Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Hóast tú ongantíð skalt kanna tær bitan, fyrr enn hann er svølgd­ur, so lá líkasum í luftini, at tað vildi verið løgið annað, um ikki dyst­urin í Kollafirði í gjár millum KÍF og Neistan bleiv ein avgreiðslu­spurn­ ingur. Hetta vóru liðini á fyrsta og sætta plássi, og hóast KÍF í fyrra dystinum teirra millum bara vann við trimum málum, var væntandi, at øðrvísi fór at verða hesaferð. So var eisini, tí KÍF vann ein sera greiðan sigur upp á 31-19, eftir at hava verið á odda 17-7 í hálv­leik­ inum, og her var ongantíð nakar slingur í valsinum. KÍF koyrdi sítt spæl, og tá sterkasta uppstillingin var á vøllinum, hevði Neistin ikki ein livandi kjans – hvørki at sleppa ígjøgnum verjuna hjá kollfirðingum ella at forða fyri hugflogsríka álops­ spælinum hjá vertunum. KÍF streyk avstað og fór mest­ sum beinanvegin upp á 5-1, og hóast Neistin ta einu løtuna fekk gjørt tað spennandi við at minka um munin niður í eitt mál, steðgaðu koll­firð­ ingar skjótt hesum og øktu um munin. Serliga í byrjanini á seinna hálv­leiki stóð fast hjá Neistanum, sum ikki fekk mál, fyrr enn sjey minuttir vóru farnir, men tá høvdu koll­firðingarnir longu skotið fleiri og økt munin upp í 15 mál. Og hóast Neistin slapp meira við seinni, var dyst­urin í veruleikanum longu lið­ ugur og avgjørdur. Finalutos allastaðni Nú hetta var síðsti dysturin undan steypafinaluni hjá KÍF ímóti StÍF, sum verður leygardagin, kundi ein vandi verið, at kollfirðingar ikki fingu savnað tankarnar, men eftir dystin kundi venjarin hjá teimum fegnast um, at so bleiv ikki: – Eg eri øgiliga glaður fyri, at vit komu so væl ígjøgnum henda dystin, tí ilt er at siga, hvussu vit reagera, tá steypafinalan er í høvd­ inum á øllum spælarunum og allari bygdini, staðfesti Jakob Jónsson, Atlantic Airways deildin Kollfirðingar eru klárir Hondbóltur Við einum sera sannførandi avriki ímóti Neistanum, staðfestu menninir hjá KÍF, at teir eru púra klárir til steypafinaluna. – Eg eri øgiliga glaður fyri, at vit komu so væl ígjøgnum henda dystin, staðfesti KÍF-venjarin, ið stúrdi fyri, at steypafinalan fór at órógva tankarnar