mánadagur 4. februar 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eldraøki – visjón og rættindi
Løgtingi hevur viðgjørt eitt
álit, um hvussu vit orða ein
eldrapolitikk, fyri alt landið.
Áliti er sera yvirskipað,
við nógvum føgrum orðum
og einari visjón fyri eldra
politikkin.
Visjónin fyri politikkin er
•
at tryggja teir karmar,
sum kunnu stimbra, at
eldru borgarnir í Føroyum
framhaldandi kunnu liva
eitt gott og trygt lív
•
at teir borgarar, sum
hava tørv á hjálp, fáa eina
dygdargóða tænastu, sum
tekur atlit at sjálvsav
gerðarrætti og virðileika
hins einstaka
•
at stuðla einstaka borg
aranum í at vera sum
longst í egnum heimi, ella
so leingi, hann ynskir tað,
og hevur møguleika fyri
tí, og
•
at byggja brýr millum
ung og gomul, og harvið
styrkja
samhaldsfesti
millum ættarliðini
Sakni eina orðing í visjónini
um, hvat fyri rættindi og
tilboð tey eldru skulu hava í
einum framtíðar vælferðar
samfelagið, og at hesi rættindi
skulu vera lógarfest.
Visjón
um
vælferðar
samfelagið er ein kontrakt
millum borgarar landsins, ein
samhaldsføst kontrakt, har
vit øll hava nøkur universel
rættindi, millum annað :
•
at allir borgarar hava rætt
til tær somu veitingarnar,
uttan mun til inntøku og
sosiala støðu.
•
at
tað
almenna
skal
tryggja øllum borgarum
eins tænastu og tilboð,
ábyrgdin skal ikki liggja
hjá privatum hjálparfe
lagsskapum ella familj
uni
Meginreglan má verða, at
tú eftir eitt langt arbeiðslív,
og sum borgari í einum væl
ferðarsamfelagið,
hevur
vunnið tær nøkur rættindi.
Um tann einstaki tekur av,
ella ger krav uppá hesi rætt
indi, er upp til tann einstaka.
Men tú hevur onki val, um tú
ikki hevur nøkur rættindi.
Ongin borgari skal kenna
seg sum ein byrða, hvørki fyri
samfelagi ella sína familju.
Tað at vit taka hond um
hvønn annan, skal ikki verða
av neyð, men tí vit hava hug
og møguleika til tað.
Í dag er tað tíverri so,
at
nógvar
familjur
eru
strongdar og kanska eisini
fíggjarliga illa fyri, tí sam
felagi áleggur teimum, ser
liga kvinnunum, at hava
ábyrgdina av sínum eldru, tí
samfelagið ikki hevur nakað
tilboð til tey.
Tað er ikki í samsvar
við meginregluna hjá ST
um virðileika, tí tað er ikki
virðiligt fyri tey ið eru eldri,
um tey kenna seg at verða
ein byrða fyri sína familju.
Tað er heldur ikki virðiligt
fyri familjuna, at hava ringa
samvitsku og kenna seg
strongdan, tí tey kanska ikki
megna hesa uppgávuna.
Tað eru nógvar familjur,
sum onki hava ímóti at taka
sær av sínum, tvørturímóti
vilja tey fegin verða ein
partur av gerandisdegnum
hjá teirra eldru. Trupulleikin
er, at tey megna ikki at
hava hesa ábyrgdina hvønn
einasta dag og alt samdøgri.
Tí mugu vit hava dagtilboð til
okkara eldru, so tey avvarð
andi sleppa til arbeiðis, og
skipanir mugu eisini setast
í verk, so tey avvarðandi
kunnu avlastast um náttina.
Langt millum orð
og veruleika
Álitið leggur upp til eina
hugburðsbroyting, og nýggja
tilgongd á eldraøkinum ið
snýr seg um, at øll tænasta og
allur stuðul grundleggjandi
eigur at taka støði í eini
• fyribyrgjandi
• heilsufremjandi og
• endurmennandi
tilgongd til einstaka borgar
an.
