mánadagur 4. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Laxalús lúsasex lúsavinna II-V
Trupulleiki
Laksalúsin, Lepeophtheirus
salmonis, er ein sonn plága
og stór útreiðsla hjá alivinn
uni her á landi eins og utt
anlands. Fyri stuttum varð
nevnt í luftbornu miðlun
um, at kostnaðurin av at
halda lakslúsini niðri á ein
um ikki-skaðiligum støði í
føroysku alvinnuni er umleið
100 milliónir Dkr árliga. Ein
varislig
kostnaðarmeting,
gjørd í 2010 vísti, at laksa
lúsatrupulleikin kostar al
heimsalivinnuni
umleið
2,3 milliardir Dkr um árið.
Fleiri
avlúsingarevni
eru
uppfunnin og framleidd, og
granskað hevur verið nógv í
smittuvandanum frá aliring
um til fríar fiskavertir og
øvugt. Men higartil er eingin
varandi loysn funnin uppá
laksalúsatrupulleikan.
Sníkaeitur
Evni, sum verða nýtt til at
beina fyri laksalús kann
býtast í tveir bólkar um
fatandi baðviðgerð og fóður
viðgerð.
Baðviðgerð
Bað-viðgerðin kann verða
framd við presendingum
kring
aliringin
ella
við
brunnbátum. Báðir hættirnir,
baðviðgerð og fóðurviðgerð,
eru strongdarelvandi. Evnini,
sum nýtt verða, eru mong í
tali, og kunnu verða býtt upp
í tveir høvuðsbólkar: organo
phosphatir og perethroidir.
Organophosphatir
umfata
eitt nú dichlorvos og aza
methiphos. Hesi evnini hava
tað til felags, at tey fora
enzyminum acetylcholine
sterase af rigga sum tað
skal, og harvið verður lús
in lammað og doyr. Pyre
throidir umfata evni so
sum cypermethrin og delta
methrin. Pyrethroidir opna
natrinum-kanalina í nerva
kyknum og føra harvið til,
at lúsin lammast og doyr.
Seinnu árini er hydrogen
peroxid eisini nýtt til at fáa
lýsnar av laksinum, men
lýsnar doyggja ikki í somu
mongd
sum
við
hinum
nevndu evnunum.
Fóðurviðgerð
Fóður-viðgerðin fer vanliga
fram við at leggja eitt lag
av drøgg uttan á fóður-pill
ararnar. Ein vanligur bólkur
av evnum, nýttur í fóður
viðgerðum er avermectinir.
Avermectinir umfata eitt nú
ivermectinat og emamectin
benzoat. Avermectinir eru
macrocycliskar lactonir og
lamma og drepa lýsnar við
at opna chlorid-kanalirnar
í nervalagnum. Ein annar
bólkur er vakstrarregulatorar,
umfatandi eitt nú tefluben
zuron. Hetta evnið, tefluben
zuron, forðar fyri at chitin
verður framleitt í samband
við hamskifti, og ger á henda
hátt av við lúsina. Chitin er
høvuðsevnið í lúsahaminum.
Evnið ávirkar tessvegna bert
ungar ókynsbúnar laksalýs.
Aðrir avlúsingarhættir
Granskað verður eisini í vac
cinum av ymsum slag, men
enn er eingin munagóð vac
cina framleidd. Harafturat
verða royndir gjørdar við
lúsetandi fiskum, so sum
rognkelsi og pusalaknektum
ella multu. Kanningar hava
eisini víst, at ávísar laksa
ættir av genetiskum ávum
ikki so lætt fáa lús, hava
størri mótstøðuføri enn aðrar
laksaættir, og at samband
er millum hetta órinið og
teirra MHC II (major histo
compatibility complex II).
MHC II er týðandi partur av
immunverjuni.
Laksaættir
við serligum lúsamótstøðu
føri verða eisini framleiddar
nú á døgum. Genetisk mani
pulation av laksi og/ella
laksalús førandi til lúsafrían
laks er eisini umtalað, men
ikki roynd í verki enn. Ein
slíkur háttur er RIDL-hátt
urin. RIDL stendur fyri Re
lease of Insect carrying a
Dominant Lethal.
Stóri
trupulleikin
við
sníkaeitrinum er tann, at
laksalýsnar gerast immunar
yvir fyri hesum evnum við
tíðini, og tessvegna virka tey
ikki sum frálíður.
Geislagelding av
skordýrum
Geislagrundað
geldingar
tøkni til skordýr er ein
háttur, sum nýtast kann til at
hava lívfrøðiligt tamarhald
á skordýrum. Hesin háttur
snýr seg í stuttum um at um
at framleiða lívssør kallskor
dýr í stórum tali og sleppa
teimum út har hesi skordýr
fremja skaða. Eftir útseting
kunnu tey lívssøru og tó
girndaróðu
kallskordýrini
so kappast á jøvnum føti
við hini kallskordýrini um
at makast við kvennskor
djórunum fyri at fáa sínar
ílegur ávegis í næsta ættarlið.
