Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Sendistovunet okkara eig­ur at verða víðkað við um­boðan í Grønlandi. Tað er har ”alt” hendir í løt­ uni. Heimsins eygu líta at møgu­leik­unum og av­ bjóð­ingum í Arktis, og her kunnu Føroyar útbyggja týdn­ingar­mikil vinnu­sam­ bond og sam­starv á mong­ um økjum. Tí leggur Tjóðveldi, sam­ an við Framsókn, upp­skot fyri Løgtingið um at seta á stovn sendistovu í Nuuk, at arbeiða fyri tættari vinnu­ ligum, politisk­um, ment­ an­ar­ligum, útbúgv­ingar­ lig­um og øðrum samstarvi og sambondum landanna mill­um. Arktis og møguleikarnir Seinastu árini er Grønland vorðið snúningsásin í al­ tjóða áhugamálum fyri vinnu­møguleikum og gransk­ing í Arktis. Nú land­nyrðings- og útnyrð­ ings­siglings­leiðirnar lata seg upp, verður vinnuliga heims­kortið teknað av nýggj­um, har Útnorður kemur í brennidepilin. Før­ oy­ar liggja ógvuliga sen­ tralt í mun til vaksandi skipa­ferðsluna ígjøgnum Norður­atlantshav. Hetta merkir, at føroyskur uttan­ ríkis­politikkur, og sendi­ stovu­netið hjá Føroyum, má skipast eftir hesum veru­leika. Sera stórur áhugi er fyri at útvinna ymisk rá­evni í Grønlandi. Hetta skap­ar víðfevnt virksemi, nógvar fyritøkur verða gróður­ settar í Grønlandi og fleiri túsund arbeiðspláss vænt­ast at vera skapt komandi árini. Eingin ivi er um, at her liggja stórir møguleikar hjá føroyskum vinnufyritøkum at bjóða sínar førleikar fram, og skapa samstarv við grøn­ lendskar fyritøkur – eitt nú innan byggi-, ráðgevara-, olju-, tryggingar-, fígg­ing­ ar-, útflytara-, og ferða­vinn­ una. Eisini er givið, at londini bæði kunnu fáa stóra gleði av at samstarva meira á øðrum økjum – eitt nú um skipanir á heilsuøkinum og innan útbúgving. Longur út í heim Londini í Norðurlanda­ráð­ num hava mælt stjórn­um sínum til at styrkja sam­ bandið land­anna mill­um, og í størri mun sam­starva um sendi­stovu­virk­semi. Ein tilráðing, sum Løgtingið tók undir við. Somuleiðis heitti Útnorðurráðið fyri nøkrum árum síðani á stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grøn­ landi um at stovna sendi­ stovur í londunum hvør hjá øðrum. Sendistova Før­oya í Grønlandi kann við fyrimuni samskipast við virksemi hjá grannum okk­ara, mest nærliggjandi hjá íslendingum, sum í løt­ uni fyrireika at lata upp sendistovu í Nuuk í sep­ temb­ur. Føroysk sendistova í Grøn­landi kemur at fáa alstóran týdning sum hjálp­andi hond at útbyggja samstarv landanna millum. Og Sendistova Føroya í Nuuk kann eisini gerast ein miðdepil fyri vinnuligum og mentanarligum sam­ bondum millum Føroyar og onnur lond, eitt nú úr Evropa, USA og Asiu, sum í løtuni styrkja sína støðu í Grøn­landi. Sendistova Før­oya í arktiska mið­ depli­num Nuuk Bjørt Samuelsen tingkvinna Kólnaður tjóðskapur, vinnuligt einaræði og stættasamfelagið Føroyar Í einari viðmerking til grein hjá Høgna Hoydal sleingir Jógvan Thomsen um seg við pástandum, setir spurningar og svarar alt í senn. Greinin er eitt ekkó frá tíðini, tá ið politiski høgravongurin í Føroyum livdi av at skíra sín­ar egnu landmenn líkt og ólíkt og púra ósmæðin saman­bar vinstravongin við hin versta, neyð og undirgang. Hendan