Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi ikki tvíhildið um, at verður BankNordik einskildur, skal pen­ing­urin ikki brúkast, men setast í ein búskapargrunn til at fram­tíðar­tryggja føroyska sam­felagið? – Jú, tað er rætt og í hes­ um sambandi hevur flokk­ urin mest hugsað um inn­ tøk­una av at selja rættin til okk­ara tilfeingi, men eisini um inn­tøk­una av at selja BankNordik. – Hinvegin er tað altíð ein spurningur um at viga fyri og ímóti og um, hvat loysir seg, sigur Páll á Reyna- túgvu. aki@sosialurin.fo Við einum føstum gjaldi ber til at rinda tunnilin aftur upp á 20 ár Alternativ fígging Spurningurin um Sandoyartunnil er aftur komin á politiska breddan og tingmenn halda at tunnilin kann fíggjast við láni, ella við at einskilja BankNordik og Atlantsflog og at brúka pengarnar at fíggja tunnilin við Áki Bertholdsen Landskassin skal taka 700 milliónir í láni til at byggja undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sandoy, fyri. Hetta er ein møguleiki, sum tinglimir í samgonguni nú fara at viðgera, sigur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Sandoyartunnilin kom rættiliga aftur á bredd­an, eftir at løgmaður segði fyri Sosialinum í næst­síðstu viku, at hann vildi hava verk­ætlanina fram­skund­ aða, so at farast kundi undir hann í 2015. Í hesum sambandi hevur nógv verið tosað um, hvussu tunnilin skuldi fíggjast. Brandur Sandoy sigur, at tann møguleiki, tey tosa mest um í samgonguni, er, at landskassin skal læna ein­ar 700 milliónir til verk­ ætl­an­ina. Við einum føstum gjaldi ber til at rinda tunnilin aft­ ur upp á 20 ár. Tingmaðurin vísir á, at hesi næstu 12 árini eru 365 milliónir settar av til Sand­ oyar­tunnilin á lang­tíðar­ ætlan­ini hjá samgonguni. Men skulu vit bíða við at ger tunnilin, til vit hava spart saman til hann, verða nøkur ár, til farast kann und­ir arbeiðið. Landskassin hevur hall í løtuni, so skal nakað setast til síðis til tunnilin, skal tað antin lænast og rentan, sum skal rindast av láninum, eru hægri enn renturnar, sum fáast av at hava peningin standandi í einum grunni. Hin møguleikin er, at tað fer at krevja ein stóran part av allari íløguætlanini hjá landinum og tað er ikki serliga sannlíkt, at tað fer at bera til. – Men taka vit ístaðin lán til tunnilin nú og fara undir hann beinanvegin, so at vit kunnu brúka peng­ar­ nar, ætlanin var at seta av á fíggjarlógini hesi næstu árini, til at rinda ein part av rentununum og avdrátt­ unum, kann tunnilin verða afturgoldin um eini 20 ár, sigur Brandur Sandoy. Annars sigur hann, at sjálv­ur raksturin, sum er mettur til 8,5 milliónir um árið, kann fíggjast við bumm­gjaldi. Verður tunnilin bygd­ur, fer tað hinvegin at spara land­inum 10-15 millión­ir í út­ reiðslum til ferjusam­band­ið og um nøkur ár, eis­ini eina nýggja ferju. Annars staðfestir Brandur Sandoy, at enn er ong­in avgerð tikin. Loysn í heyst Fyribils fer samgongan at seta ein politiskan arbeiðs­ bólk, sum skal gera ítøkiligt uppskot um sandoyartunnil og ikki minst í tí sambandi, hvussu hann skal fíggjast. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur longu í heyst og Brandur Sandoy følir seg rættiliga tryggan við, at tá ið sjálvur løgmaður miðj­ar eftir at fara undir Sand­oyar­ tunnilin í 2015, so fer okkurt at henda. Annars hevur onkur nevnt, at ein møguleiki er at landið selur restina av BankNordik og brúkar peng­ar­nar til Sandoyar­ tunnil? Brandur Sandoy heldur, at eisini tað kann vera eitt gott hugskot, sum kann takst til umhugsunnar. Bankin er nógv verdur, tað sóu vit mánadagin, tá ið íleggjari keypti 10% av bankNordik. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at enn er ongin avgerð tikin um nakað, so hann vil ikki siga nakað um fígg­ ingar­møguleikarnar enn, tí tað er ein av spurningunum, politiski bólkurin skal ar­ beiða við. Landsverk sigur, at tað tekur fýra ár at gera tunnilin, so fremja politikarar tað í verki, teir hava tosað um, verð­ur koyrandi í og úr Sand­oy fyri 2020. aki@sosialurin.fo Skal Tórshavnar Kommuna vera við, verður treytin, at Hestoy verður knýtt upp í, sigur borgarstjórin. Tórshavnar Kommuna er sinnað at viðgera spurn­ ingin um at vera við til at fíggja undirsjóvartunnil í Sandoy. Tað sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri. Men hann leggur aftur­ at, at skal Tórshavnar Komm­una vera við, væntar hann avgjørt, at býráðið fer at seta tað sum treyt, at Hestur verður knýtt upp í tunn­ilin. Annars sigur hann, at málið hevur ikki verið viðgjørt í Býráðnum. Men kemur tað hartil, at tunnilin verður gjørdur, er Tórshavnar Býráð sinnað at viðgera tann spurningin. Annars kom tað eitt sindur óvart á hann, tá ið Løgmaður segði í Sosial­ inum, at Tórshavnar Komm­una kanska er áhug­ að at vera við at fíggja tunn­ilin við tí fyri eyga at Sand­oy verður løgd afturat Tórs­havnar Kommunu eina­ferð seinni. – Tað er lætt at fara und­ir stórar ætlanir, tá ið onnur skulu rinda, sigur Heðin Mortensen. – Kommunukassin í Havn er fyri borgarar í Havn­ini. Tí skulu vit hava góðar grundir fyri at taka lut í eini verkætlan, sum er ein lands­uppgáva burtur av. Hinvegin er Hestur í Tórshavnar Kommunum so verður hon knýtt upp í ein undirsjóvartunnil í Sand­oy, er søgan ein onnur, tí tað er tað innanfyri komm­unu­ mark, sigur Heðin Morten­ sen. Hann tekur undir við, at oynnar verða knýtt­ar saman. Hinvegin held­ur hann tað vera lítið skila­ gott at leggja eina undir­ sjóvar­tunnil beint framvið Hesti, uttan at knýta hana upp í. Í longdini verður tað helst eisini ein sparing fyri landskassan, tí so slepst undan ferjusambandinum, leggur borgarstjórin í Havn afturat. aki@sosialurin.fo Hestur knýtast upp í undirsjóvartunnilin Læna 700 milliónir til Sandoyar­tunnil UNDIRSJÓVARTUNNIL Nú liggur í kortunum, at samgongan fer at læna 700 milliónir til undirsjóvartunnil í Sandoy, sigur Brandur Sandoy, tingmaður