Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hósdagin keypti AC Milan Mario Balotelli. Í gjár skoraði 22 ára gamli framherjin bæði málini, tá AC Milan vann 2-1 á Udenese. Fyrsta málið kom eftir innlegg úr vinstru síðu. Tætt undir málinum kundi italski framherjin prika bóltin í mál. Udinese javnaði í seinna hálvleiki og leingi sá út, til at tað fór at enda javnt. Men í yvirtíðina fekk AC Milan eitt bíligt brotsspark. Sjónvarpsmyndirnar vísa greitt, at verjuspælarin hjá Udinese taklar bóltin, men dómarin bríkslar fyri brotssparki. Púra róligur tekur Mario Balotelli sær av brotssparkinum og sendir málverjan skeivan veg, áðrenn hann trillar bóltin í hina síðuna til 2-1. Juventus er framvegis oddalið við einum 2-1 sigri á Chievo, meðan Napoli er á øðrum plássi eftir 2-0 sigur á Catania. Borussia Dortmund er nú á øðrum plássi í Bundesligaini. Teir hava so hvørt hálað inn á Bayer Leverkusen, og í gjár vunnu teir so á júst Bayern Leverkusen. Talan var um ferð­ miklan og spennandi dyst, sum Borussia Dortmund vann 3-2. Marco Reus og Jacob Blaszczykowski løgdu gestirnar úr Dortmund á odda 2-0 tíðliga í dystinum. Eitt korter inn í seinna hálvleik hevði Stefan Reinartz javnað fyri Bayer Leverkusen við tveimum málum. Men bara ein minutt eftir útjavnandi mál­ið legði Robert Lewandowski Borussia Dort­mund á odda aftur. Bayern Munchen vann uttan stórvegis trupul­leikar á Mainz. Øll málini komu rundan um hálvleikin. Thomas Muller legði oddaliðið á odda, meðan Mario Mandzukic økti til bæði 2-0 og 3-0. Hann er nú topp­ skjútti í týsku landskappingini. Cristiano Ronaldo hevur mangan skotið av­gerandi málið í einum dysti. Men spurningurin um hann nakran hevur skotið av­ger­andi málið fyri mótstøðuliðið. Tað gjørdi hann leygardagin, tá Real Madrd enn eina ferð setti stig til í La Liga. Real Madrid tapti 1-0 fyri Granada. Einsamalla málið í dystinum var eitt sjálvmál frá Cristiano Ronaldo, sum var óheppin og sútaði eitt hornaspark í egið mál. Barcelona hevði eisini trupulleikar í Valencia. Heimaliðið kom á odda aftaná ein hálvan tíma, tá Ever Banega varð spældur leys­ur í brotsteignum og skoraði. Bara tríggjar minuttir seinni javnaði Lionel Messi við brotssparki, eftir at dómarin metti, at Pedro varð feldur í brotsteiginum hjá Valencia. Bæði Valencia og Barcelona høvdu møgu­ leikar at avgera dystin. David Villa var nær við fyri gestirnar, meðan Roberto Soldado var nær við fyri vertirnar. Atletico Madrid vann seint í gjár 1-0 á Real Betis við málið, ið Diego Costa skoraði. Atletico Madrid er nú níggju stig aftanfyri Barcelona og sjey stig frammanfyri Real Madrid. Manchester United er nú heili níggju stig á odda. Sir Alex Ferguson og hansara menn vunnu 1-0 á Fulham. Mest umrødda støðan í dystinum mundi helst verða, tá ljósið fór á Craven Cottage stutt fyri hálvleik. Tað gekk ein løta, so var ljósið aftur og dysturin tikin uppaftur. Einsamalla málið í dystinum kom tíggju minuttir fyri tíð, tá Wayne Rooney skoraði. Manchester City royndir at elta grannarnar, men fingu bara javnleik móti Liverpool , 2-2. Chelsea og Demba Ba taptu fyri New­ castle. Demba Ba, sum skifti til Chelsea frá júst Newcastle mátti av vøllinum við skaða í nøsini. Moussa Sissoko gjørdist dagsins maður fyri Newcastle við tveimum málum. Tottenham heldur fast um fjórða plássið, men hart kroystir av Arsenal. Fótbóltur kring Evropa nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Bayern München 20 16 3 1 51-7 51 2 Dortmund 20 11 6 3 46-22 39 3 Bayer Leverkusen 20 11 4 5 38-26 37 4 Eintracht Frankfurt 20 11 3 6 38-31 36 5 Mainz 05 20 9 3 8 27-24 30 6 Schalke 04 20 8 5 7 33-31 29 7 Mönchengladbach 20 7 8 5 28-29 29 8 Freiburg 20 7 7 6 25-20 28 9 Hamburger SV 20 8 4 8 22-26 28 10 Hannover 96 20 8 2 10 38-39 26 11 