royndin hjá Jógvani Thomsen at endurskapa eitt sam­felagspolitiskt kjak við skot­grøvum og runublaking boðar ikki frá góðum, men av tí at hetta er so serstakliga ótíðarhóskandi og ikki sørt primitivt, lati eg hetta fara. Sloknaði frælsisneistin í Fólkaflokkinum Jógvan Thomsen vil í greinini vera við, at Tjóðveldi ikki eigur lut í teimum sigrum, sum eru vunnir á frælsisleið, men vísir til “hinar tjóð­ skap­ar­ligu flokkarnar.” Nú veit eg meg ikki vita um, hvørjar tjóð­skapar­ligu flokk­ ar Jógvan meinar við, og tá ið hann so dittar sær at taka aftur í søgulig avrik, tó uttan at nevna nøkur yvir­høvur, so vil eg minna Jógv­an Thomsen á, at tær yvir­tøkur - tann politikkur, sum bara hevur borið á bráð av sjálv­bjargni og frælsi, er førdur við Tjóð­ veld­inum í sam­gongu. Tað krevst ikki nakað serliga vítt­ fevnandi bóka­savns­arbeiði at finna tann veru­leikan fram. Minst til Jógvan, at Tjóð­veldi fleiri ferðir hevur lagt uppskot til samtyktar fram um eina greiða ætlan at gera Før­oyar frælsar. Eg kann senda tær sein­asta uppskotið, um tú ikki finnur tað. Tann breiði skari av før­ oyingum, sum ynskir at ráða í egnum landi, skal ikki undir­metast Jógvan, hvørki við niðurlátandi ósannindum ella tínari háðan av viljanum til sjálvbjargni og einum sjálvberandi samfelag. Vit kunnu bert staðfesta, at tann frælsisneistin, sum kveikti lív í Fólkaflokkin, langt síðan er sloknaður, og tað er nú rættiliga nógv ár síðan, at Fólkaflokkurin kundi prýða seg við tí virði­liga heitinum at vera ein tjóð­skapar­flokk­ ur, tað er søga Jógvan. At so er gongur sjón fyri søgn, nú for­maðurin hjá tær er garant­ urin fyri at hækka blokkin. Einaræði og privat­ kommunisma Tað er altíð margháttligt, tá ið Fólkaflokkurin og umboð floksins vilja gera seg til eina trygd og kjølfesti hjá vinnulívinum í Føroyum. Í so máta er greinin hjá Jógvani Thomsen einki undantak. Tað er burtur í vón og viti, tá ið Jógvan Thomsen utt­ an at blúgvast tiltuskar Fólka­flokkinum og sitandi sam­gongu heiðurin fyri at tryggja vinnuni “tryggar og stabilar kappingartreytir,“ hetta er ein fullkomin reing­ ing og reint møsn, tí vinnu­ lívið í Føroyum hevur hvørki tryggar karmar og so yvir­ høvur ikki “stabilar” kap­p­ ing­ar­treytir. Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at vinnan í Føroyum ikki hevur javnsettar kapp­ ingarmøguleikar, hvørki innanhýsis ella við onnur lond. Fólkaflokkurin er trygd­in fyri, at einaræði og privat­kommunisma ræður í vinn­uni, har fá vinnulívsfólk sita tungt á rættindum og møguleikum. Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at vinnuligt virkisfýsni hjá borgarum í Føroyum verður traðkað nið­ur og hevur serstakligar vána­ligar umstøður at koma fyri seg. Royndin hjá Jógvani Thom­sen at gera Tjóðveldi til ein vinnufíggindaligan flokk er jánkaslig og ber á bráð av manglandi vilja at síggja veruleikan, sum hann er. Veruleikin er tann, at Tjóð­veldi hevur lagt ein fiski­vinnupolitikk fyri dagin - enntá fleiri ferðir, sum fær størri og størri undirtøku ikki minst frá vinnuni sjálvari. Á øðrum vinnuligum økjum hevur Tjóðveldi gjørt greitt, at myndugleikarnir skulu