týsdagur 5. februar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aibritt á Plógv, sum eigur og rekur Margarita,
hevur verið við á mótamessu í Keypmannahavn.
– í heyst fara vit at síggja mannfólkalookið her
í Margarita. Tað vil siga skjúrtur, klædningsjakkar
og ráar buksur, sigur Aibritt á Plógv, og
vísir samstundis á, at kjólar og niðurdeilar
verða ikki tað, ið verður mest at síggja.
Kundarnir í Margarita eru fyri tað
mesta vaksnar kvinnur, ið leggja dent á
góðsku á klæðunum, sum tær keypa.
– Tær, sum keypa her, er heilt frá 25 upp í
eini 60 ár, og tískil eru úrvalið í handlinum eisini
rættiliga ymiskt. Tað, sum hevur selt væl higartil
eru vørur av merkinum Malene Birger og In
Wear. Vit hava júst fingið Saint Tropez merkið,
og eg ivist ikki í, at tað fer at verða væl dámt
hjá kundum okkara, sigur Aibritt á Plógv.
Á mótamessuni hevur hon umframt tey vanligu
merkini eisini keypt inn av nýggjum merkjum.
– Nøkur nýggj merki verða at síggja í seint
í summar og í heyst. Day er eitt merki, sum
nógvar føroyskar kvinnur kenna frammanundan.
Talan er um klassisk klæðir, ið hava verið væl
umtókt millum føroyingar. Eisini fara vit at um
boða Plus Fine, har klæðini eru heldur ráð og
slitin. Eitt annað nýtt merki er Bitte Kaj Rand,
sum er ein klassiskur boheme stílur, har klæðini
ofta eru víð í tí, greiðir Aibritt á Plógv frá.
Margarita selur eisini skógvar og eisini her
verður eitt nýtt merki at síggja í handlinum í heyst.
– Vit fara at umboða skógvamerkið
Jeffrey Campbell. Hesir skógvarnir eru ráir
í tí, og hava ofta onkrar píkar og nittir á,
sigur Aibritt á Plógv og leggur afturat:
– Allir verða teir tó ikki líka ógvusligir, tí hóast
teir ógvusligu eru modernaðir aðrastaðni, so er ikki
altíð, at tað riggar í Føroyum, sigur Aibritt á Plógv.
Litirnir, sum heystmótin í Margarita
fer at bjóða, eru myrkir og klassiskir.
– Svart gongur altíð aftur, men annars eru
tað tann blái og grøni liturin, sum verða frammi
í heyst. Serliga koparblátt og sterkt grønt.
Eitt mannfólkalook verður tað,
ið verður at síggja í kvinnu
handlinum Margarita í heyst
Mannfólkalookið
er hot í 2013