Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sann­førdur um, at teir sum onki kundu eta børn. Hes­ um slapp Petur ikki heilt snikka­leysur burturúr, og eg minnist sum smá­drongur, at menn í ram­asta álvara tos­ aðu um, at hann politiskt var merktur av hesum, at treysta tjóð­veldis­hug­sjón hansara var rodnað í meira lagi av sam­starvinum við komm­un­ ist­isku kommi­serarnar um­ borð á russisku garna­bátun- um. Seinri, táið vit gjørdust vinmenn, segði hann mær alla søguna um hetta, og hóast idé´irnar í hugsjón teirra í Kreml kundu tykjast skila­góðar og vælmeinandi, so kundi hansara turkatrúgv á frælsi einstaklingsins aldri her í verðini sáttast við stats­ terrorin hjá Stalin, sum bara hevði lív lagað, tí at frælsi var skert til minstu mørk. Petur var demokratur. Hinvegin so dámdi honum ómetaliga væl at vera saman við russum sum starvsfeløgum, tað fjaldi hann ikki fyri, og hetta kann hava verið ein orsøkin til eystansinnaðu søgurnar. Og sjálvur var hann ein forteljari – frásøgumaður - av Guðs náði. Originalur, djúpur og skemtiligur. Samstundis. Tær eru nógvar, søgurnar, sum nú liggja undir flagi inn­an­vert Grinkilsá. Í Svørtu Bók­ini, sum landsstýrið lat gera í full­veldis­skeiðnum, hóm­ast spenn­ingarnir, sum eis­ini herjaðu oyggjar okk­ ara í kalda krígnum. Ein dag­in hesin russiski garna­ bát­urin, sum Petur var við, liggur á Molanum í høvuðs­ stað­num, verður heitt á Pet­ ur um at koma ein túr nið­an á Marinustøðina. Tað skuldi ikki standa á, og innar komin fær hann beinanvegin var­ hugan av, at meiri álvari var í hesum, enn hann væntaði. Eftir einum reyðum leypara verður hann leiddur inn í eitt høli, har tríggir stólar standa kring um eitt lítið borð. Tveir menn eru komnir innar undan honum, og hann leggur alt fyri eitt tvey og tvey saman, og skilir skjótt, at hetta eru fregnarar í kalda krígnum, - annar dani og hin amerikumaður. Og teir fara til sakina bein­anvegin, ætlanin er at krøkja hann til njósnara ímóti Wars­ zawa­samgonguni. Sjálvandi gjørdist hann foyur, sá ikki seg sjálvan sum eina James Bond týpu, men so brúktu teir goggarametoduna, og lótu nakrar dýrar whiskeydropar í ein steyp, sum stóð á borð­ inum. Hann tók ein slurk, og nú væntaðu teir, at hann gjørdist meira medgjørligur og munnlættur. Túnatosið helt fram, men táið hann hómaði botnin í glasinum aftur, mátti hann leggja eina beitu út, og nú segði hann seg hava sæð okkurt undarliga spegilsblankt úti undir væð­ ingini í maskinrúminum, og tað sló ikki falskar ment­ir, nú oystu teir uppúr fløsk­ uni, sum stóð niður við tí eina borðbeininum. Hann fekk sær ein til hitt bein­ ið og boðaði teimum frá, at hann undir ongum um­støð­ um ætlaði at svíkja russ­isku fiskimenninar, sínar lags- brøður á havinum. Hann takk­aði fyri seg, og soleiðis var ein føroysk krimi avlívað í føð­ingini. Petur hjá Palla gjørd­ist ongantíð spiónur. Eftir hetta var Petur mað­ ur, bestimaður og skipari við ymsum skipum. Eitt nú var hann við týskum trol­ara og við Dáva í Bø við “Magnus Heinason”, eldra, á salt­fiska­ veiði í 1962, 1963 og 1964. Farma­sigling royndi hann eisini. Hann var