týsdagur 5. februar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur jógvan Martin Olsen
Hann arbeiðir
tá ið hini halda frí
Íblásturin og uppbakkingin frá teimum næstu er avgerandi grundarlag undir venjarastarvinum, sum er stór
avbjóðing og dragandi, men sum er vorðið torførari at halda fram í, eftir at kappingarárið í fótbólti nú er
longt í tveir mánaðir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum er ein av royndastu fótbóltsvenjarunum í landinum
Jóannes Hansen
– Mær dámar ógvuliga væl
arbeiðið. Tað kennist sum
stórur forrættur at arbeiða
við frískum og hugagóðum
ungdómum. Sjálvandi er tað
neyðugt at brenna fyri hes
um. Talan er um ein lívsstíl.
Um tað ikki var, so hevði tað
ikki borið til. Og tað ber bara
til, um konan og hini, sum
tú hevur næst at tær, bakka
upp.
Tað sigur Jógvan Martin
Olsen, venjari hjá Víkingi.
Tá ið talan er um dreyma
starv, so hugsar tú ikki um
at skifta til okkurt heilt
annað?
– Tann hugsanin er ikki
fremmand, og hon spøkir oft
ari, eftir at arbeiðsumstøð
urnar eru versnaðar. Tá hugsi
eg um, at arbeiðsárið nú er
longt við tveimum mánaðum.
Í ár verður fyrsta umfarið í
landskappingini næstan ein
mánað fyrr, enn tað plagar
at vera, og kappingin endar
næstan ein mánað seinni,
enn hon plagar at enda. Vit,
sum í summar skulu spæla
í altjóða kapping, hava onga
fríviku frá fyrst í januar og
til síðsta vikuskifti í oktober.
Hetta terir upp á orkuna, ikki
at hava møguleika at halga
eina viku til familjuna.
Gerandisdagurin
Um hálvgum fimm tíðina
hvønn yrkadag fer Jógvan
Martin Olsen av Brekkukletti,
sum er tætt við Svangaskarð
á Toftum. Tá fer hann til ar
beiðis í Gøtu. Hetta er fimta
árið, at hann er venjari í
Víkingi.
Fyrsta umfarið í nýggju
landskappingini er góðar
seks vikur burtur. Síðani á
nýggjárinum hava Víkinga
venjarin, hjálparmenn hans
ara og spælararnir verið í
Sarpugerði hvørt yrkakvøld
uttan mikukvøld. Frá 1. apríl
fer
felagið
fyri
serligari
talentvenjing, og tá kennir
venjarin ábyrgd fyri at vera
hjástaddur og at taka lut og
sparra við hinar venjararnar.
Setningurin er bæði at
varðveita og menna gott frí
tíðartilboð til unga fólkið í
Eystur kommunu og at fyri
reika fremsta liðið, so tað
kann vera við í kappingini
millum tey fremstu í EFFO
deildini.
Tú arbeiðir, tá ið hini halda
frí?
– Seinni parturin av arbeiðs
degnum
er
frá
klokkan
hálvgum fimm, og í vikuskift
unum eru dystir á skránni.
Vanligar dagar eri eg við hús
aftur, tá ið klokkan er farin
av hálvgum níggju. Fyrri
parturin av arbeiðsdegnum
er fyrrapartin. Tá eru fyri
reikingar á skránni. Tað snýr
seg um at leggja til rættis, so
støðið í venjingunum verður
varðveitt, og í tí sambandi
er neyðugt at lesa, at kanna
upptøkur av dystum og venj
ingum og eisini at samskifta
umvegis telduna og í tele
fonini. Í tí sambandi er tað
týdningarmikið, at venjarin
er tøkur at svara spurningum
og práta við fjølmiðlarnar
soleiðis, sum vit nú gera.
Hetta er uppgáva, sum venj
arin eigur at taka í stórum
álvara.
Uppgávan
og avbjóðingin
Kennir tú teg einsamallan í
starvinum?
– Tað líkist uppgávuni og
avbjóðingini hjá øðrum leið
arum, um tað so er skiparin
ella stjórin. Tú hevur við
nógv fólk at gera, og tað
verður roknað við, at tú
setur dagsskránna. Tá ið alt
kemur til alt, so er tað bara
tú, sum hevur ábyrgdina, og
um tú skalt halda til hetta, so
er neyðugt, at tú og tey, sum
tú arbeiðir fyri og saman
við, eru fullgreið yvir, hvør
støðan er, og hvat tað verður
roknað við í úrtøku.
Hvussu tá?
– Hetta er fimta árið, at tey
í Víkingi og eg samstarva.
Hvørt ár hava leiðslan í felag
num og eg tosað um, hvørjum
við skulu miðjað eftir. Øll
feløg ynskja sær at vinna
FM og steypakappingina á
hvørjum ári. Hetta er dreym
urin, og hjá øllum uttan ein
um gerst dreymurin ikki
til veruleika. Ítrótturin ber
sigrar og fagnað og tap og
vónbrot við sær. Um tú skalt
liva saman við tær sjálv
um og teimum, sum tú ar
beiðir saman við og fyri, so
er neyðugt at tosa seg fram
til realistisk mál at seta sær.
Tað verður gjørt við støði í
veruleikanum, sum hann er,
tá ið tað snýr seg um spæl
ararnar, ið eru tøkir, og um
fíggjarligu møguleikarnar.
Tey árini, sum tú hevur verið
í Víkingi, hevur útskiftingin
verið stór?
– Tað er eyðkent fyri hetta
felagið, at ein stórur partur
av ungdómunum royna seg
í fótbóltinum. Ein av orsøk
unum til tað er, at fólka
grundarlagið er lítið, og at
tað er neyðugt, at nógv teir
flestu taka lut, um tað skal
eydnast Víkingi at hava lið í
kappingini í øllum deildum.
Ein onnur orsøk er, at tað
hevur eydnast at fáa venj
ingina væl skipaða frá teim
um yngstu og allan vegin
uppeftir. Tá ið børnini og tey
ungu kenna, at tað er skil í, so
tíma tey betri.
– Veruleikin vísir seg eisini
í, at fleiri – eisini evnaríkir
spælarar – fara víðari í út
búgvingarørindum. Sæð
við venjarabrillum er
tað harmuligt, at vit
missa lyklaspælarar,
men eg kann ikki
annað enn fegnast
um,
at
ungu
menninir búnast
– kanska eisini tí
teir hava spælt
fótbólt og tikið
ábyrgd – og søkja
sær
kunnleika
uttanlands. Hesi
gott og væl fýra
árini hava vit
mist tólv pro
filar, sum vit
siga,
og
so
eru uppaftur
fleiri
farnir
Jógvan
Martin Olsen
Føddur: 10. juli 1961
Bústaður: Toftir
Starv: Fótbóltsvenjari
Spælari:
1978-93: B68
1994-95: LÍF
1996-97: B68
Venjari:
1996-05: FSF venjari
2002-04: NSÍ
2006-08: A-landsliðið
2009-
Víkingur