Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Stílurin á klæðunum, skóm og tilhoyri verður ikki heilt tann sami, sum vit annars hava sæð seinastu mánaðirnar, sigur Rebekka á Neystabø Jacobsen frá Gelluni, sum hevur verið við á mótamessuni í Keypmannahavn. Í seinastuni hava stillettir við plateubotni verið nógv at sæð, men sambært Rebekku á Neystabø Jacobsen verður eitt annað skógvaslag eisini modernað í heyst. – Á messuni vóru nógvir sokallaðir sneakers at síggja. Skógvarnir eru í ymsum litum, og vit hava keypt fleiri av hesum til Gelluna. Í londunum rundan um okkum er tað blivið hægsti móti hjá konufólki at fara í býin í sneakers, og eg ivist ikki í, at henda trendin eisini kemur til okkum, greiðir Rebekka á Neystabø Jacobsen frá og leggur afturat: – Tað sær út til, at kvinnurnar fara úr teimum høgu stillettunum og í flatar, av­ slapp­aðar og smartar skógvar, sigur Rebekka á Neystabø Jacobsen. Umframt sneakers verða eisini stivlar eitt stórt hitt í heyst. – Stivlar ella boots verða nógv at síggja. Stílurin á stivlunum er rættiliga ráur og mannfólkasligur, fortelur Rebekka á Neystabø Jacobsen. Nakað, sum fer at eyðkenna klæðini í heyst, er djóraprint. – Á messuni var djóraprint at síggja fleiri staðni. Hetta printið var eisini rættiliga modernað í desember og er tað framvegis. Tað, sum verður annarleiðis í heyst, er, at djóraprint verður ikki einans á skjúrtum og blusum, men eisini á buksum og leggings, sigur Rebekka á Neystabø Jacobsen. Leður verður eisini nakað, sum vit fara at síggja í Gelluni eftir summarfrítíðina. – Leður verður nýtt upp á fleiri ymiskar mátar. Vit fáa fleiri sløg av leðurbuksum, og annars verður leður at síggja á jakkum og á onkrum troyggjum, sigur Rebekka á Neystabø Jacobsen og vísir samstundis á, at sweat­ shirts eisini verða at síggja í Gelluni. Tilhoyri verður nøkunlunda tað sama, sum tað, vit hava sæð seinastu tíðina. Taskurnar eru stórar við onkrum nittum á, smúkkurnar framvegis stórar men liturin verður ikki bert silvur men eisini gull. Sneakers, djóraprint og leður. Hetta verður tað, sum fer at eyðkenna mótan í Gelluni beint eftir summarfrítíðina Konufólk fara í býin í sneakers