stýri­maður við frysti­farma­skipin­um “Svan­ur” hjá Skipafelag­num Før­oyar í 1978, og eftir tað arbeiddi hann í drúgt ára­ mál á trolvirkinum Vón­ini í Fuglafirði. Hetta var ein stór menningartíð í hes­um reiðskapi, og hann filo­sofer­ aði nógv og brúkti sítt góða høvd og sínar drúgvu royndir til tess at finna ógingnar leiðir á hesum móti, og eitt av rationaliseringsmálunum hann stríddist við var at fáa eitt segl, seymað á høv­uð­ línuna, at rigga, Havstovan hevur málið um hendur, og kanska fer tað innispunna tógvið at koma til høldar úr hesum í ókomnum døgum. Seks dagar fyri Fólka­at­ kvøðuna í 1946 giftist Petur Elsu Mariu, Essemiu, sum vit rópa hana. Skemtiliga lýsti Bjartalíð hendingina í kirkjuni hendan dagin í de­ sember, hvussu leikur gekst, við Petursa egnu orðum, táið hann legði leiðina framvið í dansinum úti á Toftum hetta summarið, hann hevði fingið skiparaprógvið frá Føroya Sjómansskúla. Hóast smæðin og ræddur fyri konufólki eydn­aðist tað kortini, og í hús­unum tey smíðaðu sær á trøðni hjá Palla, eftir strik­ um frá Niels Paula í Heimi­ stovu, hava tey livað saman til hendan dagin, táið hann mettur av døgum legði leið­ ina inn í tær Himmalsku tjald­búðirnar. Børn teirra eru 9 í tali: Sólbjørg, Jónhild, Sig­ mund, Dánial Petur, Poula, Erla, Hallbjørg, Gudny og Brandur. Tey siga samfelt um hann, at hann var jaligur, lívs­glaður, takksamur og sterkur í síni trúgv. Petur var kirkjumaður av tí góða gamla slagnum, hann átti í sær ein magnfullan Guðsótta, sum var ósvitandi. Hetta sæst eisini aftur í lýr­isku royndum hansara, eitt nú í nógv sungna sang­ inum, sum hann eisini smíð­aði lagið til. “Tú føddur før­oyingur fríur.” Seinasta ørindi er kortfattað líkasum manifestið, sum stendur eftir um hendan hugkveikta mann: “Hann álitið hevur tær givið, tú setir teg aftur í rong, tak róðrið og eingin ivi, vind Merkið á fulla stong.” Hann stóð miðskeiðis í før­ oysk­ari mentan, jørðildið treyst og kjølfestan dygg, og umframt viðkomandi lesnað, var dansifelagið í Eysturoy hansara mentanarliga oasa, og sum ein modernaður før­ oy­ingur tók til nú ein dagin, - Leivskvæði var hansara Xfactor. Umframt alt annað búði í Peturi eisini ein óvan­liga rúmlig og sterk polit­isk dimensión. Hann var loys­ ingarmaður um ein háls. Hann hevði sjálvur filo­ so­ferað seg fram til hesa politisku kredduna, og onk­ ursvegna tóktist tað, sum resonansur var kom­in í sveigg­ini ímillum heilan og hjart­að. Eg ivaðist onkun­tíð í, hvussu rationelt hetta nú var, við­hvørt var yvirvágin emotionel, tað líktist eini veking. Teir gomlu tjóð­veld­is­ menninir trúðu uppá frælsið, tí viknaðu teir heldur ongan­ tíð í trúnni á, at Republikkin ájavnt og ásamt var hinu­ megin næstu sýnuna. Tjóðar­ frælsið skuldi ikki takast umvegis Excel-ørk og stødd­ frøði­lig­ar frymlar, men um­ vegis hjartað við góðari hjálp frá heilanum. Tá eg byrjaði mína gongd í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, fyri nærum 40 árum síðani, vóru onkrir av teimum gomlu feltsoldátunum hjá Erlendi Patursson, frá 50-árunum, framvegis í vælmaktini. Mær kemur til hugs eina grein, sum Jóanes