Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Á Reyða Krossi fegnast vit um, at tað verður krav at øll, ið fáa koyrikort skulu hava skeið í fyrstu hjálp. Hendur ein vanlukka, er tann fyrsta løta eftir hendingina av­ger­ andi og kann tað hava stóran týdning um fólk á staðnum duga fyrstu hjálp ella ikki. Tað skrivar Reyði Krossur í morgun. Har siga tey, at við ein­um ferðslutengdum fyrsta­hjálp­ araskeiði, tryggja vit í fyrstu atløgu tey ungu, ið eru nýggir bilførarar. – Vit vóna tó, at tað eisini eru onnur, ið longu hava koyri­kort, men ikki hava skeið í fyrstu hjálp, sum eru áhug­að í at fara á skeið, og á hend­an hátt kann ferðslan ger­ast alsamt tryggari hjá okk­um øllum. Reyði Krossur fer at bjóða skeið í fyrstu hjálp, ið eru ferðslu­tengd. Skeiðið verður sjey tímar og kostar 450 kr. Reyði Krossur bjóðar skeið­ið hvønn mánað, og fyrsta skeiðið verður longu 6. juli. Til ber at melda seg til skeiðið um heimasíðuna www.reydikrossur.fo 6. februar fyllir mamma okk­ ara, Elin Brekkstein á Velba­ stað, 80 ár. Mamma er upp­ vaksin í Vági, næstelst av sjey systkjum. Foreldur hennara vóru Maria, fødd Mortensen, ættað av Tvøroyri og Petur Jacob Jacobsen ættaður av Skipanesi, seinri fekk hann sær eftirnavni Gærdbo. Mamma fór til Havnar at arbeiða 17 ára gomul sum vaksi­fólk á sjúkrahúsinum. Her hitti hon pápa okkara, Hans Petur Brekkstein, og blivu tey gift 1952. Tey fingu fýra børn, teir tríggir beiggjarnir búgva á Velbastað, og systurin býr í Danmark. Pápi og mamma ar­beiddu væl saman og hjálptu hvørjum øðrum á garð­in­um við tí dagliga, sum skuldi fáast til høldar, alt eftir árs­tíðunum. Mamma fór aftur út á arbeiðs­marknaðin fyrst í sjeytiárinum – á sjúkrahúsið og nøkur ár seinni fór hon á Ellisheimið í V. U. Hamm­ers­ heimsgøtu, har hon arbeiddi langt eftir pensónsaldur. Henni dámdi sera væl á Ellis­ heim­in­um og stórtreivst í sín­um arbeiði á heiminum. Tað er ikki at siga og nógv, at mamma okkara er sera røkin og ordilig, alt er so perfekt í heimi hennara. Hon hevur altíð verið sera dugna­lig at baka, og øll sum kenna mammu hava smakk­ að hennara tiltiknu góðu drýlar, sum enn eru nógv um­ bidnir, og sum hon bakar til høgtíðir og tá onkur »dagur« er í familjuni. Hennara andaliga heim er Adventistakirkjan, har hev­ur hon sína føstu gongd. Hon trívist sera væl í síni mein­ig­ heit, og tey eru altíð rundan um hana, tá brúk er fyri tí. Í sambandi við føðing­ar­ dagin verður opið hús í Sólar­ magn á Velbastað mikudagin 6. februar frá kl. 15.00 – 20.00, har høvi verður at fáa ein góðan bita og at heilsa upp á hana. Tað gleðir hon seg til. Við hesum fáu orðum fara vit at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum. Børnini Elin Brekkstein 80 ár nøvn Alfred Klein *22.08.1919 – † 25.01.2013 in memoriam Nú ljóðar dátt um tún og teig at Alfred, hann er farin, hann sum mangt fet um Skarðið steig, har stórur stendur varðin, har Alfred heili seksti ár sín haga mundi røkja á sumri, vetri, heyst og vár, tú sást hann seyðin søkja. Við vaðbein við hann drúgvur var, á skipabunka knáur, hann altíð sínar byrðar bar, var fermur sum bert fáur. Hann festi frú og bygdi bú, sítt hugnaheim á Heygi, har dast av øld í lívsins súð, sítt besta har hann legði. Á Havsbrún minnast tey hann enn, við fyrsta lønarseðli, tí bæði byrjaðu í senn, fabrikk og hennar feli. Hann visti mangt úr stóruverð, hann kendi heimabeitið, hann gav oss góðs til søgugerð og staðarnavnaheiti. --- Nú fekst tú boð til evsta fjall, tað seinasta av øllum, har við tú átti ódn og stall, á fjarum himnafjøllum. Har fótur tín til gyltan garð á himnarás teg førdi, og hægsti hirði boð tær bar: “Kom inn! Alt væl tú gjørdi”. Og saknur er við Runda Borð, har vit títt var ein glotti, vit takka for hvørt vísdómsorð, úr søgum tínum sprottið. Nú fórst tú tína evstu ferð um halga himnaliðið, nú síðsta fjall títt rikið er: “Vár vinur, hvíl í friði.” pmp Ferðslutengd fyrsta hjálp