Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sum teimum vitjandi tørvar, og úrval og tænasta skal vera tann besta. Eisini skulu handlarnir javnan hava góð tilboð. Men fyri at vera førandi innan handils­virksemi eru vit eisini noydd til at gera okkurt ser­ligt fyri kundarnar, sigur Bogi Andreasen. Tí verður eisini javnan skipað fyri serligum kvøldum, har nakrir handlar saman skipa fyri eitt nú kvinnu- og mannfólkakvøldum. – Tað hevur víst seg, at hesi tiltøkini ella sokallað events eru ógvuliga væl dámd millum tey vitjandi, og harafturat loysir tað seg eisini fyri handlarnar, sigur Bogi Andreasen. Tað er eisini á mótamessuni, at Bogi Andreasen fær íblástur til nýggj events, sum skulu vera í SMS. – At samskipa hesi tiltøkini í SMS krevur nógv av okkum øllum her í húsinum. Við at vera við á mótamessu kann eg sum sam­ skipari síggja, hvussu onnur gera slík tiltøk, hvussu professionell tey eru, og annars fáa hug­skot til nýggj tiltøk, sum kunnu vera í SMS, sigur Bogi Andreasen og heldur fram: – Eitt nú mótavikan í SMS dregur nógv fólk inn í húsið, men tað merkir á ongan hátt, at vit bara kunnu slappa av og seta eitthvørt á skránna. Fólk eru kritisk, og tí má alt verða gjølla gjøgnumhugsað og gott innihald, soleiðis at tey vitjandi føla, at tey fáa nakað burturúr. Fyrireika jólini 2013 Á mótamessuni hesaferð hevur Bogi Andreasen saman við øðrum havt fundir um jólabýin, sum skal standa í SMS komandi desember. – Vit hava fundast við teir, sum gera jóla­ býin. Tað plagar at ganga soleiðis fyri seg, at vit greiða teimum frá um okkara ynski um jóla­býin og vísa teimum onkrar tekningar. Síðani koma teir við uppskotum, sigur Bogi Andreasen og leggur afturat, at tað tekur fleiri mánaðir tilsamans at fyrireika jólabýin. – Vit leggja okkum eftir at hava ein nýggjan jólabý hvørt ár, og tí mugu vit vera tíðliga úti og tryggja okkum, at vit fáa ein nýggjan og spenn­ andi jólabý, greiðir Bogi Andreasen frá. – Jólabýurin dregur nógv fólk, og í SMS er tað soleiðis, at jólini byrja ikki, fyrr enn jólabýurin letur upp. Og tað er veruliga týdningarmikið, at jólabýurin sær gott út, tú fólk siga frá alt fyri eitt, um teimum ikki dámar jólabýin, fortelur Bogi Andreasen. Vanliga plaga handlarnir í SMS at hava eins gávupappír og posar í jólamánaðinum, og tí hevur Bogi Andreasen eisini hugt eftir hesum á mótamessuni í ár. – Vit fingu nógv frálík hugskot til gávueskjur, tilboð, gávupappír og eisini posarnar, sum SMS skal brúka í desember í ár, sigur Bogi Andreasen, sum lovar, at fólk longu nú kunnu gleða seg til eitt 2013 í SMS, sum bjóðar góð tilboð, tað nýggjasta nýggja og stuttlig og øðrvísi events, sum ikki hava verið at sæð áður. Bogi Andreasen, býlingsstjóri og Linda Kølleskov, samskipari á marknaðardeildini