fríggjadagur 1. februar 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 13 · 1. februar 2013
11
VIKUSKIFTI
Í einum parti av heiminum doyggja fólk av svongd,
meðan hin parturin stríðist við vælferðarsjúkur
og fita. Man kann gera nógv fyri at vísa sína
ónøgd, so hetta er onkursvegna mín persónligi
háttur at vísa tað, sigur Pall Oddur Rubeksen
myndir: savnsmynd
Ein ørgrynna av kanningum vísa, at ein
kann seinkað ellistilgongdina við
at eta færri kaloriur. Hesar
kanningar eru gjørdar við
mýs, rottur og hundar, og
tað vísir seg, at tað er ein
samanhangur millum hvussu
skjótt tín kroppur eldist, og
hvussu nógvar kaloriur tú etur.
Við at eta færri kaloriur klænkar
tú í byrjanini, men eftir hetta lækkar
stofskifti, og harvið verður ellistilgongdin steðgað.
Seinastu 20 árini hava granskarar í USA kannað apur, har
helmingurin hevur etið 30 prosent minni kaloriur enn vanligt,
og hin helmingurin hevur etið púra vanligt. Tá ið kanningin
var liðugt, vóru 37 prosent av apunum, sum fingu vanligan
mat, deyðar av ellissjúkum. Meðan hjá apunum, sum ótu 30
prosent minni enn vanligt, vóru einans 13 prosent deyðar
av ellisorsøkum. Tær apurnar, sum ótu færri kaloriur, sóu
yngri út, og høvdu munandi færri lívsstílssjúkur.
At minka um kaloriurnar hevur eina jaliga ávirkan á nógv
viðurskifti – eitt nú kolesterol og blóðtrýst. Men tað er trupult
at gjøgnumføra ein lívsstíl við at inntaka færri kaloriur, tí tað er
vandi fyri, at tú ikki fær tær vitaminir og
annað, sum tú hevur tørv á. Nakrar
kanningar vísa eisini, at hesin
lívsstílur kann hava ringa
ávirkan á sálarligu heilsuna.
Seinastu árini hava
granskarar so granskað
innan fasti-kurin, sum nevnist
»alternate day fasting«, sum er ein
øðrvísi máti at inntaka færri kaloriur.
Tað finnast fleiri ymiskir mátar at fasta. Summi eta annan
hvønn dag. Summi fasta tveir dagar um vikuna, og summi
eta 600 kaloriur annan hvønn dag, og síðani vanligt hinar
dagarnar. Kanningar á hesum økinum vísa, at fasting hevur
somu jaligu ávirkan á djór, sum tað, at eta færri kaloriur.
Enn hevur hesin lívsstílur tó ikki verið
nóg væl kannaður við menniskjum,
og tí er trupult at meta um
hvørjar langtíðarávirkanir
hetta kann hava.
Keldur: politiken.dk og b.dk
At fasta annan hvønn dag er eitt nýtt rák, sum tekur útgangsstøðið í gransking
innan samanhangin millum at eta færri kaloriur og hvussu kroppurin eldist
Hví eta annan hvønn dag?
Um tú ætlar tær at royna at
fasta annan hvønn dag, nakrar
ferðir um vikuna ella okkurt heilt
annað, so eru her nøkur góð ráð til
hvussu tú kanst fáa tað at rigga
➤ Fær til læknan áðrenn, og kanna títt
blóðtrýst, kolesteroltal og so framvegis,
og tá tú hevur fastað í ein mánað kanst tú
fara aftur til læknan, og soleiðis finna fram
til hvønn mun hesin lívsstílur hevur gjørt.
➤ Teir dagarnar tú fastar skal kroppurin
svølta. So lat vera við at drekka kaloriurnar
ístaðin. Halt teg til te, kaffi og vatn.
➤ Ger tað tí tú gjarna vilt. Um tú heldur
tað er ein keðiligur lívsstílur fyri
teg, so lat vera. Tað finnast aðrir
kurar, sum eru lættari at fylgja.
➤ Ikki revsa teg sjálvan. Um tú skalt
til føðingardag ella onkra veitslu ein
dag, har tú eigur at fasta, so fá tær at
eta, og fasta ein annan dag ístaðin.
Tað ger lívsstílin nógv lættari.
➤ Teir vanligu dagarnar kanst tú
eta hvat tú hevur hug til.
Góð ráð