Hetta ljóðar alt avbera gott,
men langt er ímillum hesi
føgru orð og veruleikan.
Í dag er støðan tann, at
landið nærum onki hevur
gjørt við fyribyrging og
endurmenning í nógv ár.
Heldur hava hesi tiltøk verið
spard burtur, enn nakað
annað.
Tað sum er hent innan
hetta øki er, at tær komm
unur, sum orka, hava roynt
at raðfest fyribyrging. Veru
leikin er tó tann, at játtanin
til rakstur, av eitt nú nýggju
røktarheimunum, er so tep
ur, at hon ikki røkkur til stór
vegis fyribyrgjandi arbeiðið.
Seinnu árini, er tað gleði
liga hent, at økisterapiin og
heimatænastan eru byrjaðar
at arbeiða fyribyrgjandi, í
nærum í øllum økjum í land
inum. Tað eru sera eldhuga
starvsfólk, ið brenna fyri
hesum arbeiðið, og gera sítt
ítasta. Henda skipan, er tó
ikki útbygd um alt landi.
Okkum manglar eina yvir
skipaða ætlan, ið ásetur,
eftir hvørjum meginreglum
fyribyrgjandi arbeiðið skal
fremjast. Tað kann ikki vera
meiningin, at hvør av teim
um 30 kommununum, hvør
í sínum lagi, skal seta orð á
hvussu skipanin skal fremj
ast. Nakrar felags megin
reglur mugu verða, hóast tað
sjálvsagt, skal verða rúmd
fyri at útinna skipanina eftir
lokalum fortreytum.
Longst í egnum
heimið setur krøv til
heimatænastuna
Allur eldrapolitikkurin byggir
á, at okkara eldru skulu verða
sum longst í egnum heimið.
Hetta ferð at seta stór krøv
til heimatænastuna. Eina
tænastu sum í dag manglar
1400 tímar um vikuna, fyri at
kunna geva verðandi brúk
arum tað tænastu, ið tey eiga
at fáa. Hartil er lagt er upp
til, at hetta øki skal spara
12,3 milliónir komandi árini.
Hetta hongur ikki saman.
Heimatænastan má upp
raðfestast munandi og gerast
meira fleksibul, um fólk skulu
verða sum longst í egnum
heimi. Tænastan eigur at
taka støði í tí einstaka og
hennara tørvi. Tað kann ikki
verða rætt, at ein ikki kann
fáa tað sum ein hevur tørv á,
men okkurt tilboð sum líkist.
Tað má lógarfestast hvørji
tilboð ein hevur rætt til, um
ein velur at vera í egnum
heimið. Fyrsta fortreytin
fyri, at tað skal eydnast,
at fólk velja at vera heima
sum longst er, at tey kenna
seg trygg við, at tey fáa eina
ávísa tænastu/ tilboð.
Henda tryggleikan hava
tey ikki í dag, har tænastan
er munandi skerd og skal
skerjast enn meira komandi
árin.
Eitt vælvirkandi
eldraøki
Arbeiðsbólkurin mælir til,
at greiða verður fingin á
myndugleikaviðurskiftini
á økinum, so vald og gjald
fylgjast at.
Loysnin hjá samgonguni
er, at leggja eldraøki út til
kommununnar í 2014 !
Spurningurin
er,
um
hetta, at tveita eldraøki út til
kommununnar í óðum verki,
ikki ferð at økja um hesar
trupulleikar, heldur enn at
loysa teir ?
Munurin verður bert, at
nú hevur landið slept end
anum og ábyrgdini, og latið
hana yvir til kommunurnar,
stórar og smáar. Nakrar
kommunur, ið eru sera ym
iskar bæði í stødd og fíggjar-
umsitingarorku.
Samgongan hevur lagt upp
til, at nú ongin kommunu
samanlegging
var
framd,
so skal eldraøkið umsitast
av tí størstu kommununi
í
økinum.
Hetta
kemur
fleiri staðni í landinum at
merkja, at tann kommunan
ið kemur at umsita øki, ikki
er tann kommunan, ið hevur
brúkt mest orku uppá at
útbyggja eldrarøktina. Tað
kann verða ein sera óheppin
loysn. Í hvussu so er tríggjar
fortreytir
eiga
at
verða
tilstaðar, um økir verða løgd
út til kommununnar.
Stórar kommunueindir
Tann fyrsta fortreytin er, at
landið er skipað í nakrar fáar
stórar eindir. Tilgongdin við
at leggja kommunur saman,
er skotin langt fram í tíðina,
av júst hesi samgonguni. Tað
er ørskapur at leggja eitt so
stórt og týdningarmikið økið
út til 30 kommunur, ið hava
sera ymiskar fortreytir.
Gjøgnumskygni
og fígging
Næsta fortreytin er, at økið
er gjøgnumskygt og at fígg
ingin er samhaldsføst. Í dag
er eldraøki sera fløkt og
ógjøgnumskygd, vit hava
heimatænastu, sjálvsognar
stovnar,
kommunalar
og
landsstovnar. Vit eiga, sum
tað fyrsta, at samansjóða
allar hesar tænastur, og
fáa
ein
gjøgnumskygdan
bygnað. Tað kann undra, at
samgongan hevur lagt Al
mannastovuna og nærverk
ið saman, men heldur tann
partin av nærverkinum sum
er eldraøki, liggja uttanfyri.
Hetta ferð at hava tað av
leiðing, at heldur enn at gera
eina fløkta skipan greiða og
gjøgnumskygda, so verður
fløkjan løgd út til 30 komm
unur, ið hvør í sínum lagi,
skulu finna útav, hvussu
fløkjan verður greidd. Hetta
tryggjar ikki, at vit fáa eins
tænastu kring alt landið.
Hvussu
eldraøki
skal
fíggjast veit ongin. Sam
gongan hevur innført flat
skatt og forskatta pensjón
irnar. Hetta er við til, at
máa fíggjarliga grundarlagi
undan kommununum. Pen
sjónsskatturin ið skuldi verða
við til at fíggja eldraøki, ferð
nú allar sum hann er í lands
kassan og verður brúktur
her og nú. Bert í 2012 mistu
kommunurnar 80 milliónir
av hesi orsøk.
Eldralóg við rættindum
og tilboðum
Triðja
fortreytin
er
ein
eldralóg, við rættindum og
skyldum. Ein lóg, ið er við
til at áseta hvørji rættindi til
veitingar og tilboð, um røkt
okkara eldru borgarar hava.
Ikki minst, ein lóg ið tryggjar,
at vit fáa eins tænastu kring
alt landið. Javnaðarflokkurin
ynskir ikki, at vit fáa eina
eldrarøkt, ið ger okkara eldru
til A og B borgarar, alt eftir
um teir búgva í eini ríkari ella
eini fátækari kommunu.
Tí vil Javnaðarflokkurin
mæla frá at leggja eldraøki
út til kommununnar í 2014.
Vit mæla til, at ein bygn
aðarlig
samansjóðing
av
eldraøkinum verður framd,
og at vit fáa samtykt eina
eldralóg. Tá ið hesi ting eru
framd, so ber til at viðgerða
hvar eldraøki skal liggja í
framtíðini.
Eyðgunn
Samuelsen
tingkvinna
Við Grátimúrin
Millum tínar aldargomlu steinar
legði eg bønir mínar
til Ísraels Guð og mín,
og tá ið eg kom frá múrinum,
støðgaði eg á – eitt lítið bil.
Og tá ið eg sá børnini, ið eiga Landið,
kom eg at hugsa um spámannin Zakarja,
tá ið hann sigur: »Borgartorgini skulu
vera full av dreingjum og gentum,
ið har halda sær at gaman«.
Og loksins sigur HARRI herliðanna:
»Sí, eg man bjarga fólki mínum heim
úr landinum fyri eystan og úr landinum
fyri vestan, eg flyti tey heim aftur,
og tey skulu búgva í miðjari Jerúsalem
og vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra
í trúfesti og rættlæti«.
Levi Niclasen
kjak