Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede Betri litir Betri litir Er gult ein betri litur enn blátt? Helst ikki, men litirnir skulu sjálvandi vera náttúrligir ella í minsta lagi vakrir. Og funkurnar í einum talgildum myndatóli geva í dag hópin av náttúrligum og vøkrum litum. Men bert sum oftast. Hartil er »náttúrligt« eitt heldur lúmsk hugtak, eins og »vakurt« eisini er tað. Tá kanst tú viðhvørt betra munandi um talgildu myndina við at arbeiða eitt pinku lítið sindur við henni á telduni. Aloftast er hetta óneyðugt, tí sjálvvirkandi litjavnvágin í myndatólinum gevur eitt gott úrslit. Men onkra tíð gitir automatikkurin skeivt, og tá fæst eitt betri úrslit við at stilla litirnar manuelt. Størsti trupulleikin við hesum er, at mann (sum eg) viðhvørt gloymir javnvágsstøðuni fyri gløðiperur og síðani tekur bláar myndir í dagsljósi. Og tað er nakað løgið við slíkum myndum. Eyguni hava góða litjavnvág. Um vit fara frá sólarljósi inn í eitt rúm, har gløðiperur eru ljóskeldan, so halda vit framvegis, at litirnir eru náttúrligir og rættir. Um myndatólið hinvegin tekur myndir við eini fastsettari litjavnvág – dagsljósi ella gløðiperu – so verður munurin av álvara stórur, tá vit síggja myndirnar á skíggjanum ella á prenti. Men eyguni kompensera sjálvi fyri munirnar í tí sjónliga. Hví gera tey so ikki tað sama við myndum á skíggjanum ella á pappíri? Frágreingin finst, aftur hesaferð, ímillum oyruni, har heilin viðgerð allar dátur, sum eyguni fanga. Og millum hesar er eisini, hvussu ljósið fordeilir seg á ymsan hátt, og ikki bert á myndini, sum hugt verður at. Tikna myndin hevur hartil munandi minni kontrastrúmd yvir alt litspektrið, og tí hvørvur ein partur av sjónligum dátunum, tá veruleikin verður avmyndaður. Um litjavnvágin er »náttúrlig«, síggja vit ikki hetta sum nakað serliga ørkymlandi, men er javnvágin skeiv, verður myndin ikki »náttúrlig«. Tí skal myndatólið vera rætt stillað, sum tað eisini aloftast er, um litjavnvágin er sjálvstillandi. Ljós frá gløðiperum er eitt hvørvandi hugtak í dag. Gomlu perurnar hvørva til fyrimuns fyri lágorkuperur av ymsum slag. Gløðilampur geva vanliga sera javnt ljós, men munurin millum lágorkuperur kann vera sera stórur. Tað kann viðføra sera ymiskan lit-hita, so um tú vilt áseta fastar stillingar, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, hvat tú skalt velja. Hóast lágorkuperuru eru eitt slag av ljósrørum, so geva ljósrør ofta eina ov bláa endurgeving av veruleikanum, meðan gløðiperan verður ov gul. Men hetta kann skifta nógv. Sjálvvirkandi javnvágin kann eisini fáa trupulleikar. Serliga tí ljósspektrið frá eini lágorkuperur ikki er tað sama sum á eini gløðiperu, hóast vit uppliva ljósið sum á leið tað sama, tá vit brúka eyguni. Ert tú ikki vísur í, hvussu litirnir verða endur­ givnir, so er besta loysnin at goyma myndirnar sum ráfílur. Ikki øll myndatól kunnu gera hetta, men tað kann loysa nógvar trupulleikar. Fyrst og fremst kanst tí eftir­fylgjandi áseta littulkingarnar í telduni, heldur enn at velja tær áðrenn eksponering. Myndaviðgerð: Litirnir í eini talgildari mynd eru aloftast á góðari leið. Men nakrar ferðir gangur okkurt galið, so myndin verður vánalig. Og onkra tíð vilja vit kanska fínpussa, so vit fáa júst tað rætta fram, sum vit ætlaðu við myndini. Ella enntá betra um veruleikan Heitari kvøld Ein vanligur trupulleiki er, at automatkkkurin á tólinum hevur tað trupult undir ávísum ljós­um­ støðum. Eitt av hesum er kvøldarljós uttan sól við bláum himni. Hvussu nógv automatikkurin arbeiðir, so verður talan viðhvørt um bláar og kaldar litir. Kubba-spælararnir eru avmyndaðir eitt summarkvøld í august um 8-tíðina. Um lítla blá myndin er røtt ella skeiv, kann sjálvandi diskuterast. Um myndin skal vera ein kølin kvøldar­ mynd, so skal kanska einki gerast, men skal ætlar tú, at kvøldarhitin skal síggjast, so tørvar tær hjálp. Um fólk eru á myndini, er eisini ein háttur, sum er enn lættari. Vit síggja ofta sera væl, hvussu endurgevingin av húðlitum er, og tað kann tí vera eitt hugskot at raðfesta endurgevingina av hesum. At stillað litin eftir húðlitinum (forbedre/justere farve/justere farve efter hudtone), er loysin hjá Photoshops til hetta. Tá tú aktiverar hetta, kemur ein kassi við stillingum og eini lítlari pipettu, sum kann flytast í myndini. Um tú klikkir við pipettini í eitt andlit, verður liturin stillaður til húðlit. Og í hesum døminum er litjavnvágin eisini á leið eins góð, sum hon verður tað við manuellari stilling. Tú kanst áseta, hvussu stórt økið pipettin skal lesa. Hetta gert tú við at velja pipettina í amboðslinjuni vinstrumegin, og so kunnu støddirnar ásetast. Fyri stillingar av hesum slag, er størsta støddi oftast tann besta, 5X5 myndapunkt. Funkan við litvariatiónum og at stilla andlitslitir er ikki so vanlig í øðrum forritum, so har mugu alternativir møguleikar finnast. Ein av hesum er at stilla støðið fyri ymsu litkanalirnar á myndini. Slíkar stillingar kunnu gerast í flestu forritum. Í Photoshop Elements finnur tú niveujusteringa í ”forbedre/justere lyssætning/niveauer”. Ókeypis forritið Paint.NET er vanliga á enskum, men kann eisin updaterast til svenskt. Í upprunaútgávuni eitur funkan adjustments/levels og sær heldur øðrvísi, men funkan er tann sama. Niðast finnur tú tríggjar lítlar kassar, har tú kanst velja kurvurnar fyri ein ella fleiri av litunum. Í hesi myndini hava vit fyrst valt bláu kanalina og togað í mittasta beinið á røttu litbarruni. Togar tú niðureftir, verður myndin gulari, og bláari, um tú togar uppeftir. Síðani hava vit valt reyðu kanalina og styrkt reyða litin við at toga uppeftir. Her kanst tú fínstilla sera neyvt við at taka fleiri umgangir við litunum, og tað riggar væl at gera lítlar stillingar hvørjaferð. Burtur við sólsetri! Sólsetur er eitt vakurt fyribrigdi og lokkar nógv at trýsta á myndatóli. Men ofta verður tú vónbrotin um úrslitið. Tað kann vera heldur tricky at fáa røttu eksponeringina, so fantastisku litirnir eisini eru fantastiskir á myndini. Ofta roynir myndatólið at kompensera fyri kraftiga reyða litin, og skýmingin verður køvd, tá myndin verður eksponerað ov ljóst. Úrslitið verður ein bleik og ljós mynd, sum slettis ikki líkist tí, sum tað veruliga var. Partvíst kann hetta broytast við at stilla myndatólið rætt, men tað krevur ofta fleiri roynir, og so er sólin farin í kav, áðrenn royndirnar eru av. Eftirviðgerð á telduni verður tá loysin. Men lit­ varitiónum í Photoshop er lætt at vaksa um reytt og gult í myndini og hartil at metta allar litir. Ein annar háttur finst í forritinum, Gimp. Tað sær í øllum førum øðrvísi út, men tað riggar á sama hátt. Funkan eitur her litjavnvág (farver/farvebalance). Við hesi funkuni ber eisini til at broyta støðið á teimum trimum kanalunum, tó uttan at síggja ljósið sum kurvur. Ístaðin kanst tú gera fleiri aðrar stillingar, sum kunnu brúkast til fínstillingina. Tað finnast hópin av hættum at betra um litjavnvágina, men ein av teimum pedagogisku í Photoshop er tann, sum rópast litvariatiónir (forbedre/justere farve/farvevariationer). Tú opnar eitt vindeyga við átta útgávum av myndini. Á hesum sært tú, hvussu broytingar í grundlitunum, reyðum, bláum og grønum, og mettan í hesum ávirkar úrslitið. Í døminum hava vit bert minkað bláa litin, og so verður myndin gulari og heitari. Á eini slíkari mynd, sum í lítlan mun er mislitt, ber væl til at fáa eitt gott úrslit uttan stórvegis hóvasták.