Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið ið visti at siga, at øll í Kollafirði eru øgiliga spent og upptikin av finaluni, og at tosað verður mest­ sum ikki um annað. – Tað er nú heldur einki at siga til tað, tí hetta er bara aðru ferð síðstu árini, at KÍF er í finaluni, so sjálvandi er hetta spennandi. Venjarin hjá Neistanum kundi hinvegin bara staðfesta, at tað koyrir væl hjá KÍF, men hann við­ gekk samstundis, at Neistin ikki júst gjørdi uppgávuna torførari hjá odda­liðnum: – Kollfirðingarnir eru rættiliga góðir og tað liggur væl fyri hjá teimum, og allarhelst koma teir eisini at spæla bæði steypafinaluna, har teir longu eru, og FM-finaluna. Men tá tað er sagt, so gjørdu vit tað øgiliga lætt hjá teimum í dag, segði Áki Mørk. – Teir revsaðu okkara mistøk beinanvegin, og við 10 málum á odda í hálvleikinum kundu teir spara onkrar av spælarunum, sum teir kanska ætla at brúka í finaluni. Vit høvdu eina góða løtu, tá seinni hálv­leikur var hálvliðin, har tingini eydn­aðust hjá okkum, og tað var so altíð nakað. Púra opin dystur Spælið hjá KÍF var sanniliga væl upp­lagt, tá brúk var fyri tí í gjár, og ikki trutu variatiónir og væl gjøgnum­spæld álop, umframt at málini komu eftir undirhondsskot, góð hoppiskot, standandi skot og góðar fríspælingar inn á strikuna og út á vengurnar. Men tað, sum kanska riggaði allarbest, tá KÍF spældi við fullari skrúvu, vóru skjót­álopini, sum í løtum vóru bæði tøtt og effektiv. Men hóast kollfirðingar í gjár spældu sum eitt lið á toppinum, hevur Jakob Jónsson ongan hug til at átaka sær leiklutin sum favo­ rittur undan steypafinaluni. – Sjálvandi vilja vit fáa gull um hálsin, men hetta er altso ein »fifty- fifty« dystur, har alt kann henda, tí strandingar hava eisini vunnið á okkum í vetur. Her verður tað bara ein spurningur um, hvør er omaná akkurát henda dagin, sigur Jakob Jónsson, ið ikki hevur so góðan hug at tosa um, hvat hann og spælararnir fara at arbeiða við hesa vikuna. – StÍF sær jú eisini út til at vera væl trimmað og strandingar tykjast at vera væl upplagdir, akkurát sum vit eisini ætla at vera tað. StÍF hev­ ur traditiónirnar við sær, men eg havi verið við til at vunnið ta einu finaluna saman við StÍF, so eg kenni eitt sindur til tað. Teir vilja vinna finaluna, men tað vilja vit eisini, so hetta er altso púra opið. hilmarjan@sosialurin.fo Hans Eli Sigurdbjørnsson, KÍF . . 100 Filip Jojic, VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . 99 Niclas Selvig, KÍF . . . . . . . . . . . . . . 94 Bogdan Florea, H71 . . . . . . . . . . . 92 Sveinur Justinussen, StÍF . . . . . . . 90 Rúni Højgaard, H71 . . . . . . . . . . . 88 Sámal á Tj. Olsen, Team Kl. . . . . . 79 Teitur Magnusson, Neistin . . . . . . 76 Pætur Joensen, StÍF . . . . . . . . . . . 68 Finnur Hansson, Kyndil . . . . . . . . 63 Beinur Heðinsson, Team Kl. . . . . 58 Andrias Nielsen, KÍF . . . . . . . . . . . 52 Martin Ritto, VÍF . . . . . . . . . . . . . . 52 Ludvík Súnason, Kyndil . . . . . . . . 52 Birgir Poulsen, Kyndil . . . . . . . . . . 51 Terji Mørk, Neistin . . . . . . . . . . . . . 50 Hallur Biskopstø, H71 . . . . . . . . . 47 Rógvi Sørensen, H71 . . . . . . . . . . 47 Andrias Berglíð Sólsker, Kyndil . . 46 Marius Joensen, StÍF . . . . . . . . . . . 44 Atlantic Airways deildin Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 16 473 365 108 25 2 H71 16 444 402 42 20 3 VÍF 15 419 367 52 19 4 StÍF 16 397 368 29 17 5 Kyndil 15 383 367 16 17 6 Neistin 15 351 381 -30 10 7 Team Klaksvík 15 285 502 -217 0 Kollfirðingar vóru omaná í øllum lutum, tá teir í gjár tóku ímóti Neistanum í Kollafirði, og eftir tí dystinum at døma, er KÍF til reiðar at fara eftir gullinum í steypafinaluni ímóti StÍF leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Sveinur Justinussen var ein fegin maður eftir dystin á Skála í gjár. StÍF spældi ein javnan og spennandi dyst og ongin spælari fekk skaða, umframt at heimliðið fekk øll stigini. – Eg vil nógv heldur spæla ein javnan og spennandi dyst, sum vit so vinna, enn at vinna ein lættan sigur, sigur Sveinur Justinussen. StÍF skal komandi viku­ skift­ið spæla seypafinalu móti KÍF í høllini á Nabb. Tí kundi hugsast, at strandingar fóru at spara seg eitt sindur, men var als ikki tilfeldið. Í fyrra hálvleiki var H71 omaná og tað eydnaðist teim­um at steðga Sveini Justinussen, sum hevði yvir tíggju skot á mál, men skoraði bara tvey. Í seinna hálvleiki kom vend í. Sveinur royndi seg tíggju ferðir, og skoraði ikki færr enn átta mál. Tað gjørdist í nógvar mátar munurin á liðnum. Fyri KÍF var Rúni Højgaard undangongumaður við mál­ skjótingini. Í seinna hálvleiki skoraði hann seks mál upp á seks skot. Onkur av teimum vóru framúr góð langskot. Hann var einki fegin um úrs­ litið, sum merkir, at StÍF aftur hálar inn á hoyvíkingar, sum liggja nummar tvey. StÍF - H71 28-26 (9-12) StÍF: Sveinur Justinussen 10, Jákup Berthelsen 5, Marius Joensen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Joensen 2, Jón Rasmussen 2, Allan Norðberg 1, Jógvan G. Joensen 1 H71: Rúni Højgaard 9. Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 3, Bogdan Florea 3, Ári J. Olsen Rógvi Sørensen 2, Hans Kári Hanen 1, Tróndur Arge Sveinur bumbaði H71 um koll Hondbóltur Sveinur Justinussen rakti ikki málið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki hevði hann innstillað kanónina og skjeyt H71 um koll Myndir: Álvur Haraldsen KÍF - Neistin 31-19 (17-7) KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Tony Weyhe 4, Poul Finnur Egholm 3, Ási Dam 2, Teitur Joensen 2, Andrias Nielsen 2, Gert Hansen 1, Rúni Joensen 1, Regin Petersen 1, Rógvi Weyhe 1 Neistin: Teitur Magnusson 8 (3), Kristjan Dulavík 3, Ári Rouch 2, Torstein Balle 1, Beinur Davidsen 1, Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1, Terji Mørk 1