Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Højgaard – dyggasta skorða frælsisins er fallin Hóast lívið mangan kann tykjast í so kjøkrut, so er tað í meginregluni so sára eyðskilt. Tað rekur við og í aðru syftu rekur tað upp í ættina, sjógv­ urin fløkist og leggur seg aft­ ur, sjóvarføllini ganga yms­ar vegir, - so sniðfundiga er Skapanarverkið saman­skrúv­ að, at yvir ávís tíðar­mál ræð­ ur javnvágin, og lív­ið gongur sína gongd. Einfeldnið liggur í komuni og frá­ferðini. So einsa­mallur sum tú kagar inn í lívið á fyrsta sinni, líka so einsa­mall­ur fert tú frá fold­ini aftur, inn í himmalsku dýrd Hans­ara, ið øllum ræð- ur, treytað av treystinum í vónini og sann­føringini um teir lutir, sum vit ikki síggja. Onki hugtak er sum frælsi umrøtt, brúkt og uppá kvamsvís misbrúkt ígjøgnum øldir. Hugmyndafrøðingar hava roynt at nágreina tað út í æsir, og síðani hava ym­ iskir teknar teirra sett tað inn í sín egna kontekst, fyri at geva sær sjálvum frælsi til at taka frælsi frá onkr­ u­m øðrum. Petur Høj­gaard varð meira enn tey flestu spleysaður uppí frælsis­hug­ tak­ið, hann hevði óvanliga stóran áhuga fyri tí og um­ røddi tað tíðum, táið vit hittust. Og tað var frælsi í víð­astu merking, ikki bara tjóðar­frælsi, sum lá honum á hjarta. Hugmyndin um hvussu barnið, ið kemur úr móður­lívi, er samanskrúvað, frælst og óspilt, og hvussu ymiskir máttir síðani trevsa skapningin til, og leggja bond á hann, var ofta eitt tema. Fyri at nema við tann polit­iska partin, so hevði um­hvørvið neyvan væntað annað, enn at hann stálsettur skuldi ganga ófrælsisleiðina. Høgi intelligensurin, djúpa sálin og sjaldsama víðskygnið lyftu hann hugspekiliga á arnar­veingir, og soleiðis filo­soferaði hann seg inn í eina frælsisstøðu, sum hann ongantíð veik frá aftur. Hann akslaði síni skinn við frælsi, hann stóð heiðursvakt við frælsi, og eg havi ikki kent nak­að menniskja, sum á sama hátt er ella var sjálv ímyndin av hugtakinum frælsi í øllum tess fasettum. Í so máta var hann unikkur. “Frælsið er títt vakra navn.....”, syngur cubanarin Silvio Rod­rí­guez, og júst hendan strofan átti at verið meitlað inn í gravsteinin, nú Petur er farin undir flag í Glyvra kirkjugarði. Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin átta­ti ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin renn­ur, og vit fljúgva avstað.” Fyrra heimsstríð var ikki lokið, táið Petur varð borin í heim, og bara eitt hálvt ár frammanundan høvdu bolsje­vikkarnir við Lenin á odda tikið valdið í tí, sum seinri gjørdist heimsveldið Sovjet, ið eisini liðaðist sund­ ur í hansara tíð. Tí vóru tað ikki hissini royndir hesin heil­stoypti heiðamaðurin í Sal­tangará hevði sopið uppí seg, nú hann farin um kempu og dustsins aldur legði árarnar inn, mettur av døg­um, nítifýra ára gamal. Petur varð borin í heim hin 16. mai 1918. Sonur ein av kendu rituvíkingunum, Palla, sum aftur var sonur fyrstu niðursetufólkini í bygdini, og Fíu slektað av Skipanesi. Nakað eftir fermingaraldur togaði sjógv­ urin í hann, og hesin gjørdist onkursvegna hans­ara stóri áhugi æviskeiðina at enda. Hann var við “Lizzie”, ið Jógvan á Høgabóli førdi, og síðani var hann í fleiri ár við rituvíkssluppini “William Martin”, sum systkinabørn hansara Jørgen og Niclas skiftust um at føra. 20 ára gamal saðlaði hann um í 1938. Trolið dró, og hann gjørdist av grov­ astu trolmonnum, eitt slag av eksperti í hesum reið­ skap­inum, ið kom at hava so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyska innløgu. Skotar siga, at tú skalt brúka fimm ár á feltinum fyri at ger­ast fulltikin trolmaður, og hesa sveinaroyndina hevði Petur og dyggiliga tað. Hann keypti partabrøv í Tór­ fe­lag­num í Havn, og fór við “Tór 1”. Haðani flutti