mánadagur 4. februar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Vann HM í fótbólti við einum armi
Fótbóltur Hector Castro var við til at vinna fyrsta heimsmeistaraskapið í søguni. Hetta varð í 1930, tá
Uruguay varð vertur fyri ta fyrstu HM-kappingina nakrantíð. Hetta bragdið útinti Hector Castro við einum armi
Heri Simonsen
Tað ber til at hava bert ein arm, og
kortini gerast heimsmeistari í fót
bólti. Tað bleiv prógvað longu í 1930,
tá Uruguay varð vertstjóð fyri tað
fyrstu HM-kappingina nakrantíð.
Uruguay vann gull á olympisku
summarleikunum í París í 1924, og
í Amsterdam í 1928. Áðrenn HM
varð olympiska fótbóltskappingin
tann fremsta kappingin. Og tá lítla
suðuramerikanska landið, Uruguay
hevði vunnið olympiskt gull tvær
ferðir í rað, var tað ógvuliga upp
lagt, at teir vóru vertir fyri tí fyrstu
HM-kappingini nakrantíð. Teinurin
gjørdist tó dekan ov langur fyri
nógv av teimum europeisku lond
unum, sum máttu sigla allan teinin
úr Europa og til Uruguay.
Vánaliga europeiska luttøkan í
HM-endaspælinum í Uruguay førdi
seinni til, at Uruguay boykottaði
HM-endaspølini í Italia í 1934, og í
Fraklandi í 1938.
Vunnu HM í 1930
Tað gekk væl hjá vertstjóðini,
Uruguay, sum vann HM-finaluna á
Centenario leikvøllinum í høvuðs
staðnum, Montevideo. Mótstøðu
liðið var tað stóra grannalandið,
Argentina. Argentina var á odda 2-1
í steðginum, men í seinna hálvleiki
gjørdi Uruguay eitt ótrúligt come
back, og teir ljósabláu – Celeste, sum
teir verða nevndir – vendu 1-2 til
ein 4-2 sigur, og fagnaðurin mundi
ongan enda fingið í Uruguay eftir
finalusigurin.
20 ár seinni gjørdist Uruguay
heimsmeistari í Brasil, tá teir
skelkaðu vertstjóðina við einum
2-1 sigri í tí avgerandi dystinum.
Síðani 1950 hevur Uruguay vunnið
Copa America – suðuramerikanska
meistaraskapið – rættiliga ofta,
seinast í 2011.
Uruguay hevur vunnið Copa
America heilar 15 ferðir. Teir vunnu
tað fyrstu Copa America kapp
ingina, sum varð í Argentina í 1916.
Longu árið eftir vann Uruguay Copa
America, hesaferð á heimavølli.
Heimsmeistari
við einum armi
Tað merkisverdiga við liðnum hjá
Uruguay, sum vann OL-gull í 1928,
og HM-gull í 1930 varð, at á liðnum
spældi ein maður, sum bert hevði
ein arm.
Hector Castro, sum bert hevði
ein arm spældi 25 landsdystir fyri
Uruguay millum 1923 og 1935. Í
hesum 25 landsdystunum skeyt
Hector Castro 18 mál. Einarmaði
framherjin skoraði sigursmálið til
4-2 ímóti Argentina í HM-finaluni í
1930, og er Hector Castro millum tær
heilt stóru hetjurnar í tí ótrúliga
fótbóltssøguni hjá Uruguay.
Sum 13 ára gamal varð Hector
Castro óansin við einari ravmagns
sag, og hann fekk høgra arm
kvettan av í einum óhappi. Millum
áskoðararnar í Uruguay varð hann
kendur sum »El Manco« – tann ein
armaði.
Vann nógv heiti
Umframt at vinna OL-gull í 1928 og
HM-gull í 1930 vann Hector Castro
Copa America í 1926, og í 1935. Hann
vann uruguayanska meistaraskapið
við Nacional tvær ferðir, umframt,
at hann vann meistaraskapið við
liðnum, Estudiantes.
Tá
heimsmeistaraskapið
í
1933 varð vunnið, skoraði Hector
Castro eitt reint hattrick í tí av
gerandi dystinum ímóti Penarol.
Tá Hector Castro hevði stillað fót
bóltsgaggurnar gjørdist hann fyrst
hjálparvenjari, og síðani venjari.
Tað eydnaðist honum at vinna
tað uruguayanska meistaraskapið
seks ferðir, sum hjálparvenjari og
venjari. Hector Castro, sum varð
føddur tann 29. november í 1904,
doyði bert 55 ára gamal tann 15.
september í 1960.
Í fótbóltssøguni hjá tí lítlu, stoltu
og nógv vinnandi tjóðini, Uruguay
eigur Hector Castro tó eitt ógvuliga
serligt pláss. Òhappið, sum hann
upplivdi sum 13 ára gamal, forðaði
honum ikki í at røkka teimum
hægstu fótbóltstindunum.
heris@sosialurin.fo