týsdagur 5. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Sterki maðurin
á dekkinum
Slítandi sáttmálasamráðingar og ein ALS-gøla, slongd inn á dekkið mitt í valstríðnum, forðaðu ikki
Jan Højgaard at vinna ein knúsandi sigur á formansvalinum í Fiskimannafelagnum. Næsta skeið
skal brúkast at tryggja fiskimanninum skipað arbeiðsviðurskifti, sigur afturvaldi formaðurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, eg hevði væntað at
vunnið formansvalið.
Jan Højgaard ljóðar sann
førdur, tá hann hyggur aftur
á úrslitið. Við 57 prosentum
av atkvøðunum fekk sitandi
formaður eina álitisváttan, nú
hann skuldi vigast í kapping
við tveir avbjóðarar.
Tá hann samstundis førir
fram, at hann als ikki hevði
tíð at reka valstríð, tí sátt
málasamráðingarnar
fóru
við øllum, krevur tað eina
frágreiðing.
– Eg hevði nakrar mans
úti í markini at reka fyri meg.
Teir hjálptu mær væl, og har
til kendi eg meg hava nevnd
ina í felagnum aftan fyri meg,
sigur Jan Højgaard, sum tó
lutvíst ásannar, at hetta var
ein djarvur taktikkur.
– Jújú, men teir ringdu
dúgliga til mín, sigur Jan
Højgaard og sipar her aftur
til menninar úti í markini.
Tað er ein formaður við
sjálvsáliti, ið nú tekur enn
eitt tørn sum fakfelagsleiðari
fyri fiskimannin. Heldur ikki
nógv umrødda ALS-málið,
har gylta lógvatakið til stjór
an kostaði stórum pørtum av
stýrislimunum kjansin, fær
hann at rysta á hondini ella
røddini.
– Nei, eg fann rættuliga
skjótt útav, at hetta mál
ið fór ikki at ávirka okkara
formansval, sigur Jan Høj
gaard, sum í kjalarvørrinum
á ALS-málinum valdi at taka
seg úr stýrinum.
Men hví fyrst undirskriva
eina fráfaringaravtalu og síð
ani trekkja seg?
– ALS-stýrið var reelt
óvirkið orsakað av ósemjum
millum partar av stýrinum
og stjóran. Tað ber snøgt sagt
ikki til at arbeiða á handa
hátt.
Fráfaringaravtalan
varð gjørd eftir tilmæli frá
løgfrøðingum, og tað er so
tað, sigur Jan Højgaard og
skundar sær at spæla bóltin
víðari:
– Hetta málið er eitt dømi
um, hvussu stórur munur
er á fólki í okkara samfelag.
Summi
eru
tryggjað
og
dupulttryggjað, meðan ar
beiðsmaðurin og fiskimað
urin ofta stendur á berum. Í
somáta er ALS-málið eitt gott
dømi at brúka móti teimum,
sum nú siga seg vera forargað
av fráfaringaravtaluni. Tey
mugu nú koma í gongd og
tryggja
meira
javnbjóðis
sømdir fyri allar borgarar,
sigur Jan Højgaard.
Fakfelagsformaðurin
steðgar á. Munurin millum
landsins borgarar er ov stór
ur, heldur hann.
– Vit sum fakfelag fáa
ofta skotið í skógvarnar, at
vit sjálvi hava skyldina. At
vit hava dugað ov illa, eitt
nú at tryggja okkara lim
um eina góða eftirløn. Men
samstundis
uppliva
vit
politikarar, sum uppfinna
nýggj heiti og definitiónir
av sáttmálum. Enn dugir
eingin at fortelja mær, hvat
ein »hýrusáttmáli« er, hóast
løgtingslimir
í
fjør
vár
smoygdu tað niður yvir okk
um. Og hvat ætlar man at
gera við ta sannroynd, at bílig
útlendsk arbeiðsmegi verður
sníkt inn í primervinnuna
gjøgnum bakdyrnar, spyr
Jan Højgaard.
Sambært
fakfelagsfor
manninum
eru
tað
slík
viðurskifti, sum eru við til
at máa støðið undan pørtum
av
arbeiðsmarknaðinum,
samstundis sum aðrir partar
tryggja sær sjálvum støðugt
betri kor.
– Eg havi einki ímóti, at
fólk hava góðar treytir, men
munurin
millum
okkara
borgarar er ov stórur, sigur
Jan Højgaard.
Gleið í oljuni
Afturvendandi spurningurin
í aktuellu sáttmálasamráð
ingunum eru oljuútreiðslur
nar, sum komu inn í sáttmál
an seinast.
– Vit skulu sum minsta
krav hava gjøgnumskygni í
oljurokningina. Í principp
inum kann ein reiðari í dag
gera, sum honum lystir og
áseta eitthvørt tal á olju
rokningina til manningina,
sigur Jan Højgaard.
Men oljan kom inn í sátt
málan, meðan Jan Højgaard
var formaður í Fiskimanna
felagnum?
– Jú, tað er rætt, men tað
var semingsmaðurin, ið tví
helt um, at oljan skuldi inn
í semingsuppskotið, hóast
vit vóru ímóti, verjir Jan
Højgaard seg.
Terji
Sigurðsson
var
semingsmaður ta ferðina, og
hann var í januar afturvaldur
til semingsmann.
– Manningarfeløgini vóru
ikki við til at velja hann, og
tað fáa vit ikki gjørt nakað
við, svarar Jan Højgaard
stutt.
Formaðurin ásannar tó,
at hann hoyrir nógv fyri at
hava góðtikið ein sáttmála,
har oljan kom uppí. Eisini
hevur
Fiskimannafelagið
gjørt útrokningar, ið vísa,
hvussu dýr henda áseting í
sáttmálanum bleiv fyri fiski
mannin.
– Tað nyttar einki at angra
tað. Oljan er ein realitetur,
sigur Jan Højgaard, sum
ásannar at tað verður sera
trupult at fáa oljuútreiðslur
nar burtur úr aftur sáttmál
anum í einum høggi.
Hóast oljan, sambært út
rokningum hjá Fiskimanna
felagnum, í summum førum
hevur kostað fiskimanninum
fleiri tíggjutúsund krónur, so
fekk sitandi formaður sum
nevnt eina álitisváttan.
– Tað má væl vera tí at
fiskimenn halda meg vera
besta boð uppá tann, ið kann
fáa oljuna burtur úr aftur,
sigur Jan Højgaard við einum
skálkabrosi.
Modernaði
fiskimaðurin
Stílurin hjá sitandi formanni
hevur verið nokk so harður,
og Fiskimannafelagið hevur
verið í fleiri orrustum undir
hansara leiðslu.
– Ja, tað er nú einaferð
okkara stílur. Vit góðtaka
ikki, at tilfeingisgjøld verða
smoygd niður yvir fiski
mannin, vit góðtaka ikki
kreativar oljurokningar og
vit góðtaka ikki, at nýggj sløg
av alternativum sáttmálum
verða uppfunnin, sigur Jan
Højgaard og sipar til nýggja
hugtakið »hýrusáttmáli.«
Sambært formanninum
koma rættuliga nógv mál
um tulkingar av galdandi
sáttmála á borðið hjá Fiski
mannafelagnum. Tað tekur
tíð og orku á skrivstovuni á
Bryggjubakka.
Men
samstundis
vísir
limalistin, at føroyski fiski
maðurin gerst støðugt eldri.
Tað er ringt at seta við.
– Nógvir av okkara limum
síggja grannan vera heima
ein mánað ella tveir í senn,
og spyrja seg sjálvan, hví teir
ikki kunnu fáa somu sømdir.
Tað snýr seg um at fáa góð
og skipað viðurskifti fyri
fiskimannin, soleiðis at hesi
arbeiðsplássini eisini verða
áhugaverd fyri okkara ung
dóm, sigur Jan Højgaard.
Hann staðfestir, at í løtuni
tapir fiskivinnan kappingina
um ungdómin. Tey, ið hava
hug til sjógvin, leita sær í
flestu førum aðrar vegir enn
umborð á eitt føroyskt fiski
skip.
– Hetta er ein vitan, ið
vit sum samfelag eru við at
spæla okkum av við. Og tað
mugu vit taka í álvara, sigur
Jan Højgaard.
Hann heitir á skúlarnar
um at gera meira við at upp
lýsa næmingarnar um okkara
høvuðsvinnu.
Men
Fiski
mannafelagið sjálvt kann
eisini gera meira, heldur Jan
Højgaard. Eftir hansara tykki
eiga allir fiskimenn at fáa eitt
skeið, umleið tríggjar vikur,
har teir læra grundleggjandi
reglurnar í sjómanslógini,
handfaring av fiski og eisini
mugu teir læra, hvussu teir
kunnu verja seg móti arbeiðs
skaða.
– Tað mugu vera myndug
leikarnir, sum standa fyri og
góðkenna hesi skeið. Men
sum fakfelag vilja vit fegin
hjálpa til, møguliga kunnu
vit halda skeiðini, sigur Jan
Højgaard.
Hann leggur dent á, at eitt
slíkt skeið við tíðini eigur at
vera eitt krav, um ein skal
sigla við føroyskum fiski
skipi. Tað hevði verið við til
at bøtt munandi um viður
skiftini umborð, heldur Jan
Højgaard.
jonbrian@sosialurin.fo
FAKTA
48 ára gamli Jan
Højgaard hevur verið
formaður í Fiskimanna
felagnum í seks ár.
Hósdagin í síðstu viku
varð hann afturvaldur
til formann næstu trý
árini. Jan Højgaard fekk
334 atkvøður, svarandi
til 57 prosent.