fríggjadagur 1. februar 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 13 · 1. februar 2013
8
VIKUSKIFTI
Grand Prix
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sangur, framførsla, útsjónd, flytingar,
eygnabrá, ja, alt skal rigga og ganga upp
í eina hægri eind, tá ið Jógvan Hansen
og Stefanía Svavarsdóttir leygarkvøldið
verða við í finaluni í íslendska Grand
Prixnum.
Tað er fyrsta treytin fyri at hava ein
kjans at vinna Grand Prixið, sum hevur
við sær luttøku í europeisku kappingini
í Svøríki í mai.
– Tað er í grundini ørt, at eg havi
brúkt tveir mánaðir til eina framførslu,
sum varðar tríggjar minuttir, men tað
eru treytirnar í Grand Prixnum, sigur
Jógvan Hansen.
Sjey sangir kappast
Hesaferð hevur íslendska Grand Prixið
verður skipað við tveimum innleiðandi
kappingum og einari finalu. Farna
vikuskiftið vóru innleiðandi kappingar
fríggjakvøld og leygarkvøld, og tá
komu tríggir sangir víðari frá hvørjum
umfari.
Harafturat hevur ein dómarabólkur
valt ein av innsendu sangunum, sum
ikki varð sloppin við í kappingina í
fyrstu syftu, til finaluna, og tað verða
sostatt sjey sangir, sum kappast í final
uni.
Innleiðandi umførini vórðu hildin
hjá íslendska kringvarpinum, men
leygarkvøldið verður stórsligni salurin
í Harpuni tikin í brúk, tá ið endaligi
vinnarin skal finnast.
Jógvan og Stefanía eru nummar
fimm í røðini leygarkvøldið.
Nógv at hugsa um
Framførslan í Grand Prixnum er tríggj
ar minuttir til longdar, og allir smálutir
eru lagdir til rættis í minstu detaljur.
– Vit hava koreograf og stylist at
hjálpa okkum við, hvussu vit framføra
sangin. Vit skulu vita, hvussu vit flyta
okkum á pallinum, hvat vit gera við
armar og bein, meðan vit syngja, og
vit fáa sjálvandi eisini hjálp til at lata
okkum í, sigur Jógvan Hansen.
– Hetta er neyðugt, og tað er gott at
fáa so góða hjálp sum gjørligt til fram
førsluna, so at hon riggar í sjónvarpi. Í
innleiðandi kappingini sóu vit, at onkur
framførsla kiksaði eitt sindur, og so
kom sangurin ikki víðari, hóast hann
saktans kundi verið komin í finaluna,
sigur hann.
Einki má kiksa
Hóast Jógvan Hansen hevur sera nógvar
royndir at framføra til stór og krevjandi
tiltøk, kann einki samanlíknast við lut
tøkuna í Grand Prixnum.
– Øll tey, sum framføra, fyrireika seg
minst líka væl, sum vit gera, men alt
snýr seg um, hvussu tað riggar á kvøld
inum. Tað snýr seg um at framføra og
levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá
skal alt rigga. Kiksar nakað, ja, so hevur
tú ongan kjans í kappingini.
– Tí er stórt trýst á okkum, sum
framføra í Grand Prixnum, og av øllum
teimum framførslunum, sum eg havi
havt gjøgnum árini, er tað til Grand
Prixið, at eg havi havt mest nervar. Tú
hevur eitt skot, og tað skal raka plett.
– Tað hjálpir okkum sjálvandi, at vit
hava vant sera nógv alla framførsluna,
og tí kunnu vit vónandi slappa eitt
sindur av, tá ið vit standa á pallinum,
tí vit kenna okkum trygg í tí, sum vit
gera. Royndirnar, sum vit annars hava,
eru eisini ein góð hjálp, men tað er eitt
trýst, tí einki má og skal kiksa, sigur
Jógvan Hansen.
Hava ein kjans
Okkurt árið hevur greiður favorittur
verið til at vinna íslendska Grand
Prixið, men hesaferð tykist kappingin
at verða meira jøvn og opin.
– Áhugin fyri okkara sangi hevur
verið stórur, og vit hava fingið sera nógv
rós. Sjálvandi ber ikki til at gera øllum
til vildar, tí fólk hava ymiskar hugsanir
um tónleik og framførslur, men saman
umtikið hava vit fingið sera positivar
reaktiónir, sigur Jógvan Hansen.
– Tað er eingin greiður favorittur
til kappingina hesaferð, og tí hava vit
kanska eisini ein kjans í finaluni. Tað
kann tað sama verða vit, sum vinna,
sum tað verður onkur annar. Í øllum
førum halda eg, at vit hava ein góðan
sang, sigur Jógvan Hansen.
tríggjar
minuttir
Alt snýr seg um
– Tað snýr seg um at framføra og levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá skal
alt rigga. Kiksar nakað, ja, so hevur tú ongan kjans í kappingini, sigur Jógvan
Hansen, sum leygarkvøldið syngur í finaluni í íslendska Grand Prixnum
Stóri og flotti salurin í Harpuni er karmur um finaluna í íslendska Grand Prixnum