týsdagur 5. februar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Gerhard
Lognberg
tekur
undir við, at landið selur al
mennar ognir at fíggja Sand
oyartunnilin við.
– Hvat skal landið eiga
BankNordik og Atlantsflog
til?
Spurningin eigur Gerhard
Lognberg, tingmaður fyri
Javnaðarflokkin.
Hann setir spurningin, tá
ið vit spyrja hann, hvussu
hann heldur, at ætlanin at
byggja Sandoyartunnil, skala
fíggjast.
Hann fegnast um, at
ætlanin er tikin fram aftur
og hann heldur, at er vilji til
tað, eru nógvir møguleikar at
fíggja eina verkætlan, sum
hesa.
Og tað er í hesum sam
bandi, at javnaðarmaðurin
spyr, hvat landið skal eiga ein
banka og eitt flogfelag til.
– Vit hava onga ávirkan á
virksemið í teimum báðum
fyritøkunum,
staðfestir
hann.
Gerhard Lognberg heldur
tískil, at tað avgjørt er ein
gongd leið at einskilja hesar
báðar almennu fyritøkurnar
og brúka pengarnar at fíggja
Sandoyartunnilin við.
Hann ásannar, at tíðirnar
at selja partabrøv eru kanska
ikki tær bestu beint nú.
– Men vit hava stundir at
bíða eitt sindur, leggur hann
afturat.
Hann tekur somuleiðis
undir við teimum, sum siga,
at ein annar máti er, at land
ið lænir til verkætlanina,
soleiðis, sum nevnt verður í
aðrari grein her á síðunum.
Halda seg vekk
Gerhard Lognberg heldur eis
ini, at tað er skilagott at seta
ein arbeiðsbólk við umboðum
úr politisku flokkunum at ar
beiða við málinum um undir
sjóvartunnil í Sandoy.
Men hann mælir til, at
allir flokkar verða umboðaðir
í arbeiðsbólkinum fyri at fáa
so stóra undirtøku, sum gjør
ligt.
Hinvegin heldur hann, at
verður eitt umboð úr hvørj
um flokki í nevndini, er tað
helst frægast, at tinglimirnir
úr Sandoy ikki verða limir í
bólkinum.
Teir hava allir arbeitt
fyri tunlinum í fleiri ár og
tí heldur hann, at tað hevði
gagnað málinum, at lati aðr
ar tinglimir arbeitt við mál
inum.
Kortini vísir hann á, at
tá ið málið verður lagt fyri
Løgtingið, verður tað Rættar
nevndin, sum skal viðgerða
málið og har trýtur ikki við
sandoyingum.
Limir í Rættarnevndini eru
nevniliga teir tríggir sandoyar
tinglimirnir, Brandur Sandoy,
Páll á Reynatúgvu og Gerhard
Lognberg,
umframt
teir
báðir hálvu sandoyingarnir,
Eivin Jacobsen og Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttir.
Afturat teimum eru tað
so Kristin Michelsen og
Raimund Lognberg, limir í
Rættarnevndini.
Selja Atlantsflog og BankNordik
ogn fyri at fíggja
Sandoyartunnil
Selja almenna
Áki Bertholdsen
– Vit eiga at halda allar
møguleikar opnar fyri at
fíggja eina undirsjóvartunnil
í Sandoynna.
Tað heldur Páll á Reyna
túgvu, talsmaður hjá Tjóð
veldi í samferðslumálum.
Hann fegnaðist, tá ið hann
las í Sosialinum í farnu viku,
at sjálvur løgmaður hevur
sett Sandoyartunnilin aftur
á politisku dagsskránna við tí
endamáli at fara undir verk
ætlanina í 2015, sum er nógv
fyrr, enn ætlanin annars var.
Men hann hevur ikki rætt
iliga álit á, at tunnilin verður
veruleiki, fyrrenn ein meiri
ítøkilig ætlan fyriliggur.
– Av beiskum royndum
vita vit at tað skulu meiri til
enn føgur orð og gylt lyfti
til at fremja ætlanina, so eg
trúgvi tí ikki rættiliga, fyrr
enn arbeiðið er sett ígongd,
sigur hann.