skapa bestu karmar til eitt fjøltáttað vinnulív. Hetta er eisini víst í verki, tá ið Tjóð­ veldi hevur havt ávirkan á rikna politikkin. Men ein grund­leggjandi munur – Jógv­an - á Tjóðveldinum og Fólka­flokkinum er, at meðan Fólka­flokkurin útihýsir megin­partinum av teimum vinnu­ligu kreftunum í Før­ oy­um og fjálgar um sínar fáu vinir, vil Tjóðveldi m.a. tryggja javnbjóðis rættindi og møguleikar í vinnulívinum, og sannroyndin er, at hetta er lykilin til veruliga menn­ ing og frælst vinnulív, sum Fólka­flokkurin annars brúk­ ar sum bringuprýði, men legg­ur fótonglar fyri hvønn einasta dag. Stættasamfelagið Føroyar Er vinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum marghátt­lig­ ur, er tað harafturímóti bein­ leiðis ræðandi, tá ið flokkurin og Jógvan Thomsen gera seg til verndareinglar hjá væ­l­ ferðar­sam­felagnum. Flokk­ urin, sum saman við sit­andi samgongu hevur framt og fremur átøk, sum við sjey­ míla­ferð tryggja, at Føroyar gerast eitt stættasamfelag. Tað er eingin ivi um, at tað skal gerast lættari at liva í Føroyum, men tað verður ikki gjørt rætt við at geva teimum, sum frammanundan klára seg væl og virðiliga, enn meir, meðan bróðurparturin av borgarum landsins ong­ an ágóða fáa. Tað skal gerast lættari fyri øll. Tað merkir ikki, at Tjóðveldi vil “knokk­ royta” teir persónar, sum hava eina góða inntøku, ella tey virki, sum hava ein góðan rakstur og yvirskot. Jógvan Thomsen kann heldur ikki vísa á, at hetta hevur verið gjørt – og hvar kann tú vísa á, Jógvan, at ætlanin er at gera hetta. Hvørji uppskot eru løgd fram, sum bera á bráð av hesum? Tann veruleiki, at vit vera fleiri eldri í Føroyum, sum árini ganga, meðan ar­ beiðsføru hendurnar ikki økjast, átti at fingið Fólka­ flokk­in og samgonguna at steðga á. Tí hetta gerst ein trupulleiki, ein stórur trupul­leiki í framtíðini, og við forskattingini av pen­ sjón­um og útlitunum til, at færri fara at rinda skatt, og talið av pensjónistum sam­ tíðis økist, er hetta ein skeiv samfelagsgongd og tryggjar als ikki eini virðilig ellisár, men heldur at fleiri gjøld verða løgd á okkum, tá ið árini koma. Gylt mál og ábyrgd aftur í føroyskan politikk Tað er einki at taka seg aftur í at politiska leiðsla landsins við førda politikkinum tekur vón og áræði frá borgarum landsins. Fólkfráflyting, nið­ ur­legging av landsins vit­ anarstovnum og serfrøði, leggur forðingar fyri spír­ andi vinnulívi, avmarkar út­búgvingarmøguleikar, ger vánirnar fyri teimum sum gingu undan ótrygg á ellis­ árum, stættamunur millum landsins borgarar og okkara eftirkomarar og hækking av blokkinum, tað eru nakrar avleiðingar higartil. Tað hevur avgerandi týdn­ing at veljarin skjótast sleppur at seta hesi fólk frá valdinum, so sjøtil kann set­ ast á eina nýggja tíð í Før­ oy­um, sum setur gylt mál aft­ur politiska breddan; sjáv­berandi búskapur er eitt aðalmál, fólkavøkstur, virði­ligar umstøður til okk­ ara eldru, javnbjóðis kam­ar til okkara vinnulív, útbúgv­ ingar­møguleikar sum slóða fyri øktari vitan, gransking, samhaldsfesti og eitt sam­ felag fyri øll. – tað kennir Fólka­flokkurin alt til, Jógvan Thomsen. áki andreasen