mánadagur 4. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
fremsta deildin kvinnur
Eg skal
trúgva
upp á tað
Hondbóltur Tað sigur Jan Ottosen, nýggjur venjari hjá VÍF/
Tjaldur um møguleikan at koma í FM finaluna. Hann er ikki í iva um,
at spælir liðið sum tað gjørdi í gjár, so ber til at koma í FM finaluna
Tróndur Arge
VÍF/Tjaldur vann í gjár ein tryggan
sigur á steypafinalistinum úr VB.
Úrslitið gjørdist 28-16. Munurin í
hálvleikinum var bara tvey mál,
men í seinna hálvleiki gekk illa hjá
VB at fáa nakað mál.
– Vit koma væl frá byrjan og
skora longu í fyrsta álopinum, og vit
megna at verja fyri í verjupartinum.
Serliga Annika Poulsen er sterk í
verjustøðu og ger tað væl, greiður
Jan Ottosen frá.
Hóast munurin er heili 12 mál á
úrslitinum, so gongur javnt á í fyrra
hálvleiki.
– Tær hava trý tíðarskeið í fyrra
hálvleiki, har tær vinna 3-0, 3-0 og
4-1. Tað er orsøkin til, at vit bara eru
á odda við tveimum í hálvleikinum,
sigur Jan Ottosen.
Í seinna hálvleiki dregur heima
liðið av álvara frá. Tað tekur VB
meiri enn eitt korter at fáa tvey
mál.
– Eisini í seinna hálvleiki skora
vit upp á skjótálop at byrja við, og
tað gevur okkum eina trúgv upp á
tingini. Tær fáa eitt mál eftir sjey
minuttir og tað næsta eftir 16 min
uttir, og tað er verjan hjá okkum,
sum megnar at steðga teimum. Í
fyrra hálvleiki er Annika Poulsen
sterk í verjupartinum, meðan tað
í seinna hálvleiki eru tað Linda
Davidsen og Amanda Kristensen,
sum ganga á odda í verjupartinum,
sigur Jan Ottosen víðari.
– Tað er týdningarmikið, at vit
klára at verja so væl. Eg haldi ikki,
at VB kemur upp á tjúgu skot í
seinna hálvleiki, sigur Jan Ottosen.
Skulu í form
Jan Ottosen hevur sett sær sum
mál at røkka FM finalunum, men
tað krevur hart arbeiði. Hann er
ikki í iva um, at liðið er í ov ringum
formi, men fegnast um, at tað gong
ur rætta vegin.
– Tær vóru í ringum formi, tá eg
tók yvir og tað eru tær enn, men
tær hava tikið seg nógv fram hesa
seinastu tvær vikurnar. Vit skulu
arbeiða við forminum, tí tær duga at
spæla hondbólt, men skulu eisini til
at trúgva meiri upp á tað, sigur Jan
Jan Ottosen: