týsdagur 5. februar 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Vansin er tíð: Tað tekur meira tíð at opna og
viðgera myndirnar á telduni ístaðin at nýta
sjálvvirkandi littulkingina hjá myndatólinum.
Rætta litirnar
Um tú hevur tikið eina mynd við
myndatólkinum, og tú ikki er nøgd/ur við
litirnar, so finnast hópatals hættir at rætta
og optimera við. Ein tann lættasti hátturin at
rætta eksponeringina við er at nýta funkuna,
sum kallast autolevel í Photoshop Elements.
Á sama hátt finst sjálvvirkandi litrætting
(betrað/sjálvvirkandi litrætting). Tað kann
viðhvørt geva eitt gott úrslit, men kanska eins
ofta geva tað onga betran ella kanska versnar
úrslitið. Úrslitið veldst um, hvussu myndin
sær út, og hvørjir litir eru í henni.
Vit hava valt at taka útgangsstøði í
Photoshop Elements. Partvíst tí forritið er
rættiliga vanligt, og partvíst tí onnur forrit
royna at herma eftir tí. Photoshop Elements
er tí vorðið eitt slag av standard, men tað
forðar tó ikki fyri, at onnur forrit navngeva
somu ella líknandi funkum heilt øðrvísi.
Hóast hetta snýr seg um litir og ikki
eksponering, so verður hetta seinna eisini
viðgjørt eitt sindur. Tey bæði eru nær knýtt,
og viðhvørt ber ikki til at viðgera annað uttan
at nevna hitt.
Tað finnast nógvir hættir at broyta litir uppá.
Her nevna vit bert nakrar av funkum og nakar
hættir at brúka hesar. Men byrjar tú fyrst at
brúka og kanna tær, so finnur tú skjótt fleiri
funkur og fleiri hættir at gagnnýta hesar.
Reytt lampuljós
Eitt tað ringasta litmistakið, sum tú kanst gera, er
at stilla myndatólið til fasta litstøðu (t.d. sólarljós
ella inniljós) og síðani gloyma alt um stillingina,
so myndirnar verða tiknar við skeivum ljósi. Tað
besta er altíð at goyma myndirnar sum ráfílur, men
hóast tað ikki er gjørt, kunnu tær kortini bjargast
hampuliga væl.
Ein onnur loysn er at arbeiða við niveaujusteringini
á ein annan hátt. Í boksini til niveaustillingarnar
eru tríggjar pipettir – ein fyri tað myrka, ein fyri tað
ljós og ein fyri millumstøðini. Um tú dupultklikkir
á millum-pipettina fært tú eina litboks og eina
pipettu, sum tú kanst flyta. Vit at klikkja við
pipettini á eina mynd kanst tú goyma ynskta
litin. Her hava vit fingið eina rætta eksponering
av myndini (snýt!) og tikið rætta húðlitin á henni.
Vanliga skuldu vit funnið litin frá eini aðrari mynd,
har mann metir, at húðliturin er tann rætti.
Síðani steingir tú litboksina, trýstir á OK fyri at
sløkkja alla niveauboksina og velur at goyma
nýggja málilitin. So skiftir tú til myndina, sum skal
justerast, opnar aftur niveauboksina, velur mittastu
pipettina og trýstir á tað, sum skal hava ætlaða
litin. Og so verður andlitsliturin júst har rættur.
Men restin av myndini verður framvegis ein reyð
vanlukka!
Alternativt kanst tú velja reyða veggjalitin á røttu
myndini sum tilvísing og síðani justera veggi ná
vánaligu myndini. So verður veggjaliturin tann
rætti, men andlitið er framvegis bleikt og kámt.
Orsøkin til hesar trupulleikar sæst í uppruna
myndini, har vit hava lagt eitt diagram í myndina
fyri ljós og fyri hvønn lit, eitt histogram (ikki allar
síggjast í senn, sum tað sæst her á myndini). Her
síggja vit, at bæði grønt og blátt eru høg, og at
myndin tí er kraftiga yvireksponerað. Tí er ikki lætt
at stilla alla myndina, so hon fær røttu javnvágina.
Myndin við skeivari javnvág er tikin í elektriskum
ljósi, og hon er eisini yireksponerað í reyðu kanalini,
men tó ikki so nógv. Tí var tað lættari at fáa eina
hampuliga javnvág í ta myndina, og soleiðis er
aloftast: Myndin verður meira oyðiløgd í dagsljósi
við skeivari stilling. Niðurstøðan er, at tað er
betri at gloyma dagsljósstillingina við myndatøku
í elektriskum ljós enn øvut. Men tað besta er
sjálvandi at taka myndina við rættari stilling og
goyma hana sum ráfílu.
Litjavnvágin verður ikki heilt so góð, sum myndin við rættari javnvág, men kortini er hon nýtilig.
Myndin av teimum báðum lítlu gentunum er tikin
í elektriskum ljósi, men við stillingum til dagsljós.
Hon er heldur reyð og órólig, tí ljósið var ov veikt.
Við litvariatiónunum ber um ikki annað til at fáa
eitt sindur av skili í litirnar. Reytt verður minkað
nógv, og í døminum hava vit økt um bláa litin.
Men øll myndin er heldur ljós til at geva gandakenda huglagið. Tá kanst tú gera tað myrkari við
niveaustillingum, men tað er betri bert at gera ljósu partarnir døkkari, so innihaldið í skuggunum verður
varveitt. Funkan forbedre/justere lyssætning/skygger-højlys kann gera júst tað. Vel ikki at gera skuggar ljósari
(0%), men framhevja myrkari (30% við hesum døminum), so verður sólsetrið júst so, sum tú vilt hava tað. Og
leggið til merkis, at tú kanst gera mest sum alt øðrvísi, júst sum tú vilt hava tað.
Blátt sólarljós
Heldur verri er tað ofta, um tú skalt gera tað øvuta:
Tú hevur sett myndatólið til elektriskt ljós og tekur
myndina í sólarljósið. Tá verður myndin bleik og
knall-blá. Tað er gjørligt at gera somu justering við
variatiónunum sum við gløðiperuljósi – bert øvutan
veg. Altso at økja tað reyða og minka um tað bláa,
men úrslitið verður ikki eins gott.
Bleikar myndir
Fyrr í tíðina vórðu myndir tiknar analogt, og úrslitið gjørdist smá pappírsavrit,
sum viðhvørt høvdu hug at kámast. Reyði hesturin er eitt slíkt avrit, sum er
scannað, men tað kundi væl verið tikið talgilt. Myndin sær ikki út til hava
nakrar aðrar dátur enn tær reyðu, men tað ber kortini til at fáa eina líkinda
mynd burtur úr.
Hvíti hesturin er eisini kritahvítur í ljósu økjunum, men vit fáa rætta
skapið aftur við at gera háljósið døkkari. Tað eru altso hópin av
litbrekum, sum kunnu stilla upp á nógvar mátar. Til ber eisini at broyta
litir, ið sum so ikki eru skeivir, men sum kanka kunnu fatast betur á annan
hátt. Møguleikarnir eru nógvir. Okkurt av dømunum hjá okkum hava verið
trupul og vísa markið fyri, hvat er gjørligt. Aloftast er lættari at fáa góð
úrslit. Mest vanligu broytingarnar eru smáar tillagingar og lívbjargandi
loysninar, sum skulu gerast, tá myndatólið er skeivt stillað. Tí tað er væl
saktans ongantíð…
Eisini her nýta vit læta
háttin við litvariatiónum,
har vit minka reytt og økja
um grønt.