mánadagur 4. februar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Joensen
Tann 54 ára gamla kvinnan
var í rættinum í síðstu viku,
og har bleiv avgjørt, at hon
skal sita í varðhaldinum
til tann 27. februar. Hon er
skuldsett
fyri
manndráp
sambært grein 237 í revsilóg
ini og hevur sitið í varðhaldi,
síðani hon varð tikin.
Henning
Østergaard
Kristensen hjá løgregluni í
Ringkøbing sigur við Sosial
in, at kvinnan noktar seg
seka í drápi, og tað hevur
hon gjørt, líka síðani grund
lógaravhoyringina tann 17.
september í fjør.
Boðaði sjálvur frá
Tað var seinnapartin tann 16.
september í fjør, at tann 63 ára
gamli Martin Jacobsen ringdi
til løgregluna og greiddi frá,
at hann var stungin í búkin.
Hann segði, at tað var tann 54
ára gamla kvinnan, sum hevði
stungið seg, og at hann síðani
hevði sligið hana so meint, at
hon hevði mist vitið.
Hann greiddi eisini løg
regluni frá, at hann hevði
tikin knívin útaftur.
Martin Jacobsen varð alt
fyri eitt fluttur við tyrlu til
Aarhus, og um náttina varð
hann lagdur undir skurð á
Universitetssjúkrahúsinum
har. Men stutt fyri klokkan
hálvgum seks um morgunin
doyði hann av løstunum.
Torført mál
Tá løgreglan kom til húsini,
sum Martin Jacobsen búði
í í Lyngvig tætt við Hvide
Sande í Vesturjyllandi, var
tann 54 ára gamla kvinnan
inni í húsunum, og hon bleiv
tikin alt fyri eitt.
Undir
grundlógarav
hoyringini dagin eftir vátt
aði hon, at hon hevði verið í
íbúðini hjá Martini Jacobsen
seinnapartin dagin fyri, og
at hon hevði stungið hann.
Men hon helt fast um, at hon
hevði stungið í sjálvverju, og
tað ger hon framvegis.
Løgreglan í Ringkøbing
hevur fyrr sagt, at málið er
trupult, tí tær teknisku kann
ingarnar, sum løgreglan hev
ur gjørt, kunnu ikki staðfesta,
hvat veruliga hendi, áðrenn
kvinnan stakk Martin Jacob
sen í búkin við knívinum.
Henning
Østergaard
Kristensen sigur, at løgregl
an at liðug við tað mesta av
kanningunum, men at tað
kortini fer at taka nakað av
tíð, áðrenn málið kemur fyri
í rættinum.
Leo Poulsen
Tað var náttina 15. januar til
16. januar 2011 frá klokkan
23 til 06 um morgunin, at
hin tá 18 ára gamli maðurin
av einari ella aðrari orsøk
var illur um okkurt, og hann
gjørdi tí av at bróta síðu
speglini á fleiri bilum.
Heilir 13 bilar fingu brotið
annað ella bæði síðuspeglini
á Bursatanga, og í Miðvági
fingu tveir bilar somu lagnu,
umframt at nummarplátan
eisini varð rivin av teimum.
Hin nú 20 ára gamli
maðurin játtaði seg sekan
í øllum herverkinum, burt
ursæð frá, at hann ikki segði
seg hava skøva síðuna á tí
eina bilinum.
Hann mintist annars ikki
so ógvuliga væl hendingina,
men kundi tó játta seg sekan
í hesum ákærunum.
Maðurin er eisini ákærd
ur fyri fimm neyðtøkur
oyndir, men í ølum teim
um fimm førunum noktar
hann seg sekan við teirri
grundgeving, at tað ongan
tíð kom so langt sum til full
førdar neyðtøkur.
Í øllum førunum høvdu
genturnar gjørt so stóra
mótstøðu, at hann gavst á
hondum.
Í øllum førum varð mað
urin komin til Havnar, og
í øllum førum var hann
vilstur burtur frá vinmon
nunum. Einsamallur hevði
hann gjørt av at finna eina
gentu, sum hann kundi
neyðtaka.
Tað viðgekk hann í rætti
num í dag.
Harðlig mótstøða
Fyrsta neyðtøkuroyndin fór
fram 13. juni 2010. Hann sá
eina 26 ára gamla kvinnu
við Vørsluna, og gekk aftan
á henni fram við Mylluni í
yvir í Lon.
Har tók hann í hana aft
an ífrá og royndi at baksa
buksurnar av henni. Eisini
tók hann í brótsini uttan
á klæðunum, men gentan
gjørdi harðliga mótstøðu.
Einaferð
var
gentan
komin at sita oman á neyð
tøkumanninum, og fekk
tá sligið hann í høvdið við
hælinum á skógnum. Álops
maðurin fekk ilt í høvdið, og
valdi at taka til beins oman
á Farstøðina, har hann tók
ein buss til hús.
Onnur neyðtøkuroyndin
fór fram 24. juli 2011. Søgan
var hin sama. Maðurin hevði
mist vinmenninar burtur og
einsamallur niðri í Steinatúni
gjørdi hann av at finna eina
gentu at neyðtaka.
Hann gekk síðani niðan
í Plantaguna og haðani yvir
móti Gundadalshøllini. Har
fekk hann eyga á eina 23 ára
gamla gentu, sum sat aftan
fyri ein lastbil og pissaði.
Hann fór yvir til hann
júst sum hon skuldi lata seg
í aftur og bað hana ikki um
at lata seg í. Hann tók um
gentuna og førdi hondina
inn um blusuna og føldi upp
á hana. Eisini førdi hann
hondina niður í trussurnar
á gentuni.
Men eins og í fyrra føri
num gjørdi hendan gentan
ógvusliga mótstøðu og rópti
hart. Hetta gjørdi, at fólk, ið
vóru har nærhendis, komu til
staðar, men áðrenn tey komu
so nær, tók ákærdi maðurin
beinini á nakkan og helt
yvir móti Bowlinghøllini, og
síðani oman á Farstøðina.
Málið móti 20 ára gamla
manninum er rættiliga drúgt
og tað eru tveir heilir dagar
settir av at viðgera tær fimm
neyðtøkuroyndirnar.
Noktar seg sekan í
neyðtøkuroyndum
Ein 20 ára gamal maður situr í Føroya Rætti ákærdur fyri álvarsamt herverk og
fyri fimm føri av neyðtøkuroynd. Meðan maðurin viðgongur øll herverkini, noktar
hann seg sekan í neyðtøkuroynd, tí »tað kom ongantíð so langt«
Heldur framvegis uppá
at hon stakk í sjálvverju
MANNDRÁP Kvinnan, sum er skuldsett fyri at hava stungið klaksvíkingin
Martin Jacobsen so meint, at hann doyði, noktar seg framvegis seka í drápi
Martin Jacobsen var ættaður úr Klaksvík,
men hevði búð í Danmark í mong ár
20 ára gamal maður
er ákærdur fyri
ikki færri enn fimm
neyðtøkuroyndir