Umráðandi er nevniliga at
ansa eftir, at geislingin hevur
hóskandi orku, ikki ov sterk
og ikki ov veik. Kallskordjóri
skal bert lívssørast ikki lív
veikjast. Tað at hava nógva
orku
til
undan-making,
making og eftir- making er
rættuliga avgerandi fyri kall
laksalúsina, um verkið skal
fullførast, tí hetta virkna
copulatiónsvirksemið kall
verunar er slítandi og magn
drenandi. Heilt nógv sløg av
kvennskordýrum makast
bert einaferð í lívinum, og
er makin sterilur, so kemur
einki undan, og harvið kem
ur næsta ættarlið at verða
skert munandi. Verður hild
ið á at sleppa lívssørum
kallskordýrum út, so kemur
skordýrastovnurin at minka
skjótt til hann er mestsum
týndur.
Hesin háttur hevur ver
ið nýttur fleiri ferðir við
góðum
úrslitum.
T.d.
er
skrúvormaflugan
(Cochlio
myia hominivorax) týnd á
lítlari oyggj (460 fer-km) tætt
við Venezuela eftir bert sjey
vikum í 1954, í USA 1960-unum
og 1970-unum, Mexico og
restina av Sentral Amerika í
1980-unum og Norður Afrika
í 1990. Skrúvormaflugan ger
seg inn á djór við heitum
blóði, serliga neyt. Flugan
víggjar í sár á djórinum
og maðkarnir eta seg inn í
vøddarnar og vevnaðin so
skjótt, at djórið kann doyggja
áðrenn 10 dagar er lidnir. Í
1950-unum var árliga tapið
av hesum skaðadjóri í USA
mett at vera omanfyri 200
milliónir dollarar.
Eitt annað dømi er út
breiðsluminking av sovisjúk
uni ella afrikanskari trypa
nosomiasis.
Henda
sjúka
stavar frá einum parasitti
ella snýki og sum rakar djór
og menniskju. Snýkurin er
eitt einkýknudjór av slagnum
Trypanosoma, og hesin snýk
urin verður borin víða av
Tsetse-fluguni.
Sovisjúkan
er økisbundin í 36 londum
sunnan fyri Sahara í Afrika,
har
umleið
60
milliónir
menniskju búgva. Mett verð
ur, at 50.000 til 70.000 menn
iskju verða smittað, og at
umleið 40.000 doyggja um
árið. Kanningar av tsetse-
fluguni vísa, at kvennflugan
parast vanliga bert einaferð
í lívinum. Tað kemur kortini
fyri, tó sera sjálvdan, at hon
parast tvær ferðir. Eftir mak
ingina, so kann hon ala av
sær avkom 10. hvønn dag
alt sítt stutta lív, ið er um
leið 3 mánaðar. Á økjum har
lívssørir flugufrensar verða
sleptir, har fellur flugustovn
urin sera nógv, og á avbyrgd
um oyggjum kann tsetse-
fluga týnast fulkomuliga í
ávísa tíð við SIT háttinum.
Fleiri onnur dømi um
væleydnaðar royndir at týna
skordýr, eitt nú mexikanska
frukt-flugan
(Anastrepha
ludens), med-flugan (Ceratitis
capitata) í Chile, Peru og
Mexiko,
og
melon-flugan
(Bactrocera
cucurbitae)
á
Okinawa í Japan. Týningin av
frukt-fluguni í Mexiko kostaði
umleið 25 milliónir dollarar,
men hon gjørdi tað møguligt
at framleiða og útflyta aldin
ella frukt og grønmeti fyri
yvir 3 milliardir dollarar um
árið. Afturat nevndu fýra
skordýrunum, so er SIT
(Sterile Insect Technique)
roynt við góðum úrslitum á
16 onnur skordýrasløg. Í fleiri
av verkætlanunum hevur
FAO (Food and Agriculture
Organization), WHO (World
Health Organization), IFAD
(International
Fund
for
Agricultural Development),
UNDP (United Nations Deve
lopment
Programme)
og
IAEA (International Atomic
Energy Agency) luttikið.
Framhald
Samandráttur
Laksalúsin er ein afturvendandi
trupulleiki hjá alivinnuni og
avlúsingarevni og strev at
beina fyri henni kostar nógvan
pening. Umráðandi er at kenna
laksalúsalívfrøðina eins og
nøringarhátt fyri at kunna finna
fram til alternativar týningarhættir.
Geislagelding er ikki ókend tøkni
í samband við skordýr, men er als
ikki roynd í samband við laksalús.
Fæst hesin lívssøringarháttur at
virka kann hann verða til mikið
fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein
fortreyt fyri skjótari menning er eitt
fíggjarliga sterkt væl samskipað og
innovativt granskingarumhvørvið.
Laksalús
– Lepeophtheirus salmonis
Hóraldur
joensen
kjak