týsdagur 5. februar 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Og so fer mannfólkahandilin eisini at um
boða tvey nýggj merki. Cheap Monday
er annað av hesum merkjunum.
– Talan er um eina merkivøru, sum tó ikki er
so kostnaðarmikil. Tað, sum eyðkennir Cheap
Monday, eru teirra skinny jeans og t-shirts, sum vit
fara at hava í Skálki frá juli mánaði, sigur Hávardur
í Stórustovu, sum er handilsleiðari í Skálki.
Hitt merki, sum Skálkur eisini skal
umboða, er Rascals', ið serliga vendir
sær til teir ungu dreingirnar.
– Rascals' er meira ungt og flipput, og talan
er um sokallað streetwear. Fleiri av okkara
ungu kundum fylgja væl við, hvat mótarákið
er í londunum rundan um okkum, og vit
hava fingið fleiri fyrispurningar um vørur frá
Rascals'. Men nú verða so vørur frá Rascals´at
fáa í Skálki, sigur Hávardur í Stórustovu.
Jakkarnir, ið verða at síggja í heyst, eru
fyri ein part av kundunum ikki heilt ókendir.
Teir gomlu grønujakkarnir eru á veg upp
á hægstu mótatindarnar enn einferð.
– Grønujakkarnir, sum vóru frammi seinast í
80'árunum og fyrst í 90'árunum verða modernaðir
aftur. Hesaferð eru teir grønir og svartir, nakað
væl tynri enn teir gomlu, men hava framvegis tann
eyðkenda appilsingula litin í fóðrinum innan, greiðir
Hávardur í Stórustovu frá. Hann leggur afturat,
at eisini ráir leðurjakkar verða modernaðir í ár.
Innan skógvaheimin kunnu mannfólkini
vænta at síggja fleiri ymisk sløg av sneakers,
tá heystmótin er komin í Skálk.
– Sneakers er longu rættiliga stórt aðrastaðni
og verður nú eisini í enn størri mun enn áður
at síggja í føroysku mótamyndini. Hvítir All Star
Converse eru tað heilt stóra í eitt nú Íslandi,
Danmark og Svøríki, og teir verða uttan iva
eisini nógv at síggja í Føroyum um nakrar
mánaðir, sigur Hávardur í Stórustovu.
Á mótamessuni hevur hann eisini kannað
mótan innan caps, tað vil siga keppar.
– Føroysku mannfólkini og serliga teir ungu
dreingirnir fylgja væl við, hvat er modernað.
Caps eru rættiliga vælumtóktir hjá okkara
kundum, og eg havi ráðført meg við høvuðs
innkeyparan hjá Samsøe&Samsøe, um
hvørjir keppar verða nýggja trendin. So vit
fara eisini at hava tey heilt røttu merkini hvat í
caps viðvíkur, sigur Hávardur í Stórustovu.
Heystmótin í Skálki fer hesaferð
at vera eyðkendur av camouflage,
Converse skóm og leðurjakkum
Cheap Monday
og Rascals' í Skálki