Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Framyvir skulu tað bara vera alment góðkendir grinda­ menn, sum skulu sleppa at drepa grind. Tað heldur Ólavur Sjúrða­ berg, formaður í Grinda­ manna­felagnum. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum, sum eisini um­situr grindareglugerðina, er í ferð við at broyta grinda­ reglu­gerðina. Í hesum sambandi ætlar lands­stýrismaðurin, at fram­ yvir skal tað vera bannað at brúka vanliga, siðvanda, grinda­knívin og grinda­ krókin í grinda­drápi. Í staðin skulu vit bara brúka nýggja mønustingaran og blásturkrókin í grinda­ drápi og tað skal bara vera av neyð, at gamli reiðskapurin kann verða brúktur, har onki ann­að letur seg gera. Ólavur Sjúrðaberg tekur fult undir við, at tað hereftir verður mønustingarin og blástur­krókurin, sum verður tann góðkendi grindareið­ skap­urin. – Vit halda, at grinda­reglu­ gerðin hevur tørv á at verða endurskoðað regluliga, tí vit hava alla tíðina vakin eygu yvir okkum. Hann tekur eisini undir við, at gamli grinda­reiðs­skap­ urin verður avmarkaður sum nógv, sum gjørligt. – Vit halda í hvussu so er, at blásturkrókurin eigur at verða kravdur, uttan undan­ tøk. – Hann dugir ikki at hugsa sær nakra støðu, har tað ikki skal bera til at brúka blásturkrókin, heldur enn van­liga grindakrókin. – Men skuli tað verið viður­skifti á onkrari hvalvág, sum kunnu avmarkað brúkið av blásturkrókurin, eigur tað ikki at vera brúkt sum grund­ geving fyri at taka gamla grindakrókin í nýtslu. – So eiga vit heldur at broyta viðurskiftini á hval­ vágni og laga tey soleiðis til, at blásturkókurin kann brúkast. Grindamenn góðkennast Nýggi reiðskapurin hev­ur nú verið í brúki í eina tíð og formaðurin í Grinda­manna­ felagnum heldur, at nú hevur tilvenjingartíðin verið so mik­ ið drúgv, at tað er ráðiligt at broyta reglugerðina og gera blástur­krók og grindakrók til kravdan grindareiðskap. Men hann heldur sam­ stundis, at vit eiga at gera meiri fyri at læra fólk at drepa grind. – Aðrastaðni er vanligt, at fólk skulu á skeið í at hand­ fara vápn, og skulu taka veiði­prógv, áðrenn tey fáa veiði­loyvi. Ólavur Sjúrðaberg heldur, at hetta eiga vit eisini at seta í gildi í Føroyum. – Eg haldi at grindamenn skulu hava eina almenna góð­kenning fyri at sleppa í grind. – Øll skulu framvegis verða vælkomin í grind, men tað skulu bara vera góð­kend­ ir grindamenn, sum skulu sleppa at drepa grind. Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiskivinnu­ mál­um, sum eisini umsitur grinda­reglugerðina, tekur fult undir við, at grindamenn skulu vera góðkendir, so­ leiðis sum formaðurin í Grinda­mannafelagnum skjýt­ur upp. – Vit skulu sjálvandi ikki gloyma at vit búgva í Før­ oyum og tískil skal eisini mark verða fyri, hvussu aka­dem­iskt, vit skulu gera grinda­dráp, sigur Jacob Vester­gaard. Hinvegin staðfestir hann eisini, at hann er opin fyri øllum góðum hug­skot­ um. Og hugskotið um góð­ kendar grindamenn, heldur hann, er fínt. – Eg dugi væl at ímynda mær, at royndir grindamenn fáa til uppgávu at læra ung­ dómin at drepa grind, sigur hann. Hann tekur eisini und­ir við tankanum um at mønu­ stingarar skulu góð­kenn­ast, so at bara grindamenn bara sleppa í grind við mønu­ stingarum, sum eru gjørdir eftir ávísari tekning, ið veitir trygd fyri, at teir kunnu brúk­ast til endamálið og avlíva hvalin bæði skjótt og brátt. – Grindahvalur er eitt stórt dýr og tað er neyðugt, at farið verður fram við skili, legg­ur landsstýrismaðurin afturat. Hann sigur, at nú ætlan­ in er at broyta grinda­reglu­ gerðina, skal málið til hoyr­ ingar og tað er væl hugsandi, at hesar broytingarnar eisini vera við í broytingunum. Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at ivi kann vera um ábyrgdarbýtið í sam­ bandi við grindarakstur og grinda­dráp, soleiðis sum for­mað­urin í Grinda­manna­ fel­ag­num sigur. – Tað ábyrgdarbýtið er púra greitt. Gongur tað galið, er tað ikki reglugerðini, tað bag­ir nakað, men fólkunum, sum skulu virka eftir henni og tað kann ongin reglugerð byrgja upp fyri, sigur lands­ stýrismaðurin. aki@sosialurin.fo Fín hugskot skeið at drepa grind góðkenning Grindamenn skulu hava Grindadráp Formaðurin í Grindamannafelagnum heldur, at tað eigur at verða eitt krav, at bara tey, sum fara á skeið og fáa eina serliga góð­ kenning, skulu sleppa at drepa grind Grindamenn skulu hava eina almenna góðkenning fyri at sleppa í grind Mark skal verða fyri, hvussu akademiskt, vit skulu gera grindadráp, sigur Jacob Vestergaard Savnsmynd