Allir flokkar við
Tingmaðurin tekur eisini
undir við, at ein politiskur
bólkur verður settur at gera
eina loysn fyri, hvussu tunn
ilin kann byggjast og fíggj
ast.
Men Páll á Reynatúgvu
heldur, at allir flokkar á tingi
eiga at vera við í bólkinum.
– Eg haldi, at tað hevur
týdning at finna eina semju,
sum hevur dygga undirtøku
í tinginum, tí eg haldi, at tað
er burturvið, at gera eina
so stóra verkætlan til ein
spurning um samgongu og
andstøðu.
Páll á Reynatúgvu vil
heldur ikki læsa seg fastan
í, hvussu tunnilin skal fíggj
ast.
– Vit eiga at kanna allar
møguleikar, sigur hann.
Brandur Sandoy, tingmað
ur fyri Fólkaflokkin, vísir
aðrastaðni her í blaðnum
á, at tað, tinglimir í sam
gonguni tosa mest um, er at
landskassin skal læna einar
700 milliónir til Sandoyar
tunnilin.
– Tað er sjálvandi ein
møguleiki og skulu vit finna
eina semju, sum fær so dygga
undirtøku, sum gjørligt eiga
vit ikki frammanundan at
læsa okkum føst í eina ávísa
loysn.
Annars hevur Tjóðveldi
víst á eina loysn, har undir
sjóvartunnilin inn í Eystur
oy verður almennur, og at
inntøkur haðani frá verða
brúktar at fíggja Sandoyar
tunnilin?
– Tað var uppleggið hjá
CHE samgonguni, men er
politisk undirtøka fyri at
Eysturoyartunnilin
skal
vera ein privat verkætlan
og Sandoyartunnilin ein al
menn verkætlan, fari eg ikki
at leggja meg í vegin fyri tí,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Annars hevur Tjóðveldi
lagt stóran dent á, at allar út
reiðslur hjá landinum skulu
síggjast aftur á fíggjarlógini
og tískil hevur flokkurin ikki
tikið undir við, at, at íløgur
verða fíggjaðar við láni, sum
landskassin so skal brúka
ein mansaldur upp á at rinda
aftur.
Tað váttar Páll á Reyna
túgvu. Men hinvegin sigur
hann, at bæði Norðoyartunn
ilin og Vágatunnilin, eru part
vís fíggjaðir við láni.
– Tað vóru verkætlanir, eg
tók undir við og eg tók eisini
undir við fíggingarháttinum,
tí hesin leisturin var helst
ein beinleiðis orsøk til, at
tær verkætlanirnar vórðu
framdar.
– Sostatt er hetta ikki ein
leistur, sum er mær ókendur,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Selja almennar ognir
Hann vísir eisini á, at tað er
eisini ein sannroynd, at tað al
menna eigur ognir, har hann
ivast í, hvussu gagnligur tann
almenni ognarskapurin er.
Í hesum sambandi hugsar
hann um BankNordik.
Hann heldur, at skal tað
almenna eiga í stórum fyri
tøkum, skal tað almenna
eisini hava eina veruliga
ávirkan á virksemið.
– Tað kunnu vit ikki siga
er støðan í BankNordik.
Tí heldur Páll á Reyna
túgvu, at ein máti at fíggja
Sandoyartunnilin er, at tað
almenna selur sín part í
BankNordik og brúkar peng
arnar til Sandoyartunnil og
kanska aðrar samferðslu
verkætlanir við.
Men
hevur
Tjóðveldi
UNDIRSJÓVARTUNNIL Vit eiga at kanna allar
møguleikar fyri at fíggja Sandoyartunnilin, eisini
møguleikan at einskilja BankNordik og brúka
pengarnar til tunnilin, heldur Páll á Reynatúgvu,
talsmaður hjá Tjóðveldi í samferðslumálum
Er politisk undirtøka fyri
at Eysturoyartunnilin skal vera
ein privat verkætlan og Sandoyar
tunnilin ein almenn verkætlan,
fari eg ikki at leggja meg
í vegin fyri tí
Ein máti at fíggja Sandoyar-
tunnilin er, at tað almenna selur
sín part í BankNordik