Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í hesum sambandi hugs­ar hann sær, at grinda­menn fáa eitt skeið í at brúka blástur­ krók og mønu­stingara. Hann hugsar als ikki um at seta grindamenn á skúla­ bonk, heldur hugsar hann um, at grindamenn eiga at fáa kunning um, hvussu nýggi reiðskapurin virkar. – Tá ið grind so er, skulu teir vera saman við einum roynd­um grindamanni, sum kann leggja teimum lag á, at brúka reiðskapin í veru­ leik­anum til at avlíva nakrar hvalir við, til teir eru komnir á lagið, og kunnu verða góð­ kendir grindamenn. Formaðurin í Grinda­ manna­felagnum heldur, at tað verður ongantíð ein so stór grind í Føroyum, at tað ikki ber til hjá nøkrum góð­ kend­um grindamonnum at fáa lívið av henni. Hann vísir eisini á, at ein mønustingari er eitt spjót, og eitt spjót er eitt vápn, sum kann vera vandamikið í ókøn­um hondum. Eisini tí er neyðugt við eini ávísari upplæring og til­venj­ ing, áðrenn ein grindamaður fær góðkenning – Tað ræður um at brúka vit og skil og tað er neyðugt, at vit alla tíðina gera ábøtur fyri at grindin kann avlívast so skjótt, pínuleyst og etiskt forsvarligt, sum gjørligt. Hann heldur, at nógvar av teimum ábótum, sum verða gjørdar, eru bara ein spurn­ ingur um tilvenjing. Hann minnist, hussu mót­ støðan var, tá ið hvalváknið varð bannað, tí tað var ikki øll­um, sum dámdi tað. – Tað varð loyvt at brúka hval­vákn í undantaksføri, men tá ið nakað var fráliðið, var tað ongin, sum brúkti hval­vákn longur. skeið at drepa grind Góðkendur grindamaður – Bara alment góðkendir grindamenn skulu sleppa at drepa grind, heldur formaðurin í grindamannafelagnum. Her er grindamaður í ferð við at avlíva ein hval við nýggja mønustingaranum, sum hereftir verður eitt krav í grindadrápi Áki Bertholdsen Teir mønustingarar, sum verða brúktur í grinda­ drápi, skulu verða gjørdir eftir tekning. Tað heldur Ólavur Sjúrða­berg, formaður í Grinda­mannafelagnum. Sum tað sæst í aðrari grein, tekur hann undir við ætlanin iat broyta grinda­reglugerðini, so at gamli grindaknívurin verð­ur av­skaffaður og at mønu­sting­arin verður kravd­ur grinda­reiðskapur ístaðin. Men tað skal ikki vera hvør sum helst mønu­ stingari, sum hvør grinda­ mað­ur sær ger eftir sínum egna høvdi. – Tað skal vera ein mønu­stingari, sum er gjørd­ur eftir tekning, og sum lýkur ávís krøv, so at vissa fæst fyri, at hann hev­ur tað rættað sniðið sum tryggjar, at hvalurin verð­ur avlívaður skjótt og pínu­leyst. Tí heldur Ólavur Sjúrða­berg, at bara mønu­ sting­arar, sum eru gjørdur eftir avísari tekning, skulu verða loyvdir. Sýnast og góðkennast Sostatt heldur Ólavur Sjúrða­berg ikki bara, at grinda­menn skulu verða góð­kendir. Hann heldur eisini, at mønustingarin skal verða góðkendur. – Tá ið ein grindamaður hevur útvegað sær mønu­ stingara, skal hann sýnast av einum almennum mynd­ug­leika og fáa stemp­ul í, sum prógvar, at hann er sýnaður og góð­ kendur. Ólavur Sjúrðaberg held­ur, at hetta eigur eis­ ini at verða gjørt við atlit­ ið at tryggingini. – Fær ein grindamaður skaða av einum mønu­ sting­ara, sum ikki er góð­ kend­ur, kann vandi vera fyri, at hann onki endur­ gjald fær frá tryggingini, sigur formaðurin í Grinda­ mannafelagnum. Hann sigur, at hesi síðstu árini hava tey roynt fleiri mønustingarar og nú halda tey seg hava funnið eitt snið, sum riggar væl til endamálið. – Men sjálvandi er altíð rúm fyri ábótum, sigur hann, tí á hesum øki koma vit ongantíð á mál. Seta krøv til mønu­ stingaran GRINDADRÁP Bara mønu­ stingarar, sum lúka ávís krøv, skulu fáa góðkennning til at verða brúktir í grindadrápi Eitt, sum formaðurin í Grinda­mannafelagnum held­ur, eigur at verða gjørt, er at gera grinda­reglu­gerð­ ina greið­ari, so at tað er púra greitt, hvussu ábyrgdar­ býtið er ímillum sýslu­menn, grinda­formenn og grinda­ menn. Hann nevnir ikki nakað ávíst dømi, men hann sigur, at viðhvørt eru viðurskiftini ikki nóg greið og tað kann elva til órógv. – Tað eigur at verða so, at kommandolinjan er púra greið, so at allir vita, hvør hev­ur ovasta myndugleika og, hvønn myndugleika, sýslu­menn hava og, hvønn myndug­leika, grindaformenn hava – og skulu allir grinda­ menn akta boðini, teir fáa. Somuleiðis heldur hann, at tað er ein spurningur um tað ikki eisini átti at verðið ásett í grindareglugerðina, hvør WHF-rás skal brúkast í samband við grind, so allir grindamenn hava eina ávísa WHF rás at lurta eftir fyri at tryggja, at allir fáa boðini, givin vera. aki@sosialurin.fo Greiðari ábyrgd í grind Tá ið tosað verður um grind, verður mangan tos­að um grindakrók og sóknar­ongul, hvørt um ann­að. Men hetta er sami reið­ skapur. Tey flestu kalla tað sóknarongul, men í Suður­ oy verður ikki ann­að heitið brúkt enn grinda­ krókur. Men okkum vitandi hev­ur ongin enn kallað nýggja blásturkrókin fyri blástur­ongul, tí hann tykist at eita blástur­krók­ ur, hvar í landinum tað so er … aki@sosialurin.fo Krókur og ongul Myndir: Álvur Haraldsen