Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Í eini roynd at fyrireika seg til steypa­finaluna í næstum hevur mansliðið hjá ÍF verið í Íslandi og spælt tveir dystir. Mótstøðan í før­ oysku kappingini er lítil og hartil eru bara fýra lið í deildini. Tað er ikki av tilvild, at ÍF er greitt oddalið í føroysku lands­ kapp­ingini, tí teir eru eisini betri enn oddaliðini í íslandsku kapp­ ingini, um hugt verður eftir úrs­ lit­inum í venjingardystunum um viku­skiftið. ÍF vann á bæði Stjørnuni og HK, sum eru tvey tey fremstu liðini í íslendsku landskappingini. – Vit eru farin til Íslands at fyri­ reika okkum til steypafinalurnar, sigur Bartal Eliasen, sum er av mest týð­andi spælarunum á ÍF liðnum. Í føroysku landskappingini er lítil spenningur og ÍF hevur vunn­ið allar dystirnar í hesum kapp­ingar­ árinum. Teir hava bara tapt trý sett. Tí var gott við sterkari og øðrvísi mótstøðu. – Tað eru bara fýra lið í bestu deildini og vit spæla móti teimum seks ferðir. Allir spælararnir kenna hvønn annan út og inn. Føroyska landskappingin er lítið áhugaverd fyri okkum, sigur Bartal Eliasen. ÍF skal spæla steypafinalu í næstum, og nú vilja teir tryggja sær, at allir spælarar eru klárir hóast lands­kappingini ikki er so spenn­ andi. Havi ikki svarið Spurdur um hvat kann gerast fyri at gera kappingina meiri spennandi, hevur Bartal einki beinleiðis svar. – Eg havi ikki svarið. Mans­flog­ bóltur hevur verið á veg niður í eina tíð, so tað má okkurt henda. Tað má varpast meiri ljós á ítróttin, sigur Bartal Eliasen, sum vit eisini kenna frá fótbóltinum. – Tað er eisini ein trupulleiki, at kappingarárið hjá fótbóltinum er blivið so langt, at tað yvirlappar flog­bóltin. Tað er óheppið, sigur Bartal víðari. Hann vísur á, at fótbólts­kapp­ ingarárið í ár gongur heilt frá tíðliga í mars til oktobur. – Ítróttarsambondini kundu sett seg niður og tosað um hvussu hetta kann skipast, so tær lítlu ítróttar­ greinarnar ikki detta niður í mill­ um, sigur Bartal Eliasen. Hann vísur á TB, sum gjørdi eina roynd í fjør, men mátti taka liðið úr kappingini tá fótbólturin byrjaði aftur. Hann er somuleiðis vónbrotin av landsliðsúttøkuni. Umframt at Bartal sjálvur ikki er úttikin, so eru bara tríggir spælarar frá ÍF á lið­ num. Tað er ikki fallið í góða jørð hjá teimum reyðu úr Fuglafirði. – Tað undar okkum, at tað bara eru tríggir spælarar frá ÍF, meðan onnur lið hava fleiri spælarar á landsliðnum enn vit, sigur Bartal Eliasen, sum hevði sett nøsina upp í móti Oyggjaleikunum á Bermunda í summar. ÍF hevur 21 stig á fyrsta plássi, meðan SÍ er nærmasti kapp­ingar­ neyti við 12 stigum. trondur@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig Mjølnir 16 16 0 48 2 46 27 SÍ 15 12 3 39 10 29 20 Fleyr 16 11 5 37 20 17 20 TB 16 11 5 34 22 12 17 Ternan 16 5 11 21 37 -16 9 Dráttur 16 5 11 20 35 -15 8 KÍF 16 3 13 13 42 -29 5 ÍF 15 0 15 1 45 -44 0 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig ÍF 13 13 0 39 3 36 21 SÍ 13 8 5 26 20 6 12 Fleyr 13 5 8 20 24 -4 9 Mjølnir 13 0 13 1 39 -38 0 Dráttur - Fleyr 0-3 (13-25 10-25 21-25) KÍF - Mjølnir 0-3 (16-25 16-25 16-25) TB - Ternan 3-1 (25-16 22-25 25-21 25-23) Landskappingin er óáhugaverd Flogbóltur Tað sigur Bartal Eliasen, sum saman við restina av hinum spælarunum á ÍF liðnum hava verið í Íslandi á venjingarlegu, og vunnið á báðum oddaliðnum í íslendskum kappingini