mánadagur 4. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jákup Mørk
Danska bold.dk skrivar, at hetta er
ein liður í framtíðarætlanunum hjá
Herlev, sum í løtuni bert er eitt stig
omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Helsingør er hinvegin partur av
oddastríðnum í deildini, og tí er
skilligt, at tey í Herlev fegnast um
nýggja spælaran.
– Hann kann spæla á øllum
plássum á miðvøllinum, og hann
kemur við eini rúgvu av royndum
frá ymsu deildunum og føroyska
landsliðnum, sigur Peter Creutzberg,
ítróttarstjóri í Herlev, við bold.dk
Herlev hevur rættiliga fitt av
ungum spælarum á liðnum, og tí
leggur Creutzberg dent á týdningin,
sum tað hevur, nú felagið hevur
fingið ein spælara við drúgvu
royndum.
jakup@sosialurin.fo
Ítróttarstubbar
Deiligt at síggja, at Hallur
Hansson
og
Jóan
Símun
Edmundsson sleppa framat
í feløgunum hjá sær, nú teir
eru í holt við uppstartin til
2013, sum í nógvar mátar er
eitt spennandi og hendingarík
ár fyri føroyskan fótbolt. Ikki
færri enn sjey A-landsdystir
eru á skránni.
Somuleiðis er tað hugaligt
at síggja, at føroyskir fótbólts
spælarar eisini eru farnir at
royna seg í lægri deilum í øðr
um londum.
Høgni Madsen royndi seg
á Malta har hann spældi við
Pieta Hotspurs, sum spælir í
næstbestu deildini. Hann sigur
seg hava fingið nógv burtur úr,
og vónandi kann tað verða við
til at aðrir spælarar, sum hava
møguleika at fara av landinum
gera tað sama.
Somuleiðis er tað deiligt at
síggja, at Dánjal á Lakjuni er
farin at royna seg í íslendskum
fótbólti.
Pól
Jóhannus
Justinussen stríðist framvegis
við at finna sær eitt felag uttan
fyri landoddarnar og seinast
var hann í Dundee. Vónandi
eydnast tað eisini honum at
koma av landinum at spæla.
Eden Hazard fær ikki meiri
enn teir tríggjar dystirnar,
sum eitt beinleiðis reytt kort
gevur, og tað er bara gott.
Bóltadrongurin var so avgjørt
ikki ósekur í hendingini, sum
fór heimin runt. Langt frá øll
eru samd, men fyri meg, so
haldi eg tað er fínt, at Eden
Hazard ikki fær fleiri dystir.
Komandi vikuskiftið verða
steypafinalurnar í hondbólti
og Miðlahúsið verður sjálvandi
á staðnum. Rás2 fer at siga frá
báðum dystunum, umframt at
portalurin og Sosialurin verða
á staðnum. Vónandi verður
talan um tvær góðar og spenn
andi finalur.
Flogbólturin hongur í leysari
luft og oddaliðið hjá monnum
má til Íslands fyri at fáa
mótstøðu. Í landskappingini
eru bara fýra lið og tvey møt
ast heili seks ferðir. Eisini hjá
kvinnum er stórur munur á
teimum bestu og teimum vána
ligastu.
Flogbólturin má finna eina
loysn ella eina leið, so flog
bólturin ikki dettur niður í
millum.
Tað er ikki bara í Føroyum at
ljósið fer í heilum. Leygardagin
fór ljósið til Premier League
dystin millum Fulham og
Manchester United, og í gjár
fór ljósið eisini á Superdome,
meðan SuperBowl var. Tá ljósið
kann fara til tvær so stórar
hendingar, so er einki at siga
til, at ljósið fer í Føroyum av
og á!
trondur@sosialurin.fo
Klumman
www.hvannrok.fo:
Á neistaliðnum eru nógvir ungir spælarar, sum næsta ár eru eitt ár
eldri við fleiri royndum. Men eingin ivi eru um, at skulu neistamenn
aftur hugsa at spæla um FM-finaluplássini, so má liðið styrkjast
við kanska tveimum góðum skjúttum
www.svimjing.com:
Í Google Maps er eitt tól, ið kann máta frástøðu í langhylum. Tólið
'Distance Measurement tool' liggur undir 'Maps Labs' niðast til
vinstru. Í 'geeky option' kann man velja onnur mát enn metrar og
føtur. Til dømis 'Olympic swimming pool'. Sostatt kann ber til at
máta stytsta leið yvir um Nólsoyarfjørð at vera gott og væl 80
langhyljar.
www.norðlýsið.fo:
Spurningurin er so um TB megnar at steðga Mjølnir-kvinnum. Tað
er ið hvussu er eingin ivi um, at Mjølnir eru stórfavorittur at vinna
næsta dyst.
www.b36.fo:
29 ára gamli Martin Pedersen hevur áður roynt seg móti monnum
sum Rooney og Ronaldo. Nú verður tað í B36, at hann skal styrkja
um verjupartin
www.tb.fo:
Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla
sær til dystir bæði úti og heima?
AVGJØRT. Vóni teir verða enn betur í ár, eins og vit skulu verða tað.
www.fsf.fo:
Vit minnast jú øll sigurin ímóti Russlandi fyri fýra árum síðani, so
alt letur seg gera, um hugburðurin er tann rætti
Heimasíðurnar siga:
Udsen skiftir felag
Fótbóltur 29 ára gamli Daniel Udsen, sum er
fastur fúsur í føroyska landsliðshópinum, skiftir frá
Helsingør til Herlev í triðju bestu donsku deildini
Mynd: Álvur Haraldsen