Werder Bremen 20 7 4 9 32-37 25 12 VfB Stuttgart 20 7 4 9 22-35 25 13 Fortuna Dusseldorf 20 6 6 8 26-28 24 14 FC Nürnberg 20 6 6 8 20-27 24 15 Wolfsburg 20 6 5 9 21-30 23 16 Hoffenheim 20 4 4 12 26-44 16 17 Augsburg 20 2 8 10 16-32 14 18 Greuther Fürth 20 2 6 12 13-34 12 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Barcelona 22 19 2 1 72-25 59 2 Atletico Madrid 22 16 2 4 43-21 50 3 Real Madrid 22 13 4 5 54-21 43 4 Malaga 22 10 6 6 34-20 36 5 Betis 22 11 2 9 31-34 35 6 Valencia 22 10 4 8 31-35 34 7 Rayo Vallecano 22 11 1 10 31-38 34 8 Real Sociedad 22 9 6 7 35-28 33 9 Levante 22 10 3 9 28-33 33 10 Valladolid 22 8 5 9 32-29 29 11 Sevilla 22 8 5 9 29-30 29 12 Getafe 22 8 5 9 28-36 29 13 Athletic Bilbao 22 7 5 10 29-42 26 14 Espanyol 22 6 7 9 26-34 25 15 Zaragoza 22 7 3 12 22-31 24 16 Granada 22 6 5 11 19-32 23 17 Osasuna 22 5 6 11 18-26 21 18 Celta Vigo 22 5 5 12 21-27 20 19 Mallorca 22 4 5 13 22-42 17 20 Deportivo La Coruna 22 3 7 12 27-48 16 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 25 20 2 3 60-31 62 2 Manchester City 25 15 8 2 47-21 53 3 Chelsea 25 13 7 5 51-27 46 4 Tottenham 25 13 6 6 42-29 45 5 Everton 25 10 12 3 40-30 42 6 Arsenal 25 11 8 6 49-29 41 7 Liverpool 25 9 9 7 44-32 36 8 Swansea 25 8 10 7 34-28 34 9 West Bromwich 25 10 4 11 34-35 34 10 Stoke 25 6 12 7 24-30 30 11 West Ham 25 8 6 11 28-36 30 12 Sunderland 25 7 8 10 28-33 29 13 Fulham 25 7 7 11 36-42 28 14 Norwich 25 6 10 9 25-40 28 15 Newcastle 25 7 6 12 33-44 27 16 Southampton 25 5 9 11 33-44 24 17 Reading 25 5 8 12 32-46 2 18 Wigan 25 5 6 14 29-47 21 19 Aston Villa 25 4 9 12 23-49 21 20 Queens Park R. 25 2 11 12 18-37 17 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Juventus 23 16 4 3 48-16 52 2 Napoli 23 15 4 4 45-20 49 3 Lazio 23 13 4 6 34-25 43 4 AC Milan 23 12 4 7 41-29 40 5 Inter 23 12 4 7 36-28 40 6 Fiorentina 23 11 6 6 41-27 39 7 Catania 23 10 5 8 31-30 35 8 Roma 23 10 4 9 49-42 34 9 Udinese 23 8 9 6 34-33 33 10 Parma 23 8 7 8 30-31 31 11 Torino 23 6 11 6 27-26 28 12 Chievo 23 8 4 11 24-36 28 13 Atalanta 23 8 4 11 21-33 26 14 Bologna 23 7 4 12 32-33 25 15 Sampdoria 23 7 5 11 28-29 25 16 Cagliari 23 6 6 11 25-40 24 17 Genoa 23 5 6 12 25-37 21 18 Pescara 23 6 2 15 19-48 20 19 Siena 23 6 5 12 23-33 17 20 Palermo 23 3 8 12 20-37 17 Premier League 1. Bundesliga Primera division Serie A Tróndur Arge Atletico Madrid - Betis.....1-0 R Sociedad - Mallorca.......3-0 Valencia - Barcelona.........1-1 Sevilla - Rayo Vallecano..2-1 Malaga - Zaragoza............1-1 Granada - Real Madrid......1-0 Espanyol - Levante............3-2 Getafe - Dep. La Coruna...3-1 Osasuna - Celta Vigo........1-0 Valladolid - Ath. Bilbao....2-2 Man City - Liverpool..........2-2 West Brom - Tottenham...0-1 Fulham - Man United........0-1 Arsenal - Stoke..................1-0 Everton - Aston Villa........3-3 Newcastle - Chelsea.........3-2 Reading - Sunderland.......2-1 West Ham - Swansea........1-0 Wigan - Southampton......2-2 QPR - Norwich....................0-0 B Leverkusen - Dortmund.2-3 FC Nürnberg - Mönch.gl...2-1 HSV - Eintracht Fr..............0-2 Mainz 05 - B München......0-3 F Dusseldorf - VfB St........3-1 Hoffenheim - Freiburg......2-1 Wolfsburg - Augsburg......1-1 Schalke 04 - G Fürth.........1-2 W Bremen - Hannover 96.2-0 AC Milan - Udinese............2-1 Palermo - Atalanta............1-2 Pescara - Bologna.............2-3 Siena - Inter........................3-1 Genoa - Lazio.....................3-2 Fiorentina - Parma............2-0 Chievo - Juventus...............1-2 Napoli - Catania.................2-0 Torino - Sampdoria............0-0 Roma - Cagliari..................2-4 Ronaldo sjálvmál kostaði dýrt Rooney og United níggju stig fremst Dortmund hálar inn Balotelli stjelur yvir­ skriftirnar