Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur víðari, sum eis­ini høvdu týdning fyri lið­ið og felagið. Tað setur stór krøv til venj­aran og fel­agið, um tað skal eydn­ ast at varð­veita sess­in mill­um tey fremstu? – Tí er tað so týdningar­mikið, at vit samskifta verd­ugt og veru­ leika­nært um, hvat vit miðja eftir, og hvussu vit skulu røkka mál­unum. Vit rað­festa hægst at ala okkara egnu spælarar. Um tað skal eydn­ast, so er fyrsta treytin, at leiðslan í felagnum er skila­ góð og støðug. Tað hevur hon verið øll árini, Víkingur hev­ ur verið til. So er neyðugt at menna skipan at venja eftir og at fáa góðar venjarar. Tað er ein av uppgávunum hjá mær. Eg brúki helmingin av arbeiðstíðini til besta liðið og hin helmingin til ar­beiðið í felagnum. Vit hava pens­um at venja í øllum aldurs­bólk­ um, og vit hava einar 20-25 vaksnar venjarar til øll liðini. At sam­starva við hesi er sera spenn­andi, og tað gevur stóran íblástur. Upp og niður Tað man kennast stórur mun­ ur á, tá ið tað gongur væl, og tá ið tað gongur minni væl? – Tú hugsar um úrslitini, rokni eg við. Fyrst og fremst snýr tað seg um, at tú kanst liva við tær sjálvum. Tað vil siga, at tú veist, at tú hevur røkt uppgávuna sambært tín­um virðum og málum. Grund­sjónarmiðið er, at tú skalt tæna felagnum og yvir­ ornaða málinum við liðnum. Harvið ber ikki til at laga seg til serlig krøv frá einstøkum spælarum. Tað snýr seg um heildina. Um tað eydnast, so ber til at fóta sær bæði í við­ gongd og mótgongd. Tú kennir tað á bæði spæl­ arum og við­halds­fólkum, um tað gongur væl og minni væl? – Vit ferðast í øllum kensl­ uliga barometrinum. Ein av fasinatiónunum við hes­um starvinum er at takla øgiligu kensluligu túrarnar í um­ klæðingarrúminum. Vit vita allir, tá ið vit hava spælt yvir evni, og tá ið tað hevur gingið verri, enn vit høvdu roknað við. Sum venjari eigur tú ikki at lata teg ávirka av einstaka degnum og avrikinum, men heldur at hugsa longri og yvir­orn­ að. Um tú ikki megnar tað, so er hetta øgil­ iga stræv­ið, men tað er tor­ført og ber næst­ an ikki til! Framtíðin Jógvan Martin Olsen var í trý ár venjari í NSÍ. Nú er hann farin undir fimta árið í Víkingi. Nær ætlar tú at skifta felag? – Sum eg segði, so spøk­ir møgu­leikin at skifta bransju, tá ið karmarnir fyri arbeiðs­ árinum nú eru so nógv broyttir og í míni verð versn­ að­ir. Tað verður sagt, at tað er ein treyt, at kappingarárið er longri, um vit skulu standa okkum betri í altjóða høpi, men eg eri bangin fyri, at avleiðingin av hesum heldur verður, at spælararnir gevast, tá ið teir verða familjumenn og framvegis eru í besta fót­ bólts­aldri, og at heldur ikki venj­ararnir verða so drúgvir. Hetta er ein spurn­ingur, sum vit kunnu diskutera nógv og leingi. – So leingi, sum eg kenni motivatiónina og havi virðing fyri mær sjálvum og havi virðing fyri og kenni virðing í um­hvørvinum, so er tað eingin trupul­leiki at vera á ein­um og sama stað. Um hetta ikki er til staðar, so eigur tú sjálvur at finna hurðina. Men er hetta ikki torført? – Tú arbeiðir ógvuliga tætt saman við leiðslu og spæl­ arum. Avbjóðingin er at varð­veita javnvágina. Talan er ikki um vinalag, men um ar­beiðs­støðu, og hon skal varðveitast, bæði tá ið tað gong­ur væl, og tá ið tað gongur minni væl. Lykilin til at fáa tað at ganga upp er fyrst og fremst tilvitanin um týdn­ingin av samskifti. Hjá mær, sum hjá so mongum øðrum, so fyllir arbeiðið ógvu­liga nógv, men eg skal ikki klaga, hóast tað kennist øvugt at arbeiða, tá ið hini halda frí! joannes@sosialurin.fo Ein av fasinatiónunum við hes­um starvinum er at takla øgiligu kensluligu túrarnar í um­klæðingarrúminum