týsdagur 5. februar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Føroyingar fylgja væl við í, hvat fyriferst úti í heimi og
seta sum heild høg krøv, tá farið verður til handils.
– Tí mugu vit øll í SMS fylgja væl við í, hvat
handlar og innkeypssentur í londunum rundan
um okkum gera. Kappingin er hørð, og tí ber
ikki til at liggja á latu síðuni og halda, at fólk
automatiskt vitja SMS, sigur Bogi Andreasen.
– Fólkini vilja hava ta nýggjastu vøruna. Er
hon ikki í húsinum, verður farið aðrastaðni, og
tí er tað av alstórum týdningi, at handilsfólki
áhaldandi heldur seg dagført við, hvat
er og ikki minst verður modernað.
Mótamessa gevur íblástur
Tað er júst fyri at kunna tryggja, at kundin fær tað
nýggjasta nýggja, at klædnahandlarnir í SMS hvørt
hálvár fara á mótamessu í Keypmannahavn.
– Fyrst og fremst fara handlarnir á mótamessu
fyri at keypa inn til komandi hálva árið. Tað er á
mótamessuni, at handilfólkini kunnu hitta leveran
dørar, gera nýggjar og betri avtalur og annars fáa
íblástur til handlarnar í SMS, sigur Bogi Andreasen
og leggur afturat, at flestu handilsfólkini í SMS
eisini luttaka á øðrum messum gjøgnum árið.
Hóast mótin aðrastaðni til tíðir kann
vera heldur ekstremur, heldur Bogi
Andreasen, at føroysku handilsfólkini fáa
nógv burtur úr við at fara á mótamessur.
– Handilsfólkið dugir væl at keypa inn til før
oyingar og tillaga útlendska mótan til føroysk
viðurskifti. Tað er ikki óvanligt, at okkurt útlenskt
konsept riggar væl uttanlands, men sum ikki riggar
í Føroyum. Tá er tað, at fólkini í handlinum skulu
duga at broyta konseptið soleiðis, at tað hóskar til
føroyska marknaðin, greiðir Bogi Andreasen frá.
At mótamessan hevur nógv at
siga fyri handlarnar og starvsfólkini, er
Bogi Andreasen als ikki í iva um.
– Fyri størsta
partin av handlunum
í SMS er galdandi,
at teir í nógv ár hava
luttikið á mótamessu
í Keypmanahavn.
Messan er ótrúliga
stór, so møguleik
arnir at samskifta
við núverandi
og nýggjar
leverandørar eru framúr góðir. Nógvir føroy
ingar luttaka hvørja ferð á mótamessu og
har nýta teir eisini høvi at sparra við hvønn
annan og geva hvørjum øðrum íblástur.
Skipa fyri events
Sum býlingsstjóri í SMS er ein av upp
gávunum hjá Boga Andreasen at tryggja
eina ávísa ferðslu í húsinum.
– Fyri at fólk skal tíma at vitja SMS eru fleiri
faktorar, sum skulu vera í lagi. Her skal vera alt,
– Vit stremba eftir, at SMS altíð skal verða
fyrsta valið, tá fólk fara til handils. Tí er
neyðugt, at handlarnir hava røttu vøruna,
og kundarnir ongantíð keða seg í húsinum
SMS skal
vera
nattúrliga
valið
Bogi Andreasen, býlingsstjóri: