mánadagur 4. februar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Christian og Hallur fyrireika seg í sólini
Fótbóltur Teir báðir føroysku spælararnir í superliguni fyrireika seg til nýggja kappingarárið undir
sólini á lægri breiddarstigum, meðan liðfelagarnir á landsliðnum í næstu viku fara til Thailands
Jóannes Hansen
Í næstu viku, hósdagin 14. februar,
lættir fótbóltslandsliðið úr Vágum
við kós móti Thailandi. Har hevur
Lars Olsen sett sínum monnum
stevnu á venjingarlegu. Ein altjóða
skrásettur landsdystur er á skránni
ímóti Thailandi. Hann verður
spældur hósdagin 21. februar.
Venjingarlegan er týdningarmikil
liður í fyrireikingunum til ársins
fyrsta
HM-undankappingardyst.
Hann verður ímóti Eysturríki á
Ernst Happel Leikvøllinum í Wien
fríggjadagin 22. mars.
Í síðstu viku var greitt, at
veteranarnir Jákup Mikkelsen og
Fróði Benjaminsen ikki fara við
á venjingarleguna. Longu tá ið
venjarin setti nøvn á leguluttak
ararnar, var tað greitt, at Christian
Lamhauge Holst ikki verður við á
ferðini til Thailands, og at Hallur
Hansson heldur ikki verður við.
Christian størri leiklut
At Christian Lamhauge Holst ikki
fer við landsliðnum á venjingarlegu
skal ikki skiljast soleiðis, at venjarin
ikki vil hava hann við. Heldur skal
tað skiljast soleiðis, at Lars Olsen
metir tað at vera størri gagn fyri
Christian Lamhauge Holst og
harvið eisini fyri landsliðið, at
Lamhauge maðurin nýtir tíðina
í felagi sínum at fyrireika seg til
seinna part av kappingarárinum í
superliguni.
Tá ið Brian Kerr var landsliðs
venjari, kendist tað undarligt,
at hann í fleiri førum ikki hevði
pláss millum teir fyrstu ellivu fyri
Christian Lamhauge Holst, sum er
tann, ið hvørja viku – eisini í tíðini
hjá Brian Kerr – luttók á hægsta
støðinum. Síðani Lars Olsen tók
við venjarastarvinum hevur eingin
ivi verið. Christian Lamhauge Holst
hevur verið ein av lyklaspælarunum
í framrættaða partinum. Tað verður
hann ivaleyst eisini, tá ið Lars Olsen
og hansara menn um hálva sjeyndu
viku fer at royna seg á útivølli
ímóti Eysturríki, har teir framvegis
minnast ógvuliga væl Landskrona
fyri meiri enn tólv árum síðani og
harvið, hvussu tað kann ganga, um
uppgávan ímóti teimum smáu ikki
verður tikin í álvara.
Síðani 5. januar hava Christian
Lamhauge Holst og liðfelagarnir
í Silkeborg fyrireika seg til seinna
partin av donsku landskappingini.
Setningurin í vár er at skava so
mikið av stigum saman, at liðið
skal varðveita plássið í fremstu
deildini. Nógvu tey fyrstu umførini
gekk tað syndarliga illa, og so
gjørdi leiðslan av, at karisimatiski
veteranurin Viggo Jensen skuldi
setast sum venjari í staðin fyri Keld
Bordinggaard, sum stutt framman
undan hevði verið knýttur at
donsku landsliðunum.
Hesin Viggo Jensen var í síni tíð
kendur verjuspælari. Hann hevur
áður verið venjari í Silkeborg og í
Esbjerg. Føroyingar minnast kanska,
at Dagur og vika eina ferð kunn
gjørdi, at hann var nýggjur lands
liðsvenjari í Føroyum. Samrøða var
gjørd við hann. Seinni vísti tað seg,
at sjónvarpið hevði tosað við ein
annan Viggo Jensen enn henda,
sum nú sveiggjar venjarapískin
yvir Christian Lamhauge Holst og
liðfelagar hansara.
Christian í Portugal
og Turkalandi
Leygardagin kom Silkeborg aftur
av venjingarlegu í Algarve lands
lutinum í Portugal. Í Danmark var
januar ógvuliga kaldur, og forsøgn
irnar siga framvegis frá kava og
kulda. Tað ber vánaligar venjingar
umstøður við sær, men í Portugal lá
væl fyri at venja, tá ið Silkeborg var
har frá 22. januar og fram til leygar
dagin 2. februar.
Silkeborg spældi tríggjar venj
ingardystir. Tann fyrsti var ímóti
Skenderbeu úr Albania. Úrslitið
var 4-2 sigur, eftir at Silkeborg eitt
skifti var aftanfyri 2-0. Christian
Lamhauge Holst var á miðvøllinum
í 1. hálvleiki.
Næsti venjingardysturin var
ímóti SV Mattersburg úr Eysturríki.
Hetta liðið er á sjeynda plássi í bestu
deildini, og úrslitið var 1-1. Silkeborg
javnaði í síðstu løtu. Christian
Lamhauge Holst var ikki millum
teir fyrstu ellivu í hesum dystinum.
Síðsti dysturin var ímóti Rapied
Wien, sum er eitt av kendastu fel
øgunum í Eysturríki. Talan var
um finalu í The Atlantic Cup,
sum henda kappingin nevndist,
og Silkeborg tapti 2-1. Heldur ikki
í hesum dystinum var Christian
Lamhauge Holst millum teir fyrstu
ellivu.
Hósdagin fer Silkeborg at spæla
venjingardyst ímóti AGF í Aarhus,
og týsdagin í næstu viku verður farið
til Turkalands, har venjingarlega
verður fram til hósdagin 21. februar.
Tveir venjingardystir eru á skránni.
Annar er ímóti RAD úr bestu deild
ini í Serbia, og hin er ímoti rKrilya
Sovotov úr bestu russisku deildini.
Silkeborg er næstaftast í super
liguni. Fyrsti landskappingardyst
urin eftir vetrarsteðgin verður 1.
mars. Hann verður á heimavølli
ímóti AaB, sum hevur ein annan
føroyskan landsliðsspælara, Hallur
Hansson, í hópinum.
Hallur í AaB
Lítil ivi tykist vera um, at Hallur
Hansson er ein av teimum, sum
næstu árini fer at eiga stóran leik
lut á miðvøllinum á føroyska lands
liðnum. Hann stóð seg væl í HB í fjør,
hann var eyðsýndur á landsliðnum
í heyst, og nú hann er fluttur í AaB
og harvið hevur møguleika hvørja
viku at spæla á hægri støði, verða
fyritreytirnar hjá honum at gera
seg galdandi uppaftur betri.
Tí sigur tað seg sjálvt, at Lars
Olsen heldur enn at taka unga
mannin við á venjingarlegu í
Thailandi, letur hann fyrireika seg
undir leiðslu av Kent Nielsen, AaB
venjaranum, sum í 1992 var undir
liðini á Lars Olsen í miðverjuni á
danska landsliðnum, sum vann
EM.
Í gjár spældi AaB venjingardyst
á útivølli ímóti grannunum í FC
Hjørring. AaB vann 2-0. Hallur
Hansson var ikki millum teir fyrstu
ellivu. Hann varð settur á vøllin
beinanvegin eftir steðgin, og tá
vóru tey bæði málini skorað. Hallur
Hansson avloysti svenska Mathias
Wichmann.
AaB venjarin Kent Nielsen segði
seg vera væl nøgdan við leikliga
avrikið í 2. hálvleiki.
Fríggjadagin verður næsti venj
ingardysturin á skránni. Tá skal AaB
spæla ímóti Hobro. Hesi bæði liðini
spældu eisini í síðstu viku. Tá vann
AaB 1-0, og Hallur Hansson var á
vøllinum fyrstu 62 minuttirnar.
Bæði FC Hjørring og Hobro eru í
næstbestu deildini. AaB er á triðja
plássi í superliguni.
Sunnudagin fara Hallur Hansson
og liðfelagarnir til Portugal á
venjingarlegu. Tveir dystir ímóti
svenskum liðum eru á skránni.
Tann fyrri verður ímóti I.F. Elfsborg
fríggjadagin 15. februar, og tann
seinni verður ímóti Helsingborg IF
mánadagin 18. februar.
Tað kennist sum um, at AaB
venjarin Kent Nielsen hevur álit
á Halli Hansson. 1. mars skal AaB
rættuliga í eldin. Tá verður fyrsti
landskappingardysturin
eftir
vetrarsteðgin. Hann verður í Silke
borg, og tá fæst at síggja, um teir
báðir føroysku landsliðsspælararnir
í fremstu røð í Danmark fara at fáa
dystarvenjing, sum aftur fer at
gagna landsliðnum á útivølli ímóti
Eysturríki fríggjadagin 22. mars.
joannes@sosialurin.fo
Savnsmynd