hann í 1939 umborð í “Tór 2” saman við Jákupi á Trøðni, sum var skipari. Eitt legg fyrst undir stríðsárunum var hann við tí kenda skiparanum Hans Peturi í Brekkunum av Toftum við “Lizzie”, men í desember mánaða 1940 mynstraði hann aftur um­ borð á “Tór 1”, sum Hans í Nýggju­stovu í Nólsoy nú var farin at føra. Hendan túrin royndu teir norðarlaga á Glett­ingar­ grunninum, teir vóru til saltfisk, og tað gekst væl í hond. Hópurin av leysum min­um vóru í farvatninum, und­ir og úr vatnskorpuni, og ein av teimum brast nær­ hendis trolaranum hend­an vanskepnudagin 10. de­semb­ er 1940. Hann var at kalla fullur undir lúk­ur­nar, táið teir hálaðu hetta kvøld­ið, og Petur, sum hevði deks­vakt, skuldi taka aftur­lemmin. Tá ið 15-favna merkið kom, var aftur ein ræðuligur minu­ brest­ur, sum raseraði skip­ ið, og táið hann síðani fór at leka, at drekka sjógv so rívan, var ikki annað at gera enn at seta bátarnar út og rógva til lands. Trolarin fór til botns. 17 fjórðingar róðu teir 18 menninir í eini lítlari jollu, og íslendingarnir tóku væl ímóti teimum í lýsingini á Brúnuvík. Haðani gingu teir í fýra tímar til Borgar­ fjarðar, og tað guvaði longu úr kjøtpottunum frá feskum kálvakjøti, - boðini vóru bor­ in teimum framman­und­ an komuni. Petur hevði ein serligan alsk til ta íslendsku tjóðina, fólkið, og tað kunnu vera mangar orsøkir til tað, men hendan hjartaliga mót­ tøkan man hava skroyvað nakað væl upp í sálini, og brent seg fasta, tí hann róði tíðum aftur á hesar dagarnar, tá heimurin annars var í holt við at knúsa seg sjálvan sundur á hermótunum syðri á í Europu. Totalhavaríið av minu­ spreing­ing­ini á Eystur­land­in­ um tók ikki dirvið frá hesum bræsna unglingi, og stutt eftir fór hann við “Suðuroy”, sum Tórfelagið eisini átti. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn, og annars sigldi hann vandasjógv, tað ið eftir var av seinru stríðsárunum. Eftir tað var hann við fleiri føroyskum skipum, og í 1955 fór hann við íslendskum trolara, og var har fram til 1958. Hann var maður og bátsmaður. Ein ungur sandvíkingur var við sama trolara – 20 vetrar yngri – skaldið Steinbjørn B. Jacobsen. Einaferð flutti Steinbirni fram røðu fyri Merkinum - ein flaggdag – um okkara leiðir, og tað var ein rørandi sjón at síggja teir báðar taka um hvønn annan, eftir at gamli háskúlastjórin var komin niðuraftur av røðarapallinum. Steinbjørn segði mær seinri, at Petur hevði tikið sær so ómetaliga væl av honum umborð í ís­ lendska trolaranum, hann hevði verið sum ein pápi fyri sær, so ungur sum hann var, og tað er ikki sørt, at tú hómar konturarnar av Peturi í frægu skaldsøgu hansara “Kasta”, sum at kalla er einasta litterera verkið um hesa tíðina, táið føroyingar hesi soltnu árini heima á landi lívbjargaðu sær í ís­ lendskari fiskivinnu. Heimafturkomin úr Ís­ landi rendi Petur hjá Palla seg beint í tað kalda kríggið. Tað skreið skarpt í russiskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi um hetta mundið, teir royndu eftir sild norðanfyri, og Sildasølan hevði nú gjørt sáttmála við sovjetisku mynd­ u­gleikarnar um sam­starv. Teir heittu á Petur um at fara á garnaveiði við teim­um sum eftirlitsmaður. Tað var gamaní, hann var ikki rædd- ur fyri tí óroynda, og hendan tíðin bleiv onkurs­vegna eitt marka­mót í lívi hansara, sum hann ofta róði afturá aftur, táið ein løta var. Tíðin var ein onn­ur, stríðið ímillum eystur og vestur harðnaði dag frá degi, heimurin var skivaður sundur í tey góðu og tey ringu, alt eftir hvørju megin jarntjaldið tú stóðst. Propagandan var øgilig, og tað var ikki sørt, at fólk rædd­ust mann­ingarnar á russ­isku skip­unum, ja, onk­ ur segð­ist enntá at vera nøvn Seinastu leikirnir, - 92 ára gamal Framhald á næstu síðu