Nielsen skrivar í Fríu Føroyum í 1985, undir heitinum: “Men úti undir væðingini í hvørjari sál liggur ein berserkur og slotar.” Hann skrivar: “Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu hon­um, vóru innan av tí konga­trúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir vera polit­ iska afturhaldið í Før­oyum, skutu tá við skørpum eftir kapitalismuni.” Og Eystur­ oyggin gjørdist ein av sterk­ astu bastiónum Tjóð­veldis­ floksins, ikki minst Peturi Højgaard fyri at takka. Okk- ara vegir runnu saman á hesi politisku slóð, samskiftið var nógv og drúgt, og hann var ein áhaldandi kveikjari, sum ongantíð lat tey framvið rek­ andi brúnasíðu skýggini á politiska hválvinum káma fyri málinum, sum treyta­ leyst var ein føroyskur statur á jøvnum føti við allar aðrar full­veldistjóðir í heimi. Tað var Petur, sum í eini samrøðu við 14. September, fyri mongum árum síðani, “visualiseraði” letina, sum er úrslitið av donsku ríkis­ veit­ingini, ið danir spræna inn í politisku æðrarnar í Føroyum. Gjald fyri vald. Hann samanbar føroy­ing­in við fiskin í einum ali­ringi. Danir standa á gummi­brúgv­ unum og tveita fóðurperlur í kjaftin á teimum, alt eftir tørvi, og sum frálíður dragna teir í mun til natúrligu kring­ umstøðurnar. Tað ræður um at gøllhalda føroyinginum í ófrælsinum. Kemur á hol á ringin tiggja teir ikki lív á sama hátt sum smidligi laks­ urin, ið mjáur fer andvegis rákinum og søkir sær føðina sjálvur. Petur Højgaard valdi loys­ ingina fragdardagin hin 14. September í 1946, og síðani valdi hann Tjóðveldisflokkin til sín doyggjandi dag. Hann var ein serliga trúgvur limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og hin 18. mai 2008, tann dag­ in hann snúði sær um 90- ára hvarvið, var hann kosin fyrsti og higartil einasti heið­ urslimur felagsins, m.a. við hesum orðum: “Uttantings hava tygum í seksti ára søgu floksins verið ein av alra fremstu oddvitunum. Áhald­ andi, ein teirra, sum ongantíð boygnaði.” At standa undir kirkjuni á Glyvrum í góðveðrinum hendan dagin, táið tú vart borin út úr hesum heilaga húsi, ið tú so trúliga hevði vitj­að, og sum hevði verið títt andaliga heim, og syngja Tjóðsangin, eftir at Bjartalíð prestur hevði kastað jørð á, tað var ein flottur jarð­isk­ ur endi hjá einum megnar­ manni, sum hevur verið mær og so mongum øðrum til kveikingar og íblásturs. Ein frælsiskastali er fallin, ellin tók hann, men tínir klóku og hugdjørvu tankar um eina happadrúgva føroyska framtíð á egnum beinum doyggja ongantíð. Tú hevur ikki livað til fánýtis og fyri at taka afturíaftur, so er dyggjasta skorðan undir fræls­inum fallin, sagt, tí at eg kenni ongan sum á sama hátt og so tilvitað hevði skilt álvaran í hesum og livdi í pakt við hugtakið. Tú átti mangar leikir á talv­ borðinum, eisini í lívsins leiki, men nú bleivst tú settur skák í mát í foldarlívinum, mátti Drotturin hinumegin hvarvið – Hann ið øllum valdur, táið tað kemur til skarpskeringar, tikið sær væl av tær. Hvíl í friði mín góði vinur Petur Højgaard. tórbjørn jacobsen Petur í aktión og í sínum rætta elementi nøvn Framhald av síðu 23 www.sosialurin.fo