnaði. Vit, sum eldast líka skjótt øll, hava nógv at gleða okkum til, skal eldraálitið takast í álvara. Men eg ivist tó í, um tað í fullum álvara skal takast í álvara, tá eg síggi orðavalið og gullrandaðu lyftini til okkara, sum fara frá um nøkur ár. Verða biðin um at fara frá við lágprísfráfaringaravtalu. Tak til dømis hesa skyggjandi perluna úr eldraálitinum: »eldri skula hava møguleika til at liva í sóma og tryggleika, uttan at verða brúkt ella at vera fyri krops­ligum ella sálarligum ágangi.« Jú, men, hvat er tað ikki stórt. Uttan at verða brúkt á arbeiðs­ marknaðinum til dømis. Slík mergjað orð og lyfti krevja eina stóra álitsskuffu. Hava vit álit á álitinum um álitið á tey gomle, mugu vit tó ansa væl eftir einum. Allur føroyskur politikkur er tvíeggj­ aður. Eisini eldra­politikkurin. Vit vilja hava føroyingar heim úr Dan­mark. Nú tað verður so himm­alskt at vera gamal í Føroyum, fara føroyskir fólka­ pen­sjón­istar í Danmark at flyta til Føroya at hava tað himmalskt, áðrenn tey fara longur upp, til Himmals. Men heim aftur til hvat? Jú, tað er júst har, sum snildin er. Eldrapolitikkurin í Føroyum er tann, at børnini røkja for­eldrini, tá tey ikki longur orka at hjálpa sær sjálvum. So fólka­pensjónist­ ar­nir, sum flyta til Føroya, hava børnini við sær og abbabørn og ommu­børn. Og so hokus pokus filieldrapolitikkur fara vit upp um 50.000 í Føroyum. Og allir kirkju­ garðar skulu útbyggjast. Eldra­ politikkurin verður ikki broyttur, álit ella aðalorðaskifti ella ei. Hóast vónbrot altíð er avleið­ ingin, er tað ikki býtt kortini at gleða seg, hava okkurt gott í væntu. So sum at gerast eldri, nú tað skal verða so gott. Aldurdómurin er vorðin ein frídøming. Gleðin at gleða seg er einasta gleðin í tímaglasinum. Undantøk eru sum í øllum øðrum. Eg gleddi meg altíð at fara í Plan B í Keypmannahavn. Varð heldur ongantíð vónsvikin har. Nú er Plan B stongt fyri ein­um ári síðani, og tíverri er eingin planur B í danska høvuðs­ staðnum. Eg gleði meg altíð, tá eg skal av landinum, út at ferðast, hóast mær ikki dámar at flúgva. Gleði meg til at skeinkja reyða vínið úr Kili í plastglasið har uppi. Og hvørja ferð lesa tey frálíku orðini á fløskulepanum: »Santa Rita 120 honouring 120 patriots who helped lead Chile to independence.« Um vit áttu 120 fosturlands­ vinir, sum leiddu Føroyar til sjálv­stýri, áttu vit at heiðra tey við einum snapsi. Men vit eiga bara snapsin. Nøkur eru longu farin at gleða seg til jóla. Jólini áttu at verið grivin niður, tí tey krevja so nógv mannalív hvørt ár, fólka­ talið minkar meira enn vant í desember. Og hvussu nógvar jólagávur eru gleðina at bíða eftir teimum verdar? Dreymar eru eisini neyð­ugir, hóast teir verri enn so altíð ganga út. Eg hugsi um dag­dreymar. Náttar­dreymarnir stýra sær sjálvum. Teir eru tann real­ abstrakti veruleikin. Øll hava ein dreym, okkurt tey ætla sær, áðrenn tey fara hiðani. Hoyrdi um ein vakran dreym jólaaftan. Í prædiku sínari í Jacobi kirkj­ uni í Stralsund tosaði prest­urin um at hava ein dreym, sum eina ferð, fyrr ella seinni, gongur út. Prestur tosaði um eina konu, sum alt lívið vildi sleppa at vera Maria moy í jólaleikinum um Jesu føðing. Tað slapp hon so...tá hon var 99 ár. Tað var annars, sum skilst, eitt stórt frambrot og en rár hending, tá føroyska fólkakirkjan nakrar tímar eitt fríggjakvøld var í 21.øld. Hví ikki taka alla kirkjuna niður og ikki bara gáttina? Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Kartin Høgnesen lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg 15 bøkur á náttborðinum Umframt Bíbliuna liggja útvið 15 bøkur á náttborðinum, sum hárfríðkarin og zumba­ instruktørurin Kartin Høgnesen hevur havt ætlanir um at lesa seinastu fimm árini Seniorskemt