týsdagur 5. februar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Læknaligu
sergreinarnar
gerast
støðugt
fleiri
og
meiri
spesialiseraðar,
og
hugsanin um at kunna reka
smærri lokalsjúkrahús sum
serstakar eindir við einum
ella nøkrum fáum læknum
ber ikki til longur, um neyðug
atlit skulu takast til fakliga
góðsku og sjúklingatrygd.
Tann gamli “generalisturin”
– læknin, sum kundi taka
sær av flestu av teim vanligu
trupuleikunum, er ikki til
longur. Hetta krevur nýhugs
an.
Tummas í Garði, lækna
stjóri, sigur, at vanliga tosa
vit ikki um sjúkrahúsviðgerð
sum ein marknað, men veru
leikin er, at viðgerðir og
serliga høgtspesialiseraðar
viðgerðir verða keyptar frá
stórum høgtspesialiseraðum
sjúkrahúsum
(sokallaðum
tertiær-sjúkrahúsum), sum
kappast um at veita hesar
tænastur.
– Sostatt er talan um ein
marknað fyri slíkum virk
semi, sum tað eru nógvar
góðar orsøkir til at royna at
fremja innan fyri Útnorður
heldur enn at spjaða virk
semið til ymiskar deplar
inni á meginlandinum, sigur
læknastjórin.
Neyðugt at
endurskoða
Tummas í Garði sigur, at
skulu vit veita borgarunum
eina trygga og læknafakligt
nóg góða tænastu fyri tað
tilfeingi, sum heilsuverkini
fáa tillutað, noyðast vit at
endurskoða, hvussu vit skipa
sjúkrahúsverkini.
Heilt vanligar tænastur
til borgarar úti á smærru
plássunum, har fjarstøðan
gerst long til meginsjúkrahús
ini, má í ávísan mun veitast
við, at toymi av serlæknum
og ørðum heilsufakfólki fara
út á smærru sjúkrahúsini við
jøvnum millumbili at veita
tænastur. Harafturat verður
tað í størri mun neyðugt at
brúka telemedisin at veita
servitan og tænastur til tey
smærru støðini.
Tá tað snýr seg um høgt
specialiseraðar
viðgerðir,
sum vanliga verða veittar á
tertiær-sjúkrahúsum, er sið
venjan bæði fyri Grønland
og Føroyar, at hesar tæn
astur verða keyptar inni á
meginlandinum og fyri tað
mesta í Danmark. Hendan
mannagongdin er rættiliga
nógv tengd at siðvenju, har
serlæknar í bæði Føroyum
og Grønlandi kenna ser
deildir
ella
serlæknar
á
viðgerðarstøðunum á eitt
nú sjúkrahúsunum í Keyp
mannahavn og tískil ofta
velja at senda sínar sjúklingar
hagar.
Landspitalið sum depil
Men summar av teimum
tænastum, sum føroyska
sjúkrahúsverkið nú keypir
frá donskum sjúkrahúsum,
kunnu
fáast
innan
fyri
Útnorður. Tummas í Garði
sigur,
at
Landspitalið
í
Reykjavík er væl mannað
innan flestu sergreinar og
hevur langa siðvenju at røkja
flestu tertiærfunktiónir fyri
alt Ísland. Av tí sama verða
lutfallsliga fáir íslendskir
sjúklingar
sendir
inn
á
evropeiska meginlandið (ella
til USA) til viðgerðar.
Sum eitt dømi um sam
starv við Landspitalið nevnir
læknastjórin skurðviðgerðir
fyri bróstkrabba. Í Føroy
um er ov lítið fólk, til at vit
kunnu hava egnan bróst
krabbaskurðlækna. Íslend
ingar eru einar seks - sjey
ferðir fleiri í tali, og á Land
spitalanum er ein høgt spesi
aliserað bróstkrabbaskurð
eind.
Ì tøttum samarbeiði við
Landspitalið hevur Lands
sjúkrahúsið nú í nøkur ár
veitt føroyskum kvinnum
bróstkrabba-skurð í Tórs
havn, við at íslendski krabba
skurðlæknin kemur til Føroya
eina viku um mánaðin og
ger tær skurðviðgerðir, sum
fakliga trygt kunnu fremjast í
Tórshavn. Hetta verður gjørt
sum ein toymisuppgáva, har
heisufakfólk í toyminum hava
fingið upplæring, og einstøk
føroysk starvsfólk hava verið
á Landspitalinum og kunnað
seg. Tær skurðviðgerðir, sum
ikki fakliga nóg trygt kunnu
fremjast í Føroyum, verða so
gjørdar á Landspitalinum í
Reykjavík.
– Sostatt hava vit kunn
að veitt ávísar serviðgerðir
á tertiærum støði í Føroyum,
samstundis
sum
tertiær
sjúkrahúsið í Íslandi hevur
økt sítt fólkagrundarlag fyri
at viðgerða bróstkrabba við
umleið 50.000, sigur Tummas
í Garði. Hann leggur afturat,
at ein kundi brúkt sama
frymil fyri Grønland, soleiðis
at talan kundi verið um eina
bróstkrabbaskurðeind fyri
alt Útnorður.
– Og so kunnu vit fara
víðari eftir sama frymli við
samstarvi innan heilt nógvar
arðar
høgt-spesialiseraðar
sjúkrahúsuppgávur,
sigur
læknastjórin á Landssjúkra
húsinum.
Fleiri fyrimunir
Fyrimunir við einum tøtt
um samstarvi millum Út
norður-londini um tertiær-
sjúkrahúsuppgávur eru fleiri
og eyðsýndar, sigur Tummas
í Garði. Hann vísir á, at tað
samlaða fólkagrundarlagið
(Ísland, Føroyar og Grønland)
fer væl upp um 400.000, og
tað er ein stórur fyrimunur
fyri tær flestu sergrein-ar
nar.
Við at serlæknar og ser
toymi fara út til sentral
sjúkrahús og fremja ávísar
viðgerðir har, kunnu við
gerðartilboðini í nógvum
førum veitast í ella nærri
nærumhvørvinum hjá sjúk
linginum.
Rekruttering av heilsu
starvsfólki – serlæknum og
sersjúkrarøktarfrøðingum
til Útnorður gerst betur,
um
fleiri
spesialiseraðar
og áhugaverdar uppgávur
verða loystar í Útnorði, og
tað í færri førum er neyðugt
at flúgva sjúklingarnar inn á
evropeiska meginlandið.
Samlaði kostnaðurin av
høgt spesialiseraðum við
gerðum gerst minni: Færri
dýrar flogferðir við sjúkling
um og fylgjarum, umframt
at sjálvar viðgerðirnar í
nógvum førum kunnu gerast
bíligari í heimlondunum enn
á fría marknaðinum í Evropa.
Peningastreymurin út úr
Útnorði gerst sostatt minni.
Harafturat kemur, at CO2
útlátið gerst eisini munandi
minni, um vit skulu flyta
lækna og viðgerðartoymi
heldur enn allar sjúklingarnar
loftvegis. Í teimum førum
har sjúklingar skulu flytast
til
tertiærsjúkrahús,
er
flogleiðin til Landspitalið í
Reykjavík minni enn helvtin
av teininum til Evropa.
– Samanumtikið er eitt
tættari samstarv ímillum
londini í Útnorði um tertiær-
sjúkrahúsfunktiónir fult í trá
við tilmælið frá OECD, har
mælt verður til, at fjarskotin
øki sum eitt nú Grønland,
Føroyar og Ísland samstarva
um ymsar uppgávuloysnir,
heldur enn at hvørt einstakt
øki í sínum lagi samstarvar
við síni “ móðurlond”, hagar
fjarstøðan ofta er stór, sigur
Tummas í Garði, lækna
stjóri.
Allir partar kunnu fáa nógv burtur úr einum tættari samstarvi millum sjúkrahúsverkini í londunum
í Útnorði. Fyrimunirnir eru fleiri og eyðsýndir, sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum
Kvinnur hava nógv størri sjúkrafráveru frá sínum arbeiði enn menn. Tað er niðurstøðan í einari
norskari kanning. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at ein fjórðingur av sjúkrafráveruni hjá
kvinnum hevur samband við barnsburð. Hin parturin stavar í stóran mun frá, at kvinnur "stúra
seg sjúkar", tí tær hugsa so nógv um familjuna, siga tey, sum hava gjørt kanningina.
Lagt til rættis: Árni Joensen
Londini í Útnorði eiga at samstarva
nógv meiri á sjúkrahúsøkinum
Hjúnabandið gott fyri hjartað
Tummas í Garði tók læknafrøðiligt embætisprógv á lærda
háskúlanum í Keypmannahavn í 1991. Í 1999 gjørdist hann
serlækni innan anæstesi og intensiv-viðgerð (narkosulækni)
frá Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Síðani 2005
hevur hann verið læknastjóri á Landssjúkrahúsinum
Tað hevur eftir øllum at
døma heilsuligar fyrimunir
at vera gift ella giftur. Tað
er í hvussu er tað, sum finsk
vísindafólk eru komin til,
og sum stendur at lesa í
tíðarririnum European
Journal of Preventive
Cardiology.
Tey hava kannað upplýs
ingar um meiri enn 15.300
finnar, sum høvdu havt ein
hjartatilburð í tíðarskeið
inum millum 1993 og 2002.
Kanningin vísti, at
ógiftir menn vóru í meiri
enn 60 prosent størri vanda
fyri at fáa hjartatilburð enn
giftir menn. Hjá ógiftum
kvinnum var vandin næst
an 65 prosent størri.
Og so vísti kanningin
eisini, at vandin fyri at
doyggja av hjartatilburði
er minni hjá giftum enn
ógiftum, og tað er galdandi
fyri bæði menn og kvinnur.