Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 – Kreppan hevur gjørt, at vinnan velur at framleiða tær tryggu vørurnar, sum altíð eru væl móttiknar av kundunum. Fyri okkara kundar í Skálkur Man vil tað siga, at vit í heyst kunnu bjóða teimum tær klassisku vørurnar, sum tað altíð er eftirspurningur eftir, sigur Janus Poulsen, handilsleiðari í Skálkur Man. Hóast heystmótin í Skálkur Man bjóðar upp á tað klassiska, er tó eisini okkurt nýtt at síggja. – Vit fara frá teimum ternutu skjúrtunum og fara ístaðin til jakkar við ymsum terni í, sigurJanus Poulsen. Skjúrturnar til teir ternutu jakkarnar vera einfaldar og einlittar. – Litirnir, ið vit koma at síggja í heyst, verða serliga blátt, svart, brúnt og lilla. Alt í myrkum litum, greiðir Janus Poulsen frá. Umframt teir vanligu klædningarnar verður eisini tað nýggjasta innan street­ wear at síggja í Skálki Man. – Streetwear eru gerandisklæðir so sum jeans og troyggjur. Hetta eru vørur, sum selja væl, og vit hava eisini keypt nógvar ymsar vørur av hesum slag til komandi heyst, sigur Janus Poulsen. Umframt at verða á mótamessu í Keyp­ manna­havn hvørt hálvár, plagar Janus eisini at keypa inn til handilin aðrar tíðir á árinum. Eitt, sum hevur verið ógvuliga modernað hjá kundunum hjá Skálki Man, hava verið teir italiensku skógvarnir. – Vit hava í eina tíð havt sneakers av italienska merkinum Pantofola D´Oro. Hetta eru skógvar av góðari góðsku, sum hóska til alla nýtslu – bæði til býtúrin og gerandisdagin, sigur Janus Poulsen, sum eisini hevur keypt tað nýggjasta av italienska skógvamerkinum inn til heystið í Skálkur Man. – Gullskógvarnir frá Pantofola D´Oro eru veruliga modernaðir. Teir eru ógvusligir og annar­leiðis, men vísa seg at vera væl umtóktir alla staðni. Um summarið eru teir ofta í ljósum litum, meðan teir í heyst og í vetur verða myrkari í litinum, sigur Janus Poulsen. Tað verða tær klassisku vørurnar, sum verða at síggja í Skálkur Man í heyst Italienskir skógvar til mannin