fríggjadagur 1. februar 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 13 · 1. februar 2013
10
VIKUSKIFTI
Lívsstílur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað var eitt sjónvarpsinnslag um ein
mann, sum át annan hvønn dag, sum
gav Páll Oddi blóð á tonnina. Honum
hevur altíð dámt væl at geva sær sjálv
um eina avbjóðing, og tað var júst tað
torføra í hesum lívsstíli, sum dró Páll
Odd.
Hann varð forvitin eftir at vita
hvussu hesin livihátturin riggaði í
veruleikanum, og hvørjar ávirkan hetta
mundi hava á kroppin, so hann leitaði
sær út á alnótina, og har var áhuga
verdur lesnaður at finna.
– Eg læs meg fram til, at fasting
førur til fleiri jalig úrslit. Eg ivaðist
í, um fasting mundi vera skaðiligt og
beinleiðis ósunt fyri kroppin, men posi
tivu fylgirnar av at fasta gjørdu meg
bert enn meiri forvitnan og tendraðan
uppá at royna hetta, sigur Páll Oddur
Rubeksen.
Hóast ein skjótt klænkar av at eta
annað hvønn dag, so er hetta ikki enda
málið hjá Páll Oddi.
– Endamálið við fastingini er fyri
mítt viðkomandi ikki ein kurur, men
ein avbjóðing eg ikki kann siga nei til.
Málið er at liva lívsstílin í eitt ár, greið
ur Páll Oddur frá.
Ein uppreistur móti matspillu
Tað er eingin loyna, at vit í vesturheim
inum hava nógvar vælferðarsjúkur at
dragast við. Í u-londum er hetta ikki ein
trupulleiki, tí her er størsta avbjóðingin
mangan at finna nóg mikið av mati
til at yvirliva. Hetta spældi eisini ein
leiklut, tá ið Páll Oddur valdi hendan
lívsstílin.
– Onkursvegna er livihátturin ein
uppreistur ímóti yvirframleiðsluni av
mati og matspillu, sum fer fram í heim
inum í dag. Í einum parti av heiminum
doyggja fólk av svongd, meðan hin
parturin stríðist við vælferðarsjúkur og
fita. Man kann gera nógv fyri at vísa
sína ónøgd, so hetta er onkursvegna
mín persónligi háttur at vísa tað, sigur
Pall Oddur Rubeksen.
Jaliga ávirkan á kropp og sál
Hóast flest øll menniskju um okkara
leiðir eru von við at eta hvønn dag, og
halda hetta vera tað mest natúrliga, so
eru tað jaligar fylgir av at skera nið
ur, og eta annað hvønn dag ístaðin.
Tað merkti Páll Oddur á sínum egna
kroppi.
– Tann fyrsta vikan var sum so ikki
so torfør at koma ígjøgnum. Eg drakk
nógv vatn teir dagarnar eg ikki át, og
teir dagarnar eg át, tá royndi eg at eta
nokk – kanska í so nógv. Men aftaná
ta fyrstu vikuna og ein mánað fram,
varð tað ómetaliga torført. Eg bleiv
skjótt linur teir dagarnar eg át, og til
tíðir fekk eg mær ein blund ella tveir.
Eg var lesandi tá, og eg minnist, at eg
umhugsaði at gevast, um eg bleiv við
at verða linur, men aftaná nakrar vikur
hvarv møðin, og eg fekk nýggja orku,
greiður Páll Oddur frá.
Eftir hetta føldi Páll Oddur onga
svong teir dagarnar hann ikki át, og tí
gjørdist hetta ein sera lættur lívsstílur.
Ein partur av avbjóðingini er tó veitslur
og annað líknandi, har matur er karmur
um góða hýrin.
– Tá er tað ómetaliga torført at halda
seg frá mati – um tað so bert er eitt
breyðstykki ella ein kakubiti. Men tað
hjálpur væl at hava vatn ella thé hjá
sær, greiður Páll Oddur frá.
Tey rista við høvdinum
Hóast tað eftir øllum at døma eru fleiri
jaligar fylgir við at fasta við jøvnum
millumbilum, so er hetta ikki ein lívs
stílur, sum er nógv útbreiddur í Føroy
um. Páll Oddur hevur verið varin
við at tosa um sín lívsstíl, tí fólk seta
spurnartekin við um hetta er gott fyri
likamið.
– Men tað er eingin grund at fjala
tað, tí fólk spyrja altíð hví man ikki etur
ella hví man ikki vil hava nakað at eta.
Tey allar flestu hava rist eitt sindur við
høvdinum, men altíð við einum smíli.
Tey ivast í hvussu sunt tað er fyri lika
mið, og undrast á hvussu man kann
koma ígjøgnum ein dagligdag uttan at
eta, greiður Páll Oddur frá.
Fyrimunir og vansar
Mest eyðsædda broytingin við fasting
er, at ein klænkar rættiliga skjótt. Men
haraftrat hevur Páll Oddur upplivað
fleiri aðrar jaligar fylgir, sum eitt nú
lægri blóðtrýst.
– Eg føli meg meira kláran og frísk
an teir dagarnar eg fasti. Hetta kemst
allarhelst av at kroppurin ikki nýtir orku
uppá at forbrenna máltíðirnar. Umframt
hetta, so havi eg meiri frítíð. Eg kann
gera ørindir í døgurðasteðginum ístaðin
fyri at eta, sigur Páll Oddur.
Páll Oddur hevur eisini merkt, at
hansara viljastyrki er styrkt nógv.
– Eg merki væl, at tað skal nógv
meira til áðrenn eg gevi upp, um eg
siti við onkrum, sum eg skal gera ella
loysa, greiður hann frá.
Tó so eru eisini vansar við hesum
lívsstíli. Eitt nú ber ikki til at venja teir
dagar, tá ið ein fastar. Ein annar vansi
er, at føðingardagar og veitslur gerast
ein størri avbjóðing, tí tá er lagt upp til
ein betri bita.
Men hóast vansar eisini eru við hes
um lívsstíli, so heldur Páll Oddur, at
hetta er ein góður máti at liva.
– Eg vil avgjørt viðmæla øðrum,
sum dáma eina góða avbjóðing at
royna hetta. Tað eru aðrir hættir at tapa
seg uppá, og hetta er kanska tann mest
víðgongdi. Men hetta er eitt fínt ískoyti
til aðrar heilsumøguleikar, sum finnast,
sigur Páll Oddur.
Í summar hevur Páll Oddur liva
hendan lívsstílin í eitt ár, og tá umhugsar
hann at gevast við at fasta.
Páll Oddur Rubeksen hevur altíð verið áhugaður í heilsu og venjing, og
honum dámar væl at geva sær sjálvum eina avbjóðing. Tí hevur hann seinastu
mánaðirnar einans etið annan hvønn dag. Hansara royndir eru bæði jaligar og
neiligar, men samanumtikið eru nógvir fyrimunir við hesum serstaka lívsstíli
annan
hvønn dag
Eg eti