mánadagur 4. februar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Nú eru banka eru bankarnir
farnir út um mark.
Pauli T. Petersen, borgar
stjóri í Vestmanna og limur
í stýrinum fyri Føroya Kom
munufelag, er so ónøgdur
við framferðina hjá føroysku
bankunum, at hann nú tekur
stig til at boykotta teir.
Tað er gongdin hesi sein
astu árini, har bankarnir lata
fleiri og fleiri deildir á bygd
aftur, sum nú hevur fingið
nývalda borgarstjóran í Vest
manna upp úr stólinum.
Og tað, sum fekk bikarið
at flóta yvir, var avgerin hjá
Eik í farnu viku at avhøvda
tríggjar deildir á bygd aft
ur,
nevniliga
deildina
í
Vestmanna, í Fuglafirði og á
Norðskála, samstundis sum
at virksemi á deildini á Sandi
verður skert so nógv, at har
verður nú bara opið ein dag
um vikuna.
Nú er nokk
Hesari gongdini vil borgar
stjórin í Vestmanna ikki fin
na seg í longur.
Á aðalfundi í Føroya Kom
munufelag um vikuskiftið,
varð hann valdur í nevndina
og har hevur hann nú tikið
málið upp.
Í hesum sambandi er
hann farin í holt við at kanna
um tað ikki ber til at fáa aðr
ar peningastovnar at fíggja
kommunurnar enn vanligu
bankarnar í Føroyum.
Hann hugsar um aðrar
fíggingarstovnar í Føroyum
og um útlendskar bankar.
- Eg havi sput meg fyri
og tað er ongin trupulleiki
at fáa aðrar peningastovnar,
enn vanligu bankarnar í Før
oyum, at fíggja kommunur
nar.
Hann sigur, at bæði í Før
oyum og uttanlands hevur
fyrispurningur hansara fing
ið góða undirtøku.
Men hann vil ikki siga,
hvørjar peningastovnar, hann
hevur verið í sambandi við.
Samstundis er greitt, at
hann hevur fulla undirtøku
í nývaldu nevndini í Føroya
Kommunufelag fyri at kanna
aðrar fíggingarmøguleikar.
Liðugt upplegg
Tískil fer Pauli T. Petersen
at brúk hesa næstu tíðina
at gera eitt upplegg, sum
hann fer at leggja fyri næsta
nevndarfund í Kommunu
felagnum.
Har fer hann at hava
ítøkilig fíggingartilboð við
rentustøði o.s.fr.
- So fæst at síggja, hvussu
nógvar kommunur taka und
ir við honum um at skifta
peningastovn, sigur hann.
Samstundis fer hann at
seta seg í samband við Kom
munusamskipan Føroya at
vita um eisini kommunurnar
har hava áhuga at finna aðr
ar fíggingarstovnar.
Undir øllum umstøðum
fer hann at taka stig til, at
Vestmanna Kommuna finn
ur sær aðrar fíggingarstovn
ar, tí hann er so ónøgdir við
framferðina hjá føroysku
bankunum.
Ongin munur
Pauli T. Petersen dugir ikki at
síggja, at hevur nakrar sum
helst fíggjarligar avleiðingar
fyri bankarnar at varðveita
deildirnar á bygd.
- Bankarnir tykjast at
hava gloymt, at teir eru til
fyri at tæna fólkinum. Tað
er ikki fólkið, sum er til fyri
at tæna bankunum, heldur
borgarstjórin í Vestmanna
turrisliga fyri.
Hann staðfestir, at bank
arnir hava lagt seg eftir, at
sum mest samskifti við við
skiftafólkini skal vera umv
egis telefon ella teldubræv.
- Men eitt bankafólk kann
akkurát tað sama sita við
eina telefon á bygd og ráð
geva viðskiftafólki hjá bank
unum, sum eitt bankafólk
situr við eina telefon í Havn.
Annars kostar tað neyvan
bankunum meiri enn einar
100.000 krónur í trygging, hita
og ljósi at hava eina deild á
bygd og um ovurstóra avlopið
hjá bankunum er eina millión
størri ella minni, ger ongan
mun, sigur Pauli T. Petersen.
Heðin Mortensen, formað
ur í Kommunusamskipan
Føroya, sigur, at tey hava
ikki viðgjørt gongdina,
har bankarnir niðurleggja
fleiri og fleiri deildir á
bygd.
Tískil hevur hann onga
meining
um
støðuna,
uttan tað, at hann skilir
væl, at tað er uttanhanda
hjá bygdarfólki, ongan
peningastovn at hava.
Sum tað sæst í hinari
greinini, ætlar nevndin í
Føroya Kommunufelagi
ætlar at tosa við Kom
munusamskipanina um
framferðina hjá banku
num.
Heðin Mortensen sigur,
at kemur ein áheitan frá
kommunufelagnum um
fund, fer Kommunusam
skipanin sjálvandi at taka
av og at lurta eftir, hvat
Kommunufelagið hevur
at siga.
- So taka vit tað haðani
frá, sigur Heðin Morten
sen.
Hinvegin leggur hann
afturat, at hann veit ikki,
um tað ber til hjá kommu
nunum at áleggja banku
num, hvussu teir skulu
skipa seg.
Hann heldur eisini, at
vit skulu hugsa okkum
sera væl um, áðrenn vit
venda føroysku banku
num bakið og geva út
lendskum bankum peng
arnar at arbeiða við.
Áki Bertholdsen
- Eg vóni, at vit fáa møgu
leikan at bjóða okkum
fram, áðrenn kommunur
nar taka eina endaliga av
gerð.
Tað staðfestir Janus
Petersen, stjóri í Bank
Nordik.
Hann sigur, at tað er
eitt ár síðani, at bankin
læt nakra deild aftur og
vit hava boðað frá, at
bygnaðarbroytingin
í
bankanum er liðug.
- Vit hava skyldu til at
hava ein rakstur, sum er
so effektivur, sum gjør
ligt. Tað eru bara við
skiftafólkini, sum kunnu
rinda fyri raksturin, so
tess effektivari rakstur,
vit hava, tess betri tilboð
hava vit til okkara við
skiftafólk.
Tí er tær umleggingar,
sum eru gjørdar, neyðugar
fyri at effektivisera rakst
urin.
Stjórin
heldur,
at
internetið og gjaldskort
ini, hava vunnið so nógv
fram, at tað eru ógvuliga
fá fólk, sum brúka deild
irnar til persónliga av
greiðslur.
- Tí halda vit, at vit
hava eitt hóskandi deild
arnet, sum er.
Janus Petersen sigur,
at hava kommunurnar ein
trupulleika, er bankin fús
ur at tosa við tær um tað.
- Eg vóni, at vit fáa
møguleikan at bjóða okk
um fram, áðrenn kom
munurnar taka eina av
gerð
- Tað skal helst ikki
vera so, at føroyskur
kommunurnar farta at
mótarbeiða
føroyskum
fyritøkum og rýna frá
effektivum
føroyskum
bankum, til effektivar út
lendskar bankar, og vit
eru sannførd um, at vit
eru avgjørt kappingarfør
við aðrar peningastovnar,
eisini útlendskir bankar.
- Vit mugu hyggja eftir heild
armyndini og tískil hava vit
tikið tær avgerðir, vit hava
tikið
Tað sigur Súni Schwartz
Jacobsen, stjóri í Eik.
- Vit tosa javnan við kom-
munurnar og tað fara vit at
halda fram við, leggur hann
afturat.
Hann skoytir upp í, at ein
stakar kommunur hava biðið
um fund við bankan
kortini afturat, at tey
hava ikki tosað við kommu
nufeløgini, men við einstakar
kommunur og tað gera vit
javnan.
Hann viðgongur kortini,
at tað hevði havt týdning
fyri bankarnar at mist kom
munurnar.
Men um tað eigur at fáa
okkum at broyta hugsan, veit
eg ikki sigur stjórin.
Men kann tað ikki gera
tað sama um úrsliti hjá
bankunum er nakrar fáar
milliónir verri enn betri.
- Tað haldi eg ikki, tí
seinastu árini hevur úrslitið
hjá bankunum ikki verið
nakað at reypa av, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
- Tí er tað neyðugt at
effektivisera raksturin og tað
skerst ikki burtur, at virk
semið í landinum er minkað
og tí minkar tørvurin á
starvsfólki. Samstundis er
tað ein sannroynd, at deild
irnar á bygd verða brúktar
minni og minni og tær bygn
aðarbroytingar,
vit
hava
gjørt, er ein avleiðing av tí.
Hinvegin skilir hann væl
spurningin um tað ikki kann
gera tað sama um fólk situr á
eini deild á bygd og ráðgevur
viðskiftafólki, ella um fólkið
situr á eini deild í Havn.
- Men tað er eisini ein
spurningur um at effektiva
raksturin sum mest og tað er
kanska ikki skilagott at varð
veita allar deildirnar kring
landið.
Kommunur boykotta
føroysku bankarnar
NÚ ER NOKK Tað hevur fingið bikarið hjá fleiri kommunum at
flóta yvir, at bankarnir lata fleiri og fleiri deildir á bygd aftur
Bankarnir tykjast at
hava gloymt, at teir eru
til fyri at tæna fólkinum
Mugu hyggja eftir heildarmyndini
Fara at
lurta
Út um mark
Nevndin í Føroya Kommunufelag heldur, at nú eru føroysku bankarnir farnir út um mark
og nú arbeiða kommnunurnar við at finna aðrar fíggingarmøguleikar
Vilja fegin
tosa við